Í hesum videoinum fara eg og Anna Maria (AM) á jólainnkeyp í SMS í Havn, har vit keyptu jólapynt til hvønn annan. Tað var ein so hugnaligur túrur og dagur og vóni tit eisini kunnu koma í ‘jóla-humør’ av hesum.
Í videonum tosa vit eisini um, hví vit halda jól. Veruliga týdningin, sum er, at Jesus kom á jørðina at lata Sítt lív í okkara stað (Jóh.3,16). Jesus doyði, verkið var fullgjørt og hjá okkum er bara at taka ímóti. Gud gav størstu gávuna, Sín Son, og tí kunnu vit gleðast og geva gávur á jólum. Týdningarmikið er í øllum jólaresinum at minnast, hví vit halda jól. Eitt hugskot er at taka eina stilla løtu, lesa í Bíbliuni og biðja til Gud. Tá vilja jólini eisini vera nógv meira serlig og handla um nógv meira enn pakkar. Tey vilja snúgva seg um Jesus, tín Frelsara.
Hesi jólini er eisini vert at minnast til, at mong eru einsamøll. Tað stendur í 1.Kor.6,20, at vit eru dýrt keypt, og tí eiga at æra Gud. Hesi jólini kanst tú, æra Gud við at tæna øðrum. Vitja onkran, ið einsamallur er. Kanska enntá bara at heilsa uppá, kann gleða fólk ómetaliga nógv.