Hey! Hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo. Í dag, so fara vit at tosa um góð verk!

Tá ið vit tosa við vantrúgvandi, royna vit at gera teimum greitt, at eingin verður frelstur av góðum verkum, men vit eiga at vera líka so avgjørd at læra trúgvandi, at vit eru frelst til góð verk. Hygg at hesum versunum:

Matt.5:16; 1.Tim.6:18; 2.Tim.3:17; Tit.2:7,14, Tit.3:8,14, Hebr.10,24; 1.Pær.2,12

Eitt eyðkenni Jesusar var at hann gjørdi væl (Áp.10,38; Matt.10,25) Vit liva í einum heimi, sum sigur, hugsa fyrst um teg sjálvan og tínar dreymar, áðrenn tú hugsar um onnur. Men Bíblian hevur eina eggjandi avbjóðing: “Ger væl! Liv fyri onnur! Gev og verð yvirgivin!” Vit fáa óteljandi møguleikar hvønn dag at gera væl, geva eina hjálpandi hon ella siga troystandi orð. Latið okkum vera vakin, klár at brúka hvønn møguleika at tæna Gudi, sum vitnisburð fyri Jesus. Her eru nøkur dømi fyri hvussu tú kanst gera væl:

  1. Tey sjúku: Vit kunnu vitja tey, keypa ein posa av bomm ella okkurt at lesa. Vit kunnu lesa úr Bíbliuni fyri teimum og biðja saman við teimum. – Hetta er ein góður máti at styrkja trúgvandi, og røkka tey ófrelstu.
  2. Tey gomlu: Eldri fólk gerast ofta glað fyri vælgerðir, sum ung fólk og børn vísa teimum. Ein vitjan, eitt prát, eitt lurtandi oyra. Gomul fólk elska at fortelja um gamlar dagar, og mong av teimum hava nógvan vísdóm og góð ráð. Tey eru sum ein bók, við mongum spennandi søgum. Eg elski at fáa eldri fólk at fortelja, hvussu tey komu til trúgv, ella hvussu tey møttu sínum maka. So við bara at lurta við áhuga eina løtu har møtir teimum, kemur tú langan veg.  Tú kanst eisini koyra tey ein biltúr til ella frá møti, geva teimum ein posa av kakum ella bollum, eina traktat ella fitt heilsan. Ella hjálpa teimum at bera skrelli út, leiða tey yvir um vegin ella fara eitt ørindi fyri teg. Møguleikarnir eru endaleysir, tá vit gera væl.
  3. Tey fátæku: Gud elskar tey fátæku á ein serligan hátt. Tey, sum hjálpa hinum fátæka, verða signað, men tey sum frek hin fátæka verða bannað av Gudi. Tú kanst gev til hini fátæku. Tað kann vert vera nøkur góð, brúkt klæði, ein lítil peningagáva ella matur. Mong fátøk børn eru vorðin frelst á summarlegum, sum onnur trúgvandi fólk sendu tey á og goldu fyri. Reypa ikki um tína valgerð, men ger hana meðan eingin sær, tí so skal Gud løna tær (Matt.6,4).  Tá vit geva, so viðmerkir heftið, at vit eiga at vera umhugsin, varin og duga at meta um, um talan er um veruligan tørv ella óveruligan tørvn. Bið fyri Harran um vísdóm tá gevur.
  4. Tey útistoyttu: Mong menniskju vera útistoytt, eru outside’arar, og ignorera vegna syndina í teirra lívið. Tað fellur menniskjum nátúrligt at ignorera tey, men Bíblian sigur, at hin trúgvandi eigur at royna at vinna tey fyri Jesus. Eitt og hvørt menniskja er ein dýr sál, sum Jesus doyði fyri. Vit eiga at síggja eitt og hvørt menniskja, sum Jesus sær tey. Vit eiga sum Jesus, at taka hjartaliga synd í teimum. Vit, eg og tú, eiga at røkka hesi menniskju.
  5. Tey, sum eru komin illa fyri av skaðatilburðum: Næstan allastaðni eru tað familjur, sum hava verið fyri trupulleikum og vanlukkum. Kanska tey hava verið fyri eldsbruna, innbroti, skaðatilburði, deyðsfalli, skilsmissum osv. Trúgvandi eiga at biðja fyri teimum og nýta høvdið at hjálpa teimum og vísa teimum á Jesus. Jesus sum er vónin sum ber, tá allar aðrar vónir bresta.
  6. Tað síðsta og tað vigtigasta. Títt egna húski/familjan:  Tá tú vilt vísa Jesus í tínum lívið fyri tínum vinum, gloym ikki at liva Jesus heima. Vit hava fingið boð um at æra foreldur okkkara. Tað er altíð okkurt, lítið ella stórt, sum vit kunnu taka hond í heima. Heftið sigur: “Tað er ein vánaligur vitnisburður at bera seg at sum eitt halgimenni uttanfyri og sum ein vantrúgvandi heima.” (1.Tim.5,8)

