Hey! Hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo

Síðst tosaðu vit um svárar tíðir. Nøkur skrivaðu eisini inn og søgdu frá tykkara sváru tíðum. Øll av okkum fara ígjøgnum svárar tíðir. Onkur nú, onkur tá og onkur í framtíðini. Í dag so hugsaði eg, at tosa um at finna gleði í svárum tíðum.

Eitt orðatak sigur:

“When life is difficult, we come out victorious through faith, courage, perseverance – and joy.”

“Tá lívið gerst svárt, koma vit sigrandi frá tí gjøgnum trúgv, mót, úthaldni – og gleði.”

.

Eitt annað sigur:

“Walk boldly and wisely. There is a hand above that will help you on.”

“Gakk treystur og vísur. Tað er ein hond omanífrá, ið vil hjálpa tær á veg.”

.

Nøkur ting at hugsa um:

  • Hevur tú nakrantíð verið noyddur at arbeiða hart og leingi fyri eitt hvørt?
  • Gjørdi títt stríð ella tín indsatsur, úrslitið meira virðismikið?
  • Kanst tú koma í tankar um eina støðu, har úthaldni og tol er neyðugt?

.

Gleði í fongslinum:

Vers at lesa: Fil.4:10-19

“Fil.3:12”?

Filippibrævið er eitt stutt bræv við 4 kapitlum, ið snýr seg nógv um gleði. Í meðan Paulus skrivar brævið um gleði, situr hann í einum rómveskum fongsli. Hann heitir á okkum trúgvandi, at vera glað í orði og gerð, hóast vit líða (Kap. 1), hóast vit eyðmykt tæna (Kap. 2) og tá vit eru bangin og stríðast við angist (Kap. 4).

Tú hugsar kanska: “Men Paulus, also kunnu vit veruliga gleðast í øllum umstøðum? Hvat tá vit missa foreldur? Tá eitt vinaband fer í sorð? Tá ein familjulimur særir okkum? Er tað ein gongd sunt, at leita eftir gleði í slíkum, sorgar tíðum?

Nú, legg til merkis. Paulus biðjur okkum ikki vera glað “av” svárum tíðum. Men kann biðjur okkum gleðast “hóast” svárar tíðir. Paulus kallar okkum ikki at ynskja okkum svárar umstøður og pínu í okkara lívið, men hann kallar okkum at sigra í Gudi í øllum umstøðum.

.

Og Sum eg nevndi í undan farna video, so fór Paulus sjálvur ígjøgnum ómetaliga svárar tíðir. Eg nevni nakrar heilt fáar av teimum aftur her:

  • Paulus var maðurin, ið var steinaður og bukaður (Áp.14:19; 21:30-32)
  • Hann var í skipsvraki (Áp.27:39)
  • Hann leið av pínufullari, likamligari sjúku (Gal.4:13-14)
  • Hann livdi við ringari samvitsku frá fortíðini, áðrenn hann kom til trúgv, tá hann lá eftir samkomu Guds (Áp.22:4)
  • Hann var settur í fongul og dømdur orsaka av hansara trúgv (Áp.16:22-24)
  • Eg nevndi fleiri av Paulusar líðingum í undanfarna video.

Men Paulus helt á at virka og var ikki til at steðga! Hann var ein gleðimikil maður!

Hvussu gleddist hann? Hann gleddist í, hvat Jesus hevði gjørt fyri hann. Hann gleddist um felagstrúgvandi. Hann gleddist um, at fyri framman, aftaná hetta lívið, so átti hann eina bilet til himmals. Men Hann gleddist eisini um, at tæna Jesusi her (Fil.1,23-24). Vit lesa at ápostlarnir, gleddust um, at teir vóru hildnir verdir at líða ilt fyri Jesusar skuld (Áp.5,41)

.

Síðstu boðini, Paulus skrivar til Filippimenn er, hvussu samkoman hevur umsorgan fyri honum gjøgnum hansara sváru tíðir. Hann sigur at samkenslan og gávurnar vóru “yndisligur angi, offur til Gud” (Fil.4,18). At hjálpa einum í teirra sváru tíðum er angi, yndislig bøn til Gud! 

Jákup sigur nevniliga, at hjálpa menniskjum í trongdum teirra gudsdýrkan og vilji Guds:

“Rein og lýtaleys gudsdýrkan fyri Gudi og Faðirinum er hetta: At vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra, og at halda seg ódálkaðan av heiminum.” (Ják.1,27)

Ja, lívið kann sanniliga vera svár. Men enntá, tá vit líða, kunnu vit standa sterk – og hjálpa øðrum at gera tað sama – sum vit við gleði halda á við Guds hjálp.

