– Mong menniskju vita at Gud sendi Son sín í heimin, men FÁ vita HVÍ

Í Bíbliuni stendur, at øll menniskju hava syndað og hava
uppiborðið dóm. Synd er m.a. at misbrúka Guds navn, stjala, lúgva , øvundsjúka og ikki akta síni foreldur. Hevur tú gjørt tað?
– Ja, tað hava vit øll.

Júst sum ein brotsmaður hevur uppiborið at fáa sín dóm – fongsulsrevsing. So hava vit uppiborið okkara dóm fyri okkara mistøk. Bíblian sigur, at dómurin er fortaping – eldsjógvurin.

Men Gud er so góður, at Hann ynskir at bjarga okkum
undan dóminum og taka dómin og revsingina á seg.
So kunnu vit sleppa undan fortaping og sleppa til
Himmals, tá vit doyggja. Tí sendi Gud son sín.

Tað einasta, vit skulu gera, er at siga “ja takk” til hesa gávu, Jesus bjóðar og venda við frá einum lívi í synd.

– Hvat er títt svar til Jesus?

Les Róm.3:23-24 Jóh.3:16-17; Ef.2:8-10; 1.Jóh.4:9-10;

Hví sendi Gud Son Sín í heimin?

Skriva viðmerking