Hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo í dag so fara vit at tosa um Sálm 23 og Hin góða Hirðan í Jóhannes 10 🐑. Tað var tí, at eg fekk eini boð, sum søgdu hetta:

Góði hirðin

So eg sigi 1000 takk fyri, og í dag fara vit at tosa um hetta.

Áðrenn vit fara víðari, so vil eg minna á, at tit kunnu senda ein mail til Dinabech@vakurleiki.fo, um tit vilja fáa eini persónlig boð, hvørja ferð eitt video kemur út. Tað er soleiðis, at video verða løgd út hvønn týsdag og ofta fríggjadagar eisini. Til tíðir eru tey forsinkað, so tá er gott at fáa email sendandi. Týsdagar er tað eitt andaligt video, við einum Bíbliskum evni. Fríggjadagar eru videoini meira løtt, kreativ, stuttlig ella ein Q&A. So send mær eini boð, og eg sigi tær frá. Annars síggja eisini øll videoini á Youtube og á heimasíðuni Vakurleiki.fo.

 

Líknilsir

Líknilsi Jesusar hava altíð ein boðskap og eitt endamál. Áðrenn vit tosa um líknilsi um seyðin, so vísir hesin bóklingurin so áhugavert á, at líknilsi um víntræið og líknilsi um seyðin, hevur hvør sín boðskap og hvør sítt endamál. Í Jóhannes 15, tosar Jesus um víntræið, og tá tosar Jesus um at bera ávøkst sum trúgvandi. Men í Jóhannes 10, tá Jesus tosar um seyðin, tá tosar Jesus um tryggleika hins trúgvandi. Seyður hevur einki við víntrø at gera og øvugt. Tí er týdningarmikið ikki at blanda hesar myndirnar saman. Hesaferð fara vit at tosa um líknilsi um seyðin í Jóh. 10. Jóhannes, sum skrivaði Jóhannes evangeliið, hevur til endamál, at lesarnir skulu koma til trúgv á Jesus: 

“Men hesi eru skrivað, fyri at tit skulu trúgva, at Jesus er Kristus, Sonur Guds, og fyri at tit – við at trúgva – skulu hava lív í navni Hansara.” (Jóh.20:31)

Kapitul 10 í Jóhannes hongur tætt saman við kapitul 8 og 9, har Jesus tosar við faresearnar. Men okkara fokus punkt í dag, fer ikki at verða faresearnir, men Hin góði Hirðin og seyður Hansara.

.

Hin góði Hirðin

Í Føroyum hava vit nógvan seyð. Og tað er ikki fyri einki at vit eiga Føroyar ella upprunaliga “får-øerne”, seyða oyggjarnar. Vit vita, at ein hirði hevur sín egna seyð, sum hann ansar eftir. Hann kennir sín egna seyð. Hirðin hevur ikki bara rættin at føða og leiða seyðin, men hann hevur eisini ábyrgdina at føða og leiða sín egna seyð. Hirðin kennir seyð sín við navni, og seyðurin kennir røddina á hirðanum. Tá Hirðin rópar á seyðin, so kemur hann rennandi oman av fjallinum, eisini um hann er langt burtur. Seyðurin fer ikki at fylgja ella ganga aftaná einum fremmandum. Seyðurin fylgir hirðanum, tí hann veit, at hjá honum fær hann mat og drekka.

Tað er hetta líknilsi Jesus brúkar í Jóh.10 og fleiri aðra staðni í Bíbliuni. Menniskjuni eru at líkna við seyð. Jesus er hin góði hirðin. (Ez.34,31; 1.Pæt.2,25; Es.53,6)

Syndin, sum kom inn í heimin gjørdi, at vit “vendu okkum hvør sín veg.”  Vit vendu okkum burtur frá Gudi, akkurát sum, tá seyður verður vilstur og spjaðist sundur. Men ein góður Hirði, Hann fer at leita eftir seyðinum og ger alt hann kann fyri at bjarga honum. Jesus er hesin góði hirðin: (Jóh.10,9; Jóh.10,11; Jóh.10,14). Vit lesa eisini: (Matt.18,11-14; 2.Tim.2,4)Jesus gav lív sítt. (Jóh.15,13). Jesus kom ikki fyri at taka, men at geva. Hann kom ikki fyri at verða tæntur, men fyri at tæna.

