Sum børn, so vaksa vit upp og hoyra, hvat vit skulu og ikki skulu gera. Tað verður sagt við børn: “verð blíð/ur, minst til at deila, ikki lúgva, ver takksom/samur.” Og vit kundu hildið á fram.

Bíblian biður okkum, ið fylgja Kristusi eftir, nevniliga, gera tað, sum er rætt og ikki tað, sum er skeivt.

• Gal. 5:25
“Táið vit liva í Andanum, so latið eisini atburð okkara vera í Andanum!”

Men tá vit velja at gera: “Tað rætta” ella “tað skeiva”, hvat er so okkara drívmegi handan gerðina?

– Er tað tí, onkur hevur biðið okkum gjørt tað?
– Er tað tí, tað er rætt?

Kanska tú svarar: “Ja, men tað er tí tað er rætt.”

Fyri okkum kristin, ja, so er Bíblian, Guds orð, okkara moralska kumpass. Tað er við, at lesa Bíbliuna, at vit læra at døma um, hvat er rætt og skeivt at gera.

Men hetta “at tað er rætt” eigur ikki at vera einasta orsøkin, at vit fylgja Gudi. Vit eiga at gera “tað rætta” og halda okkum frá “tí skeiva” TÍ vit elska Gud.

• Jóh. 14:23
“Jesus svaraði honum: “Um nakar elskar Meg, heldur hann orð Mítt…”

Bara at vita, at eitthvørt er skeivt (í høvdinum), er ikki nóg mikið. Tað er ikki tað, ið ger, at vit halda á og halda út. Okkum tørvar kærleika til Gud. Ein kærleika til Hansara, sum er drivin av Guds egna kærleika til okkara. Tí einasta orsøkin, at vit elska Gud, er tí Hann elskaði okkum fyrst. Tað er Hansara kærleiki, sum noyðir okkum, sum dregur okkum. Júst, sum tá ein verður drigin av eini rullitrappu. Paulus skrivar:

• 2. Kor. 5:14
“Tí kærleiki Kristusar tvingar okkum;”

Sum Paulus hugsar um Guds djúpa kærleika til hansara, so kann hann ikki lata vera,
men verður drigin av Guds kærleika og tænir Honum og aktar Hann.

At minnast Guds kærleika og at elska Hann aftur, gevur okkum drívmegina at gera eitt og hvørt fyri Jesus. Tað er orsøkin, at kristin enntá megna at vera atsøkt, tola hatur og spott – og tó gleðast.

Eisini, tá tað kemur til onnur ting, so sum at halda seg frá pornografi, frá øvundsjúku ella frá baktal. So megna vit hetta, tá kærleikin til Gud drívir okkum. Okkum tørvar meira enn bara vitan. Okkum tørvar kærleika.

Skriva viðmerking