Bíblian – Bíblian er Orð Guds til mannaættina

“Vit hava fingið eina nýggja søgubók í ár!” segði Dánjal, “og eisini eina nýggja bók til náttúru og tøkni!”

“Tað er gott,” svaraði Jensa. “Eg var so troytt av teim gomlu. Tær høvdu onga nýggja uppfinning, t.d fartelefon, talgild myndatól o.a.”

“Hvat sigur tú? Eru skúlabøkurnar hjá tykkum avoldaðar?” Tað var abbi teirra, sum spurdi. Dánjal og Jensa hildu abban vera fittan. Hann fekk tey altíð at hugsa. Abbin helt fram. “Vita tit, at tað er ein bók, sum ongantíð verður avoldað?”

“Ongantíð avoldað?” spurdi Dánjal. “Hvør bók er tað?”

“Eg veit! Eg veit!” svaraði Jensa! “Tað er Bíblian!”

“Púra rætt,” svaraði abbin, “hóast Bíblian er ógvuliga gomul, so er hon líka tíðarhóskandi sum portalarnir.” Hetta gav teimum nakað at hugsa um, og tey fóru at seta abbanum fleiri spurningar.

 

“Hvat er Bíblian?”

Bíblian er mætasta bókin í øllum heiminum. Hon er eisini øðrvísi enn allar aðrar bøkur. Bíblian er “bræv” Guds til mannaættina – eitt sera langt bræv! Tað kallast eisini “Orð Guds.” Í Bíbliuni eru 66 bøkur settar saman til eina bók. Henda bókin er býtt sundur í tveir partar. Fyrri parturin kallast Gamla Testamenti og hevur 39 bøkur. Seinni partur, Nýggja Testamenti, hevur 27 bøkur. Seinasta bókin er skrivað fyri næstan 2000 árum síðani.

 

Hvør skrivaði Bíbliuna?

Flestu bøkur hava ein rithøvund. Viðhvørt skriva tveir rithøvundar eina bók saman. Bíblian hevur 40 rithøvundar. Hesir menn livdu ikki allir samstundis. Teir livdu í einum tíðarskeiði á 1600 ár! Á ein hátt, hóast alt, hevur Bíblian ein rithøvund – sum er Gud sjálvur. Bíblian sigur: “Øll skriftin er innblást av Gudi.” (2. Tim. 3,16) Tað merkir, at Gud leiddi menninar, meðan teir skrivaðu. Eingin onnur bók er innblást av Gudi, og tað fer heldur ongantíð at verða nøkur onnur bók innblást av Gudi. Vit skulu lesa Bíbliuna við nærlagni og við stórari virðing, tí hon kemur frá Gudi.

 

Hvat er Bíblian um?

Bíblian hevur í sær alt tað, sum Gud valdi at siga mannaættini, men høvuðspersónurin í Bíbliuni er Jesus Kristus, Sonur Guds. Gamla Testamenti varð skrivað, áðrenn Jesus var føddur. Tað sigur okkum, hví Jesus mátti koma niður til jarðar. Nýggja Testamenti varð skrivað, eftir at Jesus varð føddur. Tað sigur okkum um lív, virki og deyða Hansara. Bíblian sigur okkum, hvat Gud vil, at vit skulu skulu trúgva á – um Hann og son Hansara Jesus Kristus. Bíblian sigur okkum eisini, hvussu vit skulu liva.

 

Til hvønn er Bíblian skrivað?

Bíblian varð skrivað til øll menniskju allastaðni. Tú ert eisini íroknaður. Gud vil, at øll lesa og granska Bíbliuna. Tað er einasti háttur, vit kunnu fáa at vita allan sannleikan um Gud, um Jesus og um okkum – menniskjað, sum Hann skapti.

Minnisvers

Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi. (2.Tim. 3,16)

 

Hvat er Bíblian og hví hevur hon týdning?

Skriva viðmerking