Jesus gert Hirði okkara, við at vit taka ímóti Honum og takka fyri tað, Hann gjørdi á Golgata, har Hann doyði fyri syndir okkara.

Sálm.23,1 byrjar við:… Orðið “mín” í Sálminum er alt avgerðandi. Er Harrin ikki hirðin í tínum lívið, so passar reystin av sálminum ikki fyri títt lív. Kanst tú siga, at Harrin er hirði tín? Er Jesus ikki hirði tín so fattast ella manglar tær alt. Tú hevur ongan at leiða teg, lívga teg og verja teg.

“Jesus frelsandi verk er nóg mikið fyri øll, men bara gagnligt fyri tey, sum veruliga trúgva á Hann.”

Er Jesus Harrin í tínum lívið, so hevur tú ein Hirða, sum gevur tær alt. Tú fattast ella manglar einki. Hann leiðir, Hann lívgar teg, Hann gevur tær hvílu, Hann verjir teg, borðreiðir fyri tær, salvar teg, og gevur tær ævigt lív. Lesa tit sálm 23, so leggja tit til merkis, at Hirðin ger alt. Tað einasta seyðurin hjá Hirðanum ger er, at hann lurtar, fylgir og hevur álit á Hirðanum. Jesus ger alt. Tað einsata vit skulu gera er at fylgja honum.

Tað fyrsta og síðsta Jesus segði við Pætur var: “Fylg TÚ mær!”(Matt.4,19Jóh.21,22). Tað einasta vit sum seyður Guds, sum trúgvandi, skulu gera er at fylgja Gudi. At vit lata Hann fylla okkum, lívga okkum, lata Hann geva okkum hvíld. Tað gera vit við at fylgja hirðanum, vera saman við hirðanum og lata hann føða okkum. Tvs. vit eru nær hirðanum, vit gapa, sum seyður. Hjá okkum svarar tað til, at vit seta okkum niður. Seta tíð av til Gud. Lesa Hansara orð, biðja, hugsa um tað vit lesa og spyrja, hvussu kann eg liva hetta út sum eg lesi. Hvussu kann eg fylgja Gudi í dag.

Tað einasta Gud ynskir av okkum er, at vit skulu fylgja Honum. (5.Mós.10,12Mika 6,8). 

Fylgja vit Gudi, so fara vit at varnast tríggjar hemmiligheitir ella loyndarmál til sanna gleði. Tað stendur: (Neh.8,10)

  1. Tað fyrsta er loyndarmálið fyri eitt lukkuligt lív, har allir tørvir eru nøktaðir.  (Sálm.23,1Sálm.73,25)
  2. Tað seinna loyndarmálið er loyndarmálið til ein lukkuligan deyða, har allur ótti er burturbeindur. Nú er tað ringasta deyðin kann gera móti okkum, í veruleikanum tað besta, ið kann henda okkum. Tað stendur deyðin er vinningur. Deyðin er ikki longur nakað vit óttast, tí at doyggja merkir, at vit fara til Jesus, sum er mangan mangan betur. Men meðan vit liva her á jørðini, so liva vit fyri Jesus. Tí sigur Paulus, at liva er mær Kristus. (Fil.1,21; Sálm.23,1Sálm.73,23)
  3. Tað triðja er loyndarmálið til ein lukkuligan ævinleika – øll ynski nøkta. (Sálm.23,6; Sálm.37,4)

.

TRYGGLEIKI

Tá vit eru frelst, so eru vit æviga trygg sum seyður Hansara. Vit eru so trygg, at Jesus brúkar seyðin og Hirðan sum líknilsi fyri at fáa okkum at skilja tað: (Jóh.10,27-30). 

