Hevur tú nakrantíð undrast á hvat dirvi av sonnum er? Hvønn kallar Gud djarvan? – Ja? Eisini eg, inntil eg las í orði Guds, Bíbliuni.

Spurningur: “Dirvi at gera slík video, og dirvi at tosa um Jesus, sum er sera viðkomandi í student, har tað kann vera nógvur kritikkur osv.”

 

DIRVI – At verða DJARVUR
Hvat hugsar tú, tá eg nevni orðini “Djarvur, djørv og at hava dirvi”?
Eg havi lætt við at hugsa at vera djarvur er at vera “óttaleysur.”
Men bíblian lærir, at ein, sum er djarvur, kann vera bangin. At verða óttaleysur og at vera djarvur er ikki tað sama. Tú kanst verða djarvur og ikki bangin. Men tú kanst eisini vera djarvur og bangin. At vera djarvur og bangin merkir, at tú hevur dirvi at gera nakað, sjálvt um tú ert bangin.

Hvussu sært tú teg? Hevur tú nakrantíð veri djarvur/djørv?
Hevur tú nakrantíð bjarga nøkrum ella vart ella forsvara nakran?
Hevur tú nakrantíð fortalt øðrum um Jesus?
Nú. Hesi tingini, at bjarga nøkrum, verja ein, fortelja onkrum um Jesus, kunnu vit gera við dirvi, sjálvt um vit eru bangin. Ein, sum hevur dirvi, tá hann er bangin er ein sonn hetja.

Ein hetja noyðist ikki at bjarga allari verðini, øllum skúlanum og øllum flokkinum, men hon bjargar verðini hjá einum persóni.
Ein hetja noyðist ikki at bjarga lívum hjá mongum menniskjum, men hon bjargar lívinum hjá einum menniskja.

Hevur tú nakrantíð bjarga verðini hjá einum menniskja? Kanska tú hevur verið vinur teirra? Smílst til teirra? Lurta eftir teimum? Víst teimum kærleika, tá tey ikki høvdu uppiborið tað? Fyrigivið teimum? – Tað er tað sum hetjur gera. Tað er tað sum bangin, djørv menniskju gera.

Hevur tú nakrantíð bjarga einum menniskja lívið? Kanska tú vísti teimum kærleika ein dag, lívið tyktist vónleyst? Kanska títt vinaband gav teimum okkurt at liva fyri og vakna upp til hvønn morgun? Kanska tú fortaldi teimum um Jesus, sum gav lívið teirra innihald og bjargaði teimum undan einum ævigum eldsjógvi? – Tað er tað hetjur gera. Tað er tað bangin, djørv menniskju hera.

Hetjur í Guds eygum eru menniskju, sum velja at verða Honum lýðin, tá tey er bebbarædd. Hetjur eru menniskju sum fylgja Jesusi, tá tey eru bangin fyri at tey kunnu missa alt. Vinir, familju, popularitet, arbeið, karakter, ja summi sjálvt lívið.

“Hvat batar tað menniskjanum at vinna allan heimin og bøta við sál síni!” (Mark. 8,36)

Tvær hetjur, bangin, djørv menniskju

 

GIDEON (Dóm 6)
Gud kallaði Gideon at tæna Sær. Gud bað hann ríva avgudaaltarini niður. Nær gjørdi Gideon hetta? Jú um náttina, tí tað sendur, at hann var bangin. So Gideon var lýðin, aktaði Gud. Hann var djarvur, meðan hann var bangin.
Og veitst tú hvat Gud kallaði hann? Jú “Gideon, tú djarvi kappi”
Afturat honum er mong djørv og bangin menniskju vit lesa um í Bíbliuni. Lærusveinarnir, Pætur, Ester, Ábraham, Rutt, Jákup, Naomi, Barak, Rahab. Eg trúgvi flest øll. So Gud brúkar bangin, djørv menniskju sum okkum.

 

JESUS (Luk.22,44)
Vit lesa at Jesus kom í deyðaangist og sveitti Hansara var sum blóðsdropar. Hevur tú nakrantíð verið so bangin, at tú hevur sveitta blóðsdropar? Eg havi ikki. Eg havi rist, sveitta, fingið blackout og eri farin at gráta av nervøsiteti til royndir. Eg misti hár í 2.g og gekk nógvar pirrur. Tað kendist ræðuligt, men eg havi aldri verið so bangin sum Jesus var. Eg havi aldri sveittað blóðsdropar.
Og hvat gjørdi Jesus, Hann var lýðin, Hann bað og var djarvur. Trý ting vit eisini kunnu gera: vera Gudi lýðin, djørv og biðja. Gud vísti okkum í Jesusi, at tað er onki mark fyri nær tú kanst velja at vísa dirvi. Øll menniskju eru bangin. Jesus var bangin. Men vit kunnu øll velja ag verða djørv. Djørv og bangin.

Eg eri altíð bangin, nervøs tá eg vitni og leggi video út. Mest áðrenn og aftaná, men tá kann eg velja eisini at vera djøv og vera Gudi lýðin.
Tað sum gevur mær dirvi, er tá eg lesi Guds orð dagliga og havi samfelag við Hann. Eg kenni Hansara lyftir, søgurnar í Bíbliuni. At lesa tað, minna meg á tær gevur mær dirvi, tá eg eri bangin.

Yndis sunnudagssøgur? Dávid og Goliat, Ester, Rutt, og mong onnur sum vóru djørv. Eg minnist eg hugsaði: “Mín Gud kann gera alt!!!”

Hvat er broytt síðan tá? Vit lesa ikki longur sjálvi. Vit mugu lesa Bíbliuna, trúgva kenni, royna lyftini.

So næstu ferð tú ert bangin? Fert tú at velja at verða djarvur? Fert tú at velja at vera Gudi lýðin? Fert tú at velja at verða bangin og djarvur? Ella vera passivur og bangin?

 

hvat er dirvi

Skriva viðmerking