Dánjal og Jensa vístu abbanum jólakortið, sum tey skuldu senda til mostrina. “Hon verður nakað glað.” segði abbin. “Sum tit duga væl at tekna Jesubarnið í eini krubbu.”

“Abbi,” segði Dánjal. “Ímeðan vit teknaðu, tosaðu vit um tað, tú segði okkum um tríeindina. Jesus er ein partur av tríeindini. Hann varð føddur sum eitt barn. Hvussu kann Hann samstundis vera ævigur á sama hátt, sum Gud er?”

“Eg eri takksamur fyri, at tit nýta heilan, Gud hevur givið tykkum, børn! Vit fara at hyggja í Bíbliuna fyri at vita, hvat hon sigur um Jesus, Son Guds.”

 

Hvussu kundi Jesus Kristus vera Gud og gerast menniskja samstundis?

Jóhannes 1:1 sigur:

“Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud.” (Jóhannes 1:1)

“Var” hevur her týdningin: hevur altíð verið. Í Jóhs. 1:14 stendur orðið “varð”:

“Orðið varð hold og tók bústað okkara millum.” (Jóhs. 1:14)

(Týdningurin her er: gjørdist.) Út frá hesum báðum versunum læra vit fýra sannleikar um Jesus Kristus,

  1. Hann hevur altíð verið.
  2. Hann er Gud.
  3. Hann er ein sjálvstøðugur persónur í tríeindini.
  4. Hann gjørdist menniskja.

 

Hvussu var Jesus?

Sum menniskja hevði Jesus likam eins og øll onnur menniskju. Hann gekk, tosaði, át og svav sum onnur menniskju. Men Jesus var eitt fullkomið menniskja. Eitt, ið gjørdi Hann øðrvísi enn øll onnur menniskju, var, at Hann syndaði ongantíð. Hebr. 7:26 sigur soleiðis um Jesus:

“… heilagan, sakleysan, reinan.” (Hebr. 7:26)

Hann gjørdi ongantíð nakað skeivt. Tað er tí, at Hann er Gud. Hann hevur somu eginleikar sum Gud, tí Hann er Gud. Men við at gerast menniskja og liva í einum menniskjalikami kundi Hann doyggja likamliga.

 

Hví kom Jesus til jarðar?

Týdningurin av navninum Jesus (frelsari) greiðir frá, hví Hann kom til jarðar. Áðrenn Hann varð føddur, kom ein eingil og segði við Jósef, mann Mariu:

“tú skalt kalla navn Hansara Jesus; tí Hann skal frelsa fólk Sítt frá syndum teirra.” Matt. 1:21.

Bøkurnar Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes siga okkum frá nógvum av tí góða, Jesus gjørdi, meðan Hann livdi á jørðini. Hann vísti kraft og kærleika sín við at grøða mong sjúk menniskju. Hann gjørdi undurverk og prógvaði, at Hann var Gud. Hann lærdi fólkið at liva rætt. Hann greiddi frá um Seg sjálvan og um Gud Faðirin. Hann elskaði øll. Hann elskaði allar syndarar, men Hann elskaði ikki syndir teirra. Hann vildi, at tey angraðu syndir sínar, og vendu sær frá syndafulla vegnum og trúðu á Hann, og Hann segði seg vera – Son Guds.

Nøkur fá elskaðu Jesus og trúðu á Hann, men andaligu leiðararnir hataðu Hann. Teir krossfestu Hann við at heingja Hann á ein kross. Meðan Jesus hekk á krossinum, revsaði Gud Hann fyri syndirnar hjá øllum menniskjum. Hetta var alt ætlan Guds. Bara ein, ið livdi eitt fullkomið lív, kundi verða eitt fullkomið offur fyri syndina. Jesus doyði og varð jarðaður. Men triðja dagin reis Hann frá deyðum. Mangir av teimum, ið fylgdu Honum, sóu Hann á lívi, eftir at Hann reis upp frá deyðum. Hann fór upp til Himmals, har Hann livir í dag. Ein dag kemur Hann aftur til jarðar.

 

Hvat merkir “Kristus”?

Týdningurin av orðinum “Kristus” er Tann Útvaldi. Sonur Guds var útvaldur og sendur av Faðirinum at koma til jarðar at gjalda fyri syndina hjá mannaættini, so at mannaættin varð skuldarfrí. Sonur Guds gjørdi hetta sjálvboðin, tí Hann elskaði okkum. Fleiri ferðir, meðan Jesus livdi á jørðini, segði Faðirin:

“Hesin er Sonur Mín, hin elskaði, sum Eg havi tokka til” Matt. 3:17.

Gud var glaður um lívið hjá fullkomna Syni Sínum og offur Jesusar á krossinum fyri syndirnar hjá mannaættini. Gud góðtók gjaldið fyri syndina.

 

Minnisvers

At Kristus doyði fyri syndir okkara, eftir skriftunum, at Hann varð jarðaður, at Hann reis upp triðja dagin, eftir skriftunum 1. Kor. 15:3-4.

Hvør ar JEsus?

Skriva viðmerking