http://www.youtube.com/watch?v=l6AIkRFWdhc

 

 Tað eru tvey ting, ið veruliga eru persónlig og søgulig fyri meg. Knappar og oyralokkar. Hvussu hongur hettar saman hugsar tú kanska. 

.

Jú, tá eg var heilt lítil so fann eg knappakrukkuna hjá mammu.Har brúkti eg mangar tímar, har eg spældi við hesar ymisku knappar. Summir vóru stórir og grønir, aðrir smáir og hvítir. Nakrir vóru mætir við akkeri á. Fyri mær var hettar ikki bara knappar, hetta vóru hermenn, prinsessur og prinsar.

.

Ja líka síðan tá hevur mær altíð dámt knappar væl. Eg hugsi knappar eru so ymiskir í stødd, útsjónd og myntri, akkurát sum vit menniskju eru.

.

Mangan hava fólk róst mínum hondgjørdu knappa-oyralokkum. Stuttligt, at