Gestabloggur eftir Olgu K. Skorastein

Jóla-stjørnan

Einki er so vakurt sum eitt stilt vetrarkvøld at fara ein túr og hyggja upp eftir stjørnunum. Og hugsa tær at

Hann ger av hvussu mangar stjørnurnar skulu vera, og Hann gevur teimum øllum navn” (Sálm 147,4).

Í hesi jólatíð síggja vit nógvar stjørnur í vindeygunum. Tað var stjørnan, ið leiddi vísmenninar til húsið har teir funnu Jesus:

stjørnan, sum teir høvdu sæð har eysturi, gekk fyri
teimum, inntil hon kom og varð standandi, uppi yvir har barnið var. Táið teir sóu stjørnuna, gleddust teir ómetaliga. Teir fóru so inn í húsið og sóu barnið og móður tess, Mariu; og teir fullu niður og tilbóðu tað og lótu upp goymslur sínar og ofraðu tí gávur: Gull, roykilsi og myrra
” (Matt.2,9-11)

Fylgdu stjørnini vísmennirnir

.

Stjørnan, DIY (Skapandi)

Framferðaháttur í orðum: Jarntráðurin eg hevðivar ikki so lættur at arbeiða við. Tráður, sum er eitt sindur tjykkri, er nokk lættari at arbeiða við. Ella kanst tú fáa hjálp frá onkrum. Eg negldi nakrar naglar í eina fjøl. Síðani vant eg jarntráðin um teir á kross, soleiðis tað varð til eina stjørnu. Síðani vant eg um stjørnuna ímeðan hon var fest í naglarnar. Tá ið hon virkaði stytt (føst) tók eg hana av og vant restina av jarntráðinum rundan um hana. Tá ið stjørnan var liðug prýddi eg hana við perlum, ið eg átti inni. 

stjørnan perlur

 

Framferðaháttur í myndum:

stjørnan amboð

stjørnan tekning

stjørnan tekna

stjørnan smíða

stjørnan tráður 1

stjørnan tráður 2

stjørnan tráður 3

stjørnan tráður 4

stjørnan tráður 4b

stjørnan tráður 5

stjørnan perlur

stjørnan gáva

stjørnan

hønurnar hjá olgu

 

Minst til at eingin stjørna er líka 

Tað hevði verið gleðiligt at sæð tykkara stjørnur. Sendið okkum mynd av tykkara stjørnum á Facebook, Instagramm, Snapchat ella viðmerkið mynd av teimum undir her í kommintar.

Gleðilig jól

 

Skriva viðmerking