Hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo. Um røddin er enn meria undarlig í dag, so er tað tí eg eri forkøla enn. Ja tit vita, hvussu tað er, tá man blívur forkølaður í Føroyum. So eg havi ein heitan kopp av kaffi við honning beint her.

Síðst tosaðu vit um at vera Gudi lýðin og vit endaðu við at lesa hettar versið, har vit settu okkara egna navn inn fyri Dávid við ynskjunum um, at vit skuldu blíva kvinnur og menn eftir Guds hjarta:

Eg havi funnið Dávid, son Ísai, mann eftir hjarta Mínum; hann skal gera allan vilja Mín.” (Áp.13,22)

Í dag fara vit nemliga at tosa um seinna partin av hesum versinum, at gera vilja Guds. Men fyri at gera hann so mugu vit kenna hann ella vita hvør vilji Guds er okkara lívið.

.

Hvussu sær vilji Guds út?

Vilji Guds er nakað eg havi verið sera upptikin av síðan eg havi verið heilt lítil ella ung. Eg hugsaði í mong ár um vilja Guds sum ein reyðan fýrakant. Gekk eg ov langt ella skeivt, so datt eg “av vilja Guds”. Og eg haldi tað var eisini tí eg kendi meg so “desperatan” at kenna vilja Guds við mínum lívið. Eg hugsaði, at Guds vilji var gátuførur og duldur. Men gjøgnum mong vers og Bíbliusøgur havi eg lært, at vilji Guds ikki er ein fýrakantur, men at vilji Guds er stóra bílætið í okkara lívið, sum trúgvandi. Gud vil, at vit skulu ikki bara liva í vilja Hansara, men gera vilja Hansara hvønn dag. Í dag hugsi eg um vilja Guds meira sum løkir og áir, ið renna frá einum stórum streymi. Hvønn dag fái eg møguleika at gera ella ikki gera vilja Guds. Ella við øðrum orðum, hvønn dag fái eg møguleikar, at ikki verða ella at vera Gudi lýðin og dýrmeta og æra Hann.

So um tú heldur í tínum høvdið, at vilji Guds er ein stórur,  reyður, gátuførur fýrakanstur, so sparka hasa myndina beint út úr høvdinum beinanvegin og set eitt stórt, reytt x yvir hana, tí nú fara vit at kanna, hvat Gud sigur í Bíbliuni, at vilji Hansara er við tær.

Gud er nevnliga sera greiður um, hvat Hansara vilji er.

 

Vilji Guds:

Lesa vit Bíbliuna, so síggja vit at vilji Guds er í trimum: Nummar eitt: at vit skulu blíva frelst. Nummar tvey: at vit skulu verða fylt av Heilaga Andanum (Orðið Guds). Nummar trý: at vit skulu gerast Jesusi lík (heilaggjørd), og veksa andaliga í tænastu og lýdni fyri Gudi.

Her havi eg eina krukku, har eg havi koyrt øll versini í sum eg havi funnið, har talan er um vilja Guds. Eg fari her at lesa nøkur fyri tykkum.

1. (1.Tim.2,4; 2.Pæt.3,4; 1.Jóh.2,17; Matt.7,21-22; Jóh.9,31; Mark.3,35; Jóh.6,40)

2.(Ef.5,15-21; Kol.3,16; Sálm.40,9; 1.Kong.2,3)

3. (1.Tess.4,3; Matt.6,10; Sálm.134,10; Ef.6,6; 1.Pæt.4,2; Róm.12,21.Pæt.2,15; 1.Tess.5,15-18; 1.Pæt.3,17Sálm.37,4)

  • Fyrstu versini eg fari at lesa, snúgva seg um at vera vilja Guds lýðin til frelsu.
  • Seinnu versini eg fari at lesa, snúgva seg um at Gud vil at hin frelstur verður fyltur av Anda Guds, við øðrum orðum fyltur av Orðið Guds, sannleikanum, Bíbliuni.
  • Síðstu versini snúgva seg um, at Gud ynskir at vit skulu verða meira lík Jesusi (heilaggjørd). Eisini eru her nøkur vers, her Gud beinleiðis sigur, hetta er vilji mín. Nøkur ting vit praktis kunnu gera dagliga.
    • Ja, Gud vil at vit skulu vera Honum fyrst undirgivin, men eisini øðrum. Statinum, bossinum vit arbeiða undir, okkara foreldrum og hvørjum øðrum.
    • Líða ilt er vilji Guds, tí gjøgnum hettar kann Gud mynda okkum.
    • Siga takk allatíðina til Gud tað er vilji Guds.

