Hví skulu vit lesa alt orð Guds? Hví skulu vit lesa Gamla Testamentið, tá vit hava -Nýggja?

Sum heilt ung varnaðist eg, at eg mátti fara at lesa Gamla Testamentið. Eg kendi ikki alt orð Guds, alla Bíbliuna, og tí ynskti eg at lesa gjøgnum Bíbliuna. Hetta gjørdi eg og setti mær fyri at lesa hvønn dag og minsta lagi eitt vers hvønn dag. Hetta hjálpti mær ikki at geva upp, tá tað gjørdist trupult. Og eg lesi aftur gjøgnum Bíbliuna nú fyri aðru ferð á sama hátt.

Men hví er Gamla Testamentið so áhugavert? Hvat lærir tað okkum?
Tað stendur í 2.Timeoteus, at øll Bíblian er innblást (inspirerað) av Gudi og Rómbrævið sigur, at í Gamla Testamentið (tað, sum áður er skrivað) gevur okkum tol, troyst og vón.

Gamla Testamentið sigur frá, tá Gud skapti heimin, hvussu Hann skapti alt av einum blóðið. Og tí hava vit øll sama virði, og Gud ger ikki mannamun á okkum, og tað eiga vit heldur ikki at gera. Gamla Testamentið sigur eisini frá fallið menniskjans, og hvussu menniskjans einasta vón er krøkja seg í náði Guds. Í Gamla Testamentið greiðir eisini frá, hvussu Gud fer at gera ein útveg gjøgnum ein kongason, ein líðandi Messias ella Kristus (Es.53). – Og í Nýggja Testamentið síggja vit, hvussu Jesus er Messias – hin lovaði – og uppfyllir alt tað, sum Gud lovaði í Gamla Testamentið (Profetiini).

Við at lesa Gamla Testamentið veksur okkara fatan av Gudi, hvussu veldigur Hann er, men eisini hvussu veldiga trúfastur Hann er. At Hann heldur síni lyfið.

Gjøgnum søguna um Rutt og Ester síggja vit, hvussu Gud tekur sær av teimum veiku, útistroyttu og lønir teimum sum søkja Hann. Hetta er sama hjartalag, sum vit síggja Jesus hevur í Nýggja Testamentið.

– Eg sigi ikki her, at tað er lættari at lesa Gamla Testamentið. Tað kann vera trupult til tíðir við nógvum lógum og ættartalvum, men eisini hetta er innblást av Gudi. Tað er ikki altíð eg skilji alt beinanvegin, men har er nógv, sum eg leggi eg mær í geyma og er mær til lærdóm, troyst, lærir meg tol og gevur vón.

So góðu tit, haldið á at lesa Bíbliuna, ikki geva upp tá tað gerst trupult. Royn eisini at seta tær fyri at lesa gjøgnum alla Bíbliuna – við Guds hjálp. Kanska tú kanst gera tað saman við einum vini? Ella samkomuni?

Hví lesa Gamla Testamentið?

 

Skriva viðmerking