Hvat er taư at hava friư?

Ā 

 

Nøkur vildi sagt; at friður er, tá eingin larmur er ella tá tøgnin ræður eina løtu. Onnur vildu sagt; at friður, er tá eingin klandur og stríð er. Ein triði kundi tikið til, at nei; friður er, tá vit eru frí frá pínu og kvøl.

- Ja, so er. Hetta er eitt slag av friưi. - Ein friưur, sum heimurin kann geva okkum.

Eg njóti hendan frið sjálv viðhvørt, tá eg komi heim frá arbeiði ella fái linnan av høvuðpínu. Men sannleikiner, at hesin friðurin er stokkutur. Spurningurin er bara um tíð, so er friðurin úti. Stormurin brestur á aftur, og skjótt, so líða vit aftur undir pínu ella sjúku. Okkara likam er avmarkað í styrki og heimurin bindur ikki frið eina løtu.

 

Hvar finna vit sannan friư

Hvar kann okkara troytta sál finna frið í larminum, tá børnini ella grannarnir rópa harðast?
Hvar kunnu vit søkja okkum skjól, tá familja og vinir klandrast og lond liggja í stríð hvørt við annað?
Hvar kunnu vit finna linna, tá likamið er bundið at pínu og kvøl?
Hvar er friður tá? Skýggjar friðurin okkum í okkara truplastu tíðum, í okkara myrkastu løtunum?

Kanska heimsins friður, men ikki Guds friður. Fyri Guds friði mugu stríð og plágur bara víkja.

Mika rópar: ā€œum eg siti í myrkri, so er Gud ljós mítt.ā€

Dávid syngur í sálmunum: ā€œGud ger myrkur mítt ljóst... og um eg so skal ganga í dali deyưaskuggans, so óttist eg einki ilt..ā€

Jesus sjálvur segưi: ā€œEg eri ljós heimsins, og tann, iư fylgir MƦr skal ikki ganga í myrkri longur. Men fáa ljós heimsins... Friư Mín gevi Eg tykkum; ikki sum heimurin gevur, gevi Eg tykkum. Hjarta tykkara óttist ikki!ā€

Guds friưur ber yvir alt

Bíblian lƦrir okkum, at Gud gevur okkum ein friư, sum ber yvir tann, sum heimurin gevur. Og at vit í okkara resi, stúranum, kunnu siga ā€œHey Gud.. hetta eru mínar stúranir og ynskir...ā€

Síðan gevur Gud okkum Sín frið, sum ber yvir alt. Hetta er nakað, sum kennist so torført at greið frá, men eg hugsi, at hendan myndin hjálpir væl. Likkan nýtir ein frið, hóast tað stormar har úti á sjónum. Á sama hátt, kunnu vit njóta Guds frið og ljós, hóast lívið stormar og myrkir kring okkum.

 

Filip. 4:6-7

Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í Ôkallan og bøn við tøkk! So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.

LASTIKK

Tað nýggjasta Ô blogginum

Javnan koma video, bloggar og poddar (ljóðfílur) út. Her er nakað av tí, ið seinast er komið út Ô síðuna.
Kalendarin 2026 er her!

Kalendarin 2026 er her!

So var kalendarin fyri 2026 endiliga her! Hann kostar 150 kr sum undanfarnu Ôr og kann bíleggjast í tveimum umsetingum. Vit prenta, binda hann inn og gera alt heimanífrÔ. Bílegg fram til 3.desember, fÔ kalendaran heim til dyrnar Ôðrenn jól. Tað er avmarkað nøgd,...

Søgan um pÔskirnar

Søgan um pÔskirnar

Ɓ pĆ”skum minnast vit at Jesus reis upp og livir Ć­ dag. Hetta er ein sera týdningarmikil dagur fyri okkum. Jóh.15:13 ā€œEingin hevur stĆørri kƦrleika, enn at hann gevur lĆ­v sĆ­tt fyri vinir sĆ­nar.ā€ Lukas 24:1-6: ā€œMen fyrsta dagin Ć­ vikuni, tƭưliga, Ć­ lýsingini, komu tƦr...

Fylg viư

týsdagar

PrƔtiư podcast kl.8:00

FrĆ­ggjadagar

Kreativ video og vlogar kl.8:00

Samband

Teldupostur

pp@vakurleiki.fo