.

Hvussu kann eg kenna og gera vilja Guds í mínum lívi:

Vit hava júst lisið eitt ótal av versum um vilja Guds. Her eru so mong vers vit beinleiðis taka inn í okkara lív og vera tí lýðin.

Kanska onkur av tykkum var spentur í hesum videoinum, at finna útav hvørjum tit skuldu giftast við ella hvar arbeið ella tit skulu gera í tykkara lívið fyri Harran. Sigur Gud nakað um tað? Tað er eitt andaligt principp, vit sum trúgvandi kunnu ganga eftir: Um tú ert frelstur, fyltur av Heilaga Andanum, líkur Jesusi, undirgivin, líður ilt og ert takksamur. So kanst tú gera tað sum tú vilt. Giftst við tí tú vilt, arbeiða har tú vilt. Veruliga? Ja, tí um hetta er satt fyri títt lív, so er tað ikki tú, sum stýrir tínum lívi, men Gud.

Og gleð teg í HARRANUM – so gevur Hann tær tað, ið hjarta títt tráar eftir! (Sálm.37,4)

Hettar merkir ikki, at Gud gevur tær alt á tínum ynski lista, men Gud broytir tín ynskilista, soleiðis hann verður eftir Guds hjarta. Gud fer at geva tær tráanir, sum líka Honum. Gud fer at fullføra sín vilja í tær, um tú gleðist í Honum og ert Honum undirgivin.

.

Mín vitnisburður:

Visti eg sum 10 ára gomul, at eg skuldi gera Youtube video í framtíðini? Nei, als ikki. Fekk eg eina stóra opinbering í einum dreymi ella hoyrdi eina djúpa rødd siga: “Dina far og ger youtube video”. Nei, heldur ikki. Sannleikin var, at eg gleddist í Gudi. Eg las Hansara orð, Bíbliuna. Og Bíblian, orð Guds opnaði míni eygu. So sá eg ein tørv og ein møguleika. Gud legði hetta á hjarta, sum eg fór at tráa eftir. Gud legði eitt ynski um at leggja andaligt tilfar út á neti, í mítt hjarta. So einfalt var tað.

Áðrenn hetta og enn í dag dagliga, so síggi eg viðhvørt ein tørv og ein møguleika við t.d. at hjálpa mammu at vaska upp. Tá eg eri fylt av Heilaga Andanum, ella við øðrum orðum, tá eg havi lisið í Bíbliuni, so gevur Gud ynskir í hjarta um at hjálpa og verða lýðin og gera væl. Og hetta kann eg gera hvønn dag í tí dagliga, sum at hjálpa mammu við uppvaski, mati, men eisini hjálpa til á ungdómsmøti ella hjálpa einum vini. Tú kanst gera Guds vilja allastaðni, hvønn dag, hvørja løtu. Og tæna vit Gudi og eru Honum lýðin í tí lítla, so fer Hann at geva okkum størri møguleikar og størri uppgávur (Matt.25,21). 

So veit eg sjálv, hvat Gud ynskir fyri mítt lív frameftir? Nei, slett ikki. Eg eri líka clueless sum tá eg var 10 ár. Men eitt eg havi lært er, at lesi eg Orð Guds, eri fylt av Heilaga Andanum, og eri honum undirgivin, so eri eg automatiskt Gudi lýðin, geri tað sum Hann ynskir. Og lívið er eisini best, tá eg geri tað Hann ynskir. 

.

Hvat er vilji Guds í stuttum:

Gud ynskir at menniskju skulu gerast trúgvandi, frelst. Síðani ysnkir Gud, at tey frelstu skulu granska Bíbliuna og akta Orðið. Heilagi Andin, sum býr í tí frelsta, hjálpir tí kristna at skilja Orð Guds. Tá hin trúgvandi aktra tað, gerst hann meira líkur Jesusi (heilaggering kallast hettar eisini at gerast Jesusi líkur). Tey trúgvandi ynskja tá, at onnur eisini koma at kenna Jesus. Tey ynskja at gera tað, ið rætt er. Vera lýðin.

.

Endi:

Næstuferð fara vit at tosa um at hoyra Guds rødd. Hvussu Gud snakkar við okkum sum trúgvandi. So um tú hevur onkrar spurningar ella tankar í samband við evnið til í næstuviku, so føli tykkum frí at kommintera niðri undir á Youtube, Facebook ella Instagram hjá mær, so kundi eg tikið onkrar av tykkara spurningum/tankum við í næsta videoinum. 

Skriva viðmerking