– Visti tú at úthaldni og ósigur ikki ganga hond í hond. Hví? Ósigrar og mistøk henda, tá vit geva upp. Úthaldni merkir ikki, at alt er perfekt og lívið er lat. Úthaldni merkir, at vera gera feilir, og koma í svárar tíðir, men vit halda tað út ella koma ígjøgnum tað, við Guds hjálp.

.

Gud lovar ikki, at loysa allar okkara trupuleikar og taka sváru tíðirnar frá okkum. Men tað eru nøkur lyftir, sum Gud hevur givið okkum.

  • Gud lovar at geva okkum styrki (Sálm.138:3)
  • Gud lovar at troysta teg (2.tess.2:16-17)
  • útveg
  • Gud brúkar okkara sváru tíðir, at gera okkum sterkari (Róm.5:3)
  • Gud brúkar,okkara sváru tíðir royna okkara trúgv og geva okkum tol. (Ják.1,3)
  • Gud brúkar okkara svárar tíðir, at dýrmeta Hann (1.Kor.1:27)

Er tað ikki áhugavert, at Gud brúkar tað veika í heiminum, at vísa sína styrki? Vit hugsa ofta “tá eg veri størri, tá eg veri frískur, tá eg fái hetta í rætt lag…” Men Gud sigur nei, nei. Eg ynski at brúka teg tí tínum veikleika, í tínum sváru tíðum, í síni sorg, í tíni sjúku, at vísa mína ómetaliga stóru styrki í tær.

.

Mín altíð so smílandi vinkona Mirjam, sum deildi sín vitnisburð í undanfarna video. Hon segði frá einaferð, hvussu ein vantrúgvandi kona kom til hennara, og spurdi hana við tárum í eygunum, hvussu hon var so sterk? Hvussu hon helt á? Mirjam hevði stutt síðan mist ein familjulim, og aftaná var hon sjálv vorðin ógvuliga sjúk. Mirjam smíltist við umsorgan til hennara og svaraði við Guds hjálp.

– Er hetta ikki eitt undurfult dømi uppá, hvussu Gud kann vísa sína styrki í okkum, tá vit eru sjúk, veik og stríðast?

Ein annar maður er “Nicholas James Vujicic”. Hann var føddur uttan bein og armar. Leitar tú eftir honum á Youtube, so hevur hann eins og Mirjam altíð eitt smíl. Hví? Hann sigur, at hann kann smílast og standa sterkur, orsaka av teimum sváru tíðinum í hansara lívið.

Gud kann nevniliga brúka okkara veikastu síður at vísa sína størstu styrki.

.

Um tú fert gjøgnum eina svára tíð. So haldi, tað er týdningarmikið, at vit viðurkenna tað. Tað er í lagið at stríðast. Tað er í lagið at vera sjúkur. Tað er í lagið. Síðani eiga vit at venda okkum til Gud. Finna troyst hjá Honum í Bíbliuni, bøn og felags trúgvandi. Ein samkoma er eitt gott stað at finna felags trúgvandi.

.

Paulus sigur: “Takkið í øllum førum – tað er vilji Guds við tykkum í Kristi Jesusi!” (1.Tess.5,18)

At vit læra okkum at síggja tað góða í hvørjum degi. Tað noyast ikki at vera stór ting, men smá ting. Hetta royni eg at gera hvørt kvøld áðrenn eg leggi meg. Eg lesi ein kapitul í Bíbliuni og skrivi einkul ting, sum eg eri takksom fyri í dag. Her er okkurt sum eg havi skriva.

T.d. eri eg takksom fyri í dag…

.

Gerð:

  • Hvussu fann Paulus og ápostlarnir gleði hóast svárar tíðir?
  • Kanst tú í tínum veikleikum og sjúku, finna gleði, hóast svárar tíðir?
  • Hvussu kanst tú hóast tínar veikleikar og sjúkur, seta Gud høgt? 
  • Hvussu kanst tú hjálpa einum øðrum, sum er veikur, sjúkur ella fer gjøgnum eina svára tíð?

.

Bøn: “Takk fyri Harri, at tú vísir tína styrki í okkara veikleikum. Harri eg loyvi tær, at brúka mína veikleikar at vísa tína styrki.

Eg loyvi tær, at brúka mínar veikleikar at dýrmeta teg og seta teg høgt. Harri, eg biði fyri, at tú mást vera dýrmettur og settur høgt í mínum lívið.

Harri, vit biðja fyri, at tá vit stríðast, eru veik og sjúk, at vit mugu leita til Tín. Finna troyst hjá tær og gleði í Tínum orðið og lyftum.

Hjalp okkum at vera villig at hjálpa øðrum, tá tey eru veik.

Harri hjálp okkum at vera takksom fyri tey lítlu tingini, tú gevur okkum dagliga. Amen.

 

Skriva viðmerking