Góðan morgun Føroyar – Finnur Koba skrivar   01.05.2020 – 09:59
Korona-brúdleyp: 1000 fólk fylgdu við vígsluni
– Tey vóru við í andanum, sigur Dina Norðberg um tey 1000 fólkini, sum fylgdu við, tá hon og Evald Norðberg vórðu vígd í næstan tómum sali.

4. apríl var ein serligur dagur fyri Dinu Bech. 

Tá skifti hon eftirnavn. 

4. apríl var eisini ein óvanlig hending. Tvey blivu vígd í næstan tómum samkomuhúsi á Skála. 

Kortini fylgdu eini 2000 eygu við, tá Dina Bech – nú Norðberg – kom gangandi eftir samkomugólvinum til sín komandi gemal, Evald Norðberg.

Hoyr samrøðu við Dinu Norðberg um alternativa brúdleypið her á Góðan morgun Føroyar

Tey 2000 eyguni fylgdu við á facebook. Tað var ikki tí, at parið ikki ynskti tey til vígsluna. Tað var í hægstu korona-tíð, tá í mesta lagi tíggju fólk kundu vera saman í bólki.

Parið setti nakrar fartelefonir upp á eitt stativ og trýsti á facebook-live. Harvið kundu familja, vinfólk og øll forvitin fylgja við vígsluni, sum varð stroymd á netinum.

Eisini røðan til vígsluna varð hildin á øðrvísi hátt.

Røðarin var ikki til staðar; men vístur á stórskíggja.

 Dina Norðberg sigur, at tað var ongantíð hugsingur um at útseta brúdleypið. 

Og í dag angrar hon ikki, at hennara brúdleyp varð hildið at kalla uttan brúdleypsgestir.

 – Eg kendi, at tey vóru við mær í andanum, sigur Dina Norðberg, sum í hesum døgum er á brúdleypsferð í Hvalba við manninum, sum hevur hús har.

Dina Norðberg lesur til lærara og nýtir høvið og friðin at skriva endaligu uppgávuna úr húsunum í Hvalba.

Skriva viðmerking