Nøkur góð ráð, tá nú ynskir at gera væl:

  1. Royn at gera okkurt gott hvønn dag. Bið Gud um at vegleiða teg og hjálpa tær at síggja møguleikarnar í hvørjum degi.
  2. Hugsa um tað tú kanst gera og ger tað. Heftið fortelur eina søgu: “Ein arbeiðsgevari, ið hevði viðtalu við nakrar, ið søktu arbeiði, legði nakað rukkað burturkastað pappír á gólvið, sum teir komu at ganga eftir. Seks teirra traðkaðu bara yvir tað, men hin sjeyndi tók tað upp og blakaði tað í ruskílatið. Hann fekk arbeiði.”
  3. Kennir tú teg eggjaðan til at gera eina góða gerð, so royn ikki at nokta ella doyva tað. Ger eftir ráðum frá Mariu: “Tað, sum Hann sigur við tykkum, skulu tit gera.” (Jóh.2,5). Jákup segði: “Tann, sum tí veit, hvussu hann skal gera rætt, og ger tað ikki, honum er tað synd.” (Ják.4,17). Tvs. Letur tú vera við at gera væl, tá tú veitst tað er tað rætta, so syndar tú.
  4. Ger góðu verkini og leita ikki eftir rós, men ger tað meðan eingin veit. Harrin skal løna tær. Tað er ikki umráðandi at verða róstur av menniskjum, men tað sum er umráðandi er at verða róstur av Gudi. (Matt.6,2-4)
  5. Vís teimum kærleika, sum ikki gjalda tær aftur (Luk.14,12-14). Hond Guds er størri og tí er løn Hansara eisini størri. Hygg fram eftir til Himmalin.
  6. Vís teimum kærleika, sum hata og forfylgja tær (Róm.12,20). Um onkur ikki dámar teg og sigur okkurt ljótt við teg, so sig, “Eg fari at vera her og “irretera teg”, elska teg til tú sært, hvussu nógv Jesusar teg, til tú sært hvat Jesus hevur gjørt fyri teg, so tú tekur ímóti Honum.” Heftið fortelur: “Tað varð sagt um ein trúgvandi mann, at besti mátin, at fáa hann at vísa kærleika, var at verða ófólkaligur móti honum. Hann hevði av sonnum lært at fylgja Jesusi.” Og ein onnur søga: “Tað vóru tveir hermenn, annar trúgvandi og hin ikki. Eitt kvøldið blakaði tann vantrúgvandi sínar skitnu, runugtu stivlar á hin trúgvandi, meðan hann lá og bað. Hin trúgvandi helt á fram at biðja. Morgunin eftir, fann hin vantrúgvandi stivlarnar reinar við síðurnar av songini. Hetta knústi hansara hjarta, og maðurin bleiv frelstur.”
  7. Brúka evnini, tú hevur fingið (Præ.9,10a). Ein nál og tráður, ein pennur í hondini á einum yvirgivnum trúgvandi kann avrika stórverk fyri Gud. Hvør einstakur av okkum hevur nakað at gera fyri Harran (Áp.9,36-39)
  8. Alt, sum vit gera eiga vit at gera í Jesu navni, fyri Jesus (Kol.3,17). Nýti hvønn møguleika at siga okkurt um Jesus. Ger eina vælgerð, gev og sig: “Eg vil gjarna geva tær hetta í navni Jesusar. Hetta er frá Gudi”.

Minst til, at alt tú gert fyri onnur, fært tú løn fyri í Himli. Tað stendur, at Gud enntá ikki gloymir lønina fyri, tá tú gevur eitt glas av vatni fyri Hann (Matt.10,42; Mark.9,41). Minst til, at lønin fer altíð at vera størri enn tænastan tú gert.

Síðst sendu tit masser vers inn, so eg fari at lesa nøkur her: Lesa vers

 

Minnist til at luttaka í okkara giveaway! Like’a videoið og trýst á linkið niðri undir videoinum fyri at luttaka!

 

Bei

Skriva viðmerking