“Í móðurlívið ferðin byrjar,
til tann ljósa nýggja stað,
Harrin teg longu kennir,
áðrenn tú dagsins ljós hevur sæð.”’
Jóhan Eli L. Poulsen hevur skrivað við íblástri frá Sálma 139
Sálm. 139:14-17
Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.
Bein míni vóru ikki Tær duld, táið eg varð skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum.
Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin.
– Sum hugsanir Tínar eru mær dýrabarar, Gud, sum tær telja nógv, samanlagdar!