Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech.

📖“Tá segði HARRIN við meg: “Sig ikki: “Eg eri so ungur!” Nei, tú skalt fara til øll, ið Eg sendi teg til, og tala alt, ið Eg áleggi tær at tala.” (Jer.1:7)

Mangt kann koma okkum í huga, tá Gud kallar á okkum. Mangar umberingar, farnar syndir, mistøk og veikleikar kunnu koma fram fyri okkum, tá Gud kallar á okkum. Hann kallar okkum, tí at Hann ynskir at brúka okkum sum veik íløt at vísa, hvussu stórur Hann er. So sig ikki, eg eri ov veikur. Nei, sig heldur: Nevniliga tí, kann Gud brúka meg, soleiðis, at kraftin skal vera frá Gudi og ikki frá mær.

📖 “Tí Gud, sum beyð, at ljós skuldi skína fram úr myrkri, er tann, ið hevur latið tað skína í hjørtum okkara, fyri at kunnskapurin um dýrd Guds í ásjón Jesu Krists skuldi lýsa fram. Men henda skatt hava vit í leiríløtum, fyri at hin ómetaliga kraft skal vera frá Gudi og ikki frá okkum.” (2.Kor.4:6-7)

 

There's no more excuse! God can possibly use you!

Slået op af PursuedOnsdag den 9. januar 2019

 

KANN GUD KALLA MEG?

Skriva viðmerking