Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech.
Eg fekk fyri stuttar tíð síðan hendan spurningin: “Hvørja ávirkan hevur Bíblian havt á títt lív?” Og eg byrjaði at hugsa. Hugsa um, um at tað bilti nakað, ikki at lesa hvønn dag? Um tað bilti einki at lesa, ikki koma úr stað?Ikki at lesa, hvønn skaða ger tað?
Ja, hetta eru ofta teir spurningarnir eg spyrji meg sjálva. Tær umberingarnar, sum snúgva seg upp móti kvøldið, við songarstokkin, tá eg hyggi at Bíbliuni. Hetta eru tær villleiðingarnar, sum skjóta seg upp eftir ein langan, strævnan dag. Teir dagar, tá eg havi bestan hug at kava í djúpan svøvn og gloyma lívsins strev. Sannleikin er:
At eg veit at tað bilar, ikki at lesa nakað. At tað ger skaða, ikki at lesa!
.
Eg veit, at meiri eg lesi, meira leggi eg merki til, hvussu eg havi tørv á at lesa. Eg leggi merki til, hvussu alt broytist. Mítt hjarta, mín tráan, mítt nøgdsemi, mínir lystir, mínir tankar mótvegis mær sjálvari og øðrum. Míni orð, mínar gerðir, hvar eg fari, hvat eg velji. Orð Gud ávirkar alt, tað slepst ikki undan, tí tað er sum tvíeggjað svørð sum Hebr.4,12 sigur.
Sum Orð Guds sigur, at muðurin talar tað hjarta er fult av. Hjarta er akkurát sum ein reyður koppur.
Tú koyrir ymiskt tilfar í: 1 dL av morgun stressi, 5g klandur við systkin, 5 dL niðurbrótandi tankum, 30g ótakksemi fyri døgurðan, 4dL líkasælu, 30g av sjálvsøkni… Og so at enda áðrenn kakan verður koyrd í ovnin 1g av bíbliulesnaði og ein 1/4 tsk av bøn. Alt hetta tilfarið verður blandað saman og hvat verður úrslitið? Ein Gudelskandi persónur, sum íðin tænir Gudi? Nei, als ikki.
.
Øll vita, at karrysós smakkar av karry tí, nóóógv karry verður koyrt í. Karry gevur dám og smakk. Uttan karry, ella bara við 1g av karry, fer karrysós ikki at smakka, lukta ella síggja út sum ein karrysós.
Nei, karrysós má hava karry. Ein karrysós er einki uttan karry. Soleiðis mugu vit trúgvandi hava Orð Gud, vit muuugu lesa tað. Vit eru tóm uttan orð Guds. Sum karrysósin, so ‘smakka’/uppføra vit okkum ikki, sum sonn trúgvandi, fylla vit okkum ikki við Orðið Guds.
Í Sálmi 119:97 sigur Dávid:
“Sum eg elski lóg Tína! Allan dagin grundi eg á hana.”
David ikki bara lesur hesa karry-Bíbliuna, nei hann elskar hana og hugsar um hana allan dagin. Veitst tú hvat úrslitið verður, tá vit gera sum David? Tað verður hettar:
“Snerrur hina gudleysu vóru rundan um meg, men eg gloymdi ikki lóg Tína” (Sálmur 119:61)
“Nógvan frið hava tey, ið elska lóg Tína, og einki er, sum fær tey at falla.” (Sálmur 119:165).
Teir dagarnir, tá Dávid tók Orð Guds at hjarta, elskaði tað og grundaði á tað, so vardi tað hann frá fellunum, ið hini gudleysu settu fyri honum. Tað vardi hann frá at fella í synd. Tað besta er, at Orð Guds, Bíblian, gav honum frið í hjarta.
- Manglar títt lív sindur meira av karry-bíbliu-lesnaði?
- Smakkar tú ella luktar títt lív av karry-bíbliu-lesnaði?
- Les 2.Kor.2,15. Ert tú ein góður angi fyri Jesus?
- Hvat gert tú við hettar?
.
Eitt gott ráð er at gera sum Dániel. Tað stendur um Dániel í (Dániel 1:8), at hann setti sær fyri. Hann ikki bara hugsaði um tað, dámdi tankan ella hugsaði “eg buuurdi”, nei hann handlaði.
So set tú tær fyri at lesa í Bíbliuni! (Luk.11,28)