Hey tit! Langt síðan eg havi presenterað meg ordiliga fyri tykkum!😄 Men, here is goes…

☑ Eg eiti Dina Jensdóttir Norðberg

☑ Eg eri 25 ár

☑ Eg kom til trúgv á Jesus sum einans 9 ára gomul.

☑ Eg bleiv gift við mínum besta vini, Evald Norðberg, í 2020 í apríl, tá korona toppaði. Men vit høvdu ein fantastiskan dag og hátíðarhildu dagin live umvegis Facebook. – Stuttligt nokk møta vit enn fólkum, sum ynskja okkum tillukku og geva okkum seinkaðar brúðargávur ella heilsanir. Tað virðismeti eg ordiliga, tí tað vísir veruliga, hvussu umhugsin fólk eru.

☑ Eg byrjaði at blogga umvegis www.vakurleiki.fo í 2015. Tá var eg bara 19 ár.

☑ Eg eri útbúgvin lærari í m.a. Alisfrøði, evnafrøði og støddfrøði. Eg starvist í Fuglafirði. – Júst nú eri eg í farloyvi 1 ár.

☑ Eg elski at undirvísa í Alis- og evnafrøði! “Hví?!” Siga flest. – Jú, tí sum útgangsstøði dáma fólk ikki Alis- og evnafrøði ella halda tað vera torført. Eg elski at gera royndir og eg royni mítt best at geva næmingum eitt “aha”-upplivilsi og success upplivilsi av lærugreinini.

☑ Eg elski at hava fólk á vitjan og løði upp við at vera saman við vinfólki.

☑ Í ár fekk eg eina stóra skurðviðgerð, at rætta kjálkabeinini til, tí eg eri fødd við vakstrarfeili í kjálkabeininum.

☑ Eg elski kaffi og farvuna ljósareytt!

☑ Vegna skurðviðgerðina, eri eg broytt sindur í andlitinum og ikki øll kenna meg aftur við fyrsta eygnabrá. Tað er sindur stuttligt og løgi, haldi eg. 😄

☑ Mær dámar best at ferðast til støð, har eg havi verið fyrr og koma kenna staðin betur. Tí havi eg verið í Italia 4 ferðir!😂

☑ Eg havi altíð dámt gott at tikið myndir og gjørt video, og sum 12 ára gomul, so hevði eg ein lítlan dreym um at gera YouTube video. Tó helt eg ikki, at hetta var nakað eg kundi gera.

☑ Eg kann vera rættiliga tvør, og skal helst ikki gera líka sum øll onnur.🤣

☑ Eg ynski at brúka bloggin at fortelja um Jesus og Bíbliuna. At uppmuntran trúgvandi at fylgja Gudi eftir og taka Bíbliuna í álvara. Eg ynski at svara spurningum, kristin sita við og taka tey truplu evnini upp. – Eisini hugsi eg, at hetta er eitt gott høvið at gera føroyskt, kreativ video eisini.

Dina Jensdóttir Norðberg

Skriva viðmerking