Dánjal og Jensa gingu ígjøgnum viðarlundina niðan í dalin. Tey vóru so upptikin av at tosa, at tey vistu ikki, hvussu langt heimanífrá, tey vóru. Hvørki teirra kendi seg aftur. Farið var at skýma, og gøtan fór sundur í tvey.

“Latið okkum fara til høgru,” skeyt Dánjal upp. “Tað tykist at vera tann betra gøtan, og tað sær út til, at hon leiðir beint oman á vegin. Eg vænti, at hatta er leiðin, ið kann føra okkum heim.”

“Nei,” svaraði Jensa. “Eg haldi, at gøtan leiðir yvir ímóti grótbrotinum. Latið okkum taka gøtuna til vinstru. Hon sær illgongd út, men eg haldi, at hon er rætta leiðin heim.”

Eftir at hava kjakast eina løtu um, hvørja gøtu tey skuldu taka, játtaði Dánjal at fara til vinstru. Tá tey høvdu gingið eina løtu, hoyrdu tey ein bil. Stutt eftir sóu tey vegin og funnu sostatt heim. Tey møttu abbanum á vegnum. Mamman var farin at sakna tey. Abbin hevði lovað, at hann skuldi fara at vita, um hann sá nakað til teirra. Abbin fekk søguna um, hvat hent hevði tey.

“Tað er altíð gott at vita, hvørja leið vegurin, tú gongur á, leiðir teg til.” Segði hann. Tær báðar gøturnar, tit kundu velja ímillum, leiddu annaðhvørt heim ella yvir í grótbrotið. Vita tit hvat? Jesus lærdi um tveir vegir og hvagar, teir leiddu. Hví lata tit tykkum ikki úr skónum og koma inn? So kunna vit lesa søguna saman.”

 

Hvar eru vegirnir ella portrini, og hvagar gongur leiðin?

 Matteus 7:13-14 sigur okkum um tveir vegir og tvey portur í lívinum. Tey føra til tvey ymisk støð eftir deyðan. Annar vegurin er breiður, á hesum vegi byrja øll mannabørn veg lívsins sum syndarar. Hesin vegur leiðir til ævigan undirgang. Menniskju eru skild frá Gudi og enda í einum staði kallað Helviti. 2. Tess 1:9 sigur, at menniskju, sum halda á at ganga á hesum vegi alt sítt lív, “skulu líða straff, æviga fortaping burtur frá ásjón Harrans og dýrd veldis Hansara”.

Vit lesa í Hebr. 9:27, at “menniskjunum er lagað at doyggja eina ferð – og hareftir er dómur”. Tá ið ein er deyður, gevast ikki fleiri høvi at taka við trúnni á Jesus og lata seg frelsa! Tað góða er, at Gud hevur útvegað ein veg, eitt portur, av tí breiða vegnum út á “Tann smala vegin.” Hesin vegurin er Harrin Jesus Kristus sjálvur. Hann er tann einasti sanni vegurin til Gud. Í Jóhs. 14:6 stendur:“Jesus svaraði honum: “Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.””

Ikki nógv menniskju fara ígjøgnum tað tronga portrið. Tí um tú skalt sleppa ígjøgnum tronga portrið, mást tú játta, at tú ert ein syndari, og at tær tørvar at verða frelstur. Hetta er ikki ein væl umtókt leið. Leiðin verður eisini kallað torfør. Hetta er vegurin, ið leiðir til æviga lívið í Himlinum. Ferðamálið er nærvera Guds. Har “fyri ásjón Tíni er gleðin fullkomin” Sálmur 16:11.

 

Hvussu er Helviti?

Helvitið er eitt stórt sorganna og iðranar stað. Gud skapti helviti til Djevulin, leiðandi eingilin, ið gjørdi uppreistur ímóti Gudi, áðrenn Gud skapti heimin. Øll tey, ið ikki trúgva á Jesus, áðrenn tey doyggja, fara í hetta stað. Tann, ið ikki viðurkennir offur Kristusar fyri syndir sínar, má gjalda fyri hetta við at koma í Helviti.

 

Hvussu er Himmalin?

Himmalin er eitt gleðiríkt stað. Hann er heimstaður Guds. Jesus er har. Tað er eitt vakurt stað. Bíblian sigur okkum ikki alt um Himmalin. Men hon sigur okkum, at har er eingin sorg ella deyði. Øll syngja Jesusi prís. Har tilbiðja og tæna tey Gudi. Eingin synd er í Himlinum.

Um menniskju ikki vilja tæna og tilbiðja Jesus her á jørð, fara tey heldur ikki at vilja tæna honum í Himli. Í dag er rætta tíðin at gera seg kláran til lívið í Himlinum við at trúgva á Jesus og liva lívið fyri Hann.

 

Minnisvers

 “Og eins og menniskjunum er lagað at doyggja eina ferð – og hareftir er dómur.” Hebr. 9:27

*iðran = angra

 

Menniskju fara annaðhvørt til ________ ella __________, tá tey doyggja

 

Dagsins spurningur

 …

Skriva viðmerking