Jesus gevur ævigt lív til seyð sín. Tað merkir lív, sum fer at varða í allar ævir. Tað er ikki eitt lív, sum er avmarka av teirra atburði. Tað er ævigt lív, og tað merkir tað varðir í ævir. Men eitt ævigt lív merkir eisini, eitt kvalitets lív. Tað er lívið hjá Jesusi, sum vit hava fingið við trúgv. Tað er eitt lív, sum ger okkum før fyri at njóta signingar frá Gudi longu her niðri á jørðini gjøgnum Hansara orð. Hetta lívið er eins gagnligt í ævinleikanum.

Legg til merkis, at Jesus sigur “hann skal aldri í allar ævir fortapast.” Um nakar av seyðum Jesusar fortaptist, so hevði Jesus verið skyldigur í at ikki halda síni lyftir, og hetta er ikki møguligt. Jesus er Gud, og Hann kann ikki svíkja. Hann lovar her í hesum versi, at eingin av Hansara seyðum fer nakrantíð at brúka ævinleikan í eldsjógvinum.

Merkir hetta so, at ein frelstur persónur, kann liva sum hann vil? Kann hann verða frelstur og liva eitt syndafult lív? Vita tit hvat, ein frelstur persónur, tráar ikki longur eftir at njóta synd. Hann kann verða freistaður og fella út í synd, men hann trívist ikki í henni.  Jesus hevur lagt eitt nýtt ynski í hansara hjarta, um at fylgja honum eftir. Tí sigur Jesus við hini trúgvandi, sum eisini eru Hansara lærusveinar: “FYLG MÆR.”

Vit liva ikki eitt kristi lív fyri at gerast kristin ella fyri at bevara frelsuna. NEi, vit liva eitt kristi lív, tí vit eru kristin. Vit ynskja at liva eitt heilagt lív, ikki tí vit eru bangin um at missa frelsuna, men av takksemi til Gud sum doyði fyri okkum. Hesin tryggleikin eigur at motivera okkum at liva heilagt fyri Gud.

Eingin kann ríva ein trúgvandi úr hond Guds. Hansara hond er almáttug, sterkari enn alt. Hann skapti heimin, og enn í dag uppiheldur heiminum. Tað er eingin kraft ella styrki, sum kann ríva ein trúgvandi úr hond Guds. 

Í versið 29, síggja vit at vit sum frelst, eru ikki bara í Jesusar hond, men eisini í Gud faðirinsar hond. Hetta er eitt tvífalt garanti um tryggleika.

 

Vit lærdu

  1. Er Jesus ikki hirði okkara so mangla vit alt. Kanst tú siga: “Harrin er Hirði mín?”
  2. Jesus er hirðin og Hann hevur gjørt og ger alt. Tað einasta Jesus ynskir er at vit skulu fylgja honum. “Fylg mær!”
  3. Set tíð av til Gud, so Hann kann lívga og leiða teg gjøgnum sítt orð, Bíbliuna. “Hann lívgar sál mína, Hann leigur meg eftir røttum leiðum – fyri navns Síns skuld.”
  4. Seyðurin er æviga tryggur í hond Jesusar og Guds: “Eingin kann ríva _Dinu__ úr hon faðirs Míns.” Tí vil eg tæna tær.

 

Bøn:

  1. Harri kom inn í mítt lív. Eg trúgvi tú doyði í mín stað, fyri mínar syndir. Bjarga mær.
  2. Harri ver tú mín Hirði, leið tú meg, ei tú meg.
  3. Hjálp mær at seta tíð av til títt orð og bøn, so tú kanst lívga meg, leiða meg tín veg.
  4. Takk fyri tryggleikan í tær. Tí vil eg tæna tær.

.

Endi:

Takk fyri í dag. Eg skal minna á, at vit hava ein Giveaway/burturlutan í løtuni, á einum video, sum eitur “Aftur í skúla giveaway”. Og tað er eitt fríggjadagsvideo. So hyggið eftir tí videoinum og luttakið í kappingini, sum endar 31.august. Vinnarin verður funnin 1.september.

Skriva viðmerking