Hey hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo, í dag so hava vit vitjan av Marjun Wolles, hon er m.a. Makeup artist! So í dag so fer hon at vísa okkum, hvussu man kann gera eitt húgvu make-up! Og hyggi við til endan tí tá fara vit at nevna nøkur ting sum tú sum trúgvandi kanst gera og kjekka av meðan tú gongur í húgvuni! Kanska tú longu hevur gjørt okkurt av tingunum!

Hey Marjun, áðrenn vit fara at gera makeup, so havi eg hug at spyrja teg nakrar spurningar, so vit kunnu koma at kenna teg eitt sindur betur.

  1. Hvar ert tú frá?
  2. Hvat lesur tú í løtuni og hvar?
  3. Hvat gert tú í frítíðini?
  4. Hvussu nógv hevur Jesus, samkoman og trúgvandi vinir at siga í tínum lívið?
  5. Nær bleivst tú frelst? Hvussu hendi tað?
  6. Yndis vers?
  7. Yndis sangur?
  8. Yndis Makeup?

Ja, nú kenna vit teg mega væl, so vit fara bara í gongd!

So tit, sum hava gingið í húgvuni eina tíð nú, geri hetta makeup’ið og húgvan sær út sum nýggj, og tú kanst brúka hana í eina viku afturat!

Har eru fleiri to-do-listar, tá tú hevur fingið húgvuna, sum eru langt úti og so keðiligt. Mong av tingunum er niðurbrótandi og ting, sum tú kemur at angra seinni í lívinum. Ikki alt sum kennist stuttligt og kuul í løtuni, er gott tá vit hyggja longur fram.

Tí hava vit gjørt ein húgvu to-do-lista til trúgvandi. Hetta eru ting, sum tú kanst gleðast um nú og seinni í lívinum eisini!

 

Trúgvandi húgvu To-Do-listin!

  1. Takka Gudi fyri, at Hann hevur givið tær heilsu og møguleika at náa hetta málið. Húgvuna. Gud gloymir ikki teg, so gloym ikki Hann!
  2. Gleðst um húgvuna. Tak eina selfie ella mynd við húgvuni. Gud elskar at síggja okkum gleðast og frøðast í takksemi.
  3. Ær foreldur tíni. Takka foreldrum tínum ella teimum, ið hava staðið við tína lið gjøgnum útbúgvingina. 
  4. Tey flestu lata floksfelagar skriva nøvn ella heilsur í húgvuna. Goym eitt serligt pláss í húgvuni. Har skalt tú skriva stutt um, hvussu Gud hevur virkað í tínum lívið í student. Kanska Hann hevur lært teg okkurt serligt, ella víst tær á eitt serligt vers, sum hevur verið tær kært.
    • Í student lærdi eg ikki at skammast við mína trúgv. Eg lærdi, hvussu stóra ávirkan eg kann hava á menniskju við bara at vera villig at tæna Harranum nær sum helst, hvar sum helst. Eg lærdi at tá eg var lítil í mær sjálvari, var Gud stórur og mentur. Og hetta versið var maær kært (1.Kor.1:18,27). 
    • Marjun, hvat lærdi tú í Student?
    • Tit, sum eru liðug fyri longri tíð síðan ella nú, hvat lærdu tit í student? Sig tína søgu niðri undir videoinum.
  5. Keyp í einum handli, meðan tú ert í húgvuni, og fortel einum ella tveimum fólkum at: “Jesus elskar tey!”
  6. Nú tú gleðist um húgvuna og vitjar vinir og kenningar, minst til ikki at vera nøkrum til ástoyt. Hav eitt Jesus FILTUR, sum eitur: Lat alt tað tú gert æra Gud. (Róm.14,21Kol.3,23; Fil.4,8)
  7. Gud ætlar ikki bara at leiða teg her til. Nei, Hann ynskir at leiða teg frameftir eisini, so lær teg Jer.29,11 uttanat og goym tað í hjartanum.

 

Tit roynið eitt hvørt punkt á hesum listanum og sendi mær Snap ella eini boð, um tit megna at útføra nøkur av hesum punktunum.

Hava tit fleiri hugskot, sum ein trúgvandi nýklakt pisa kann gera, sum eru uppbyggjandi og gott, skrivið kommintarir niðri undir! 😀  

Deilið videoið við tykkara trúgvandi vinum, so eisini tey kunnu fáa henda To-DO-Listan. Goals.

Annars fylgið Marjun á Instagramm!

 

 

Skriva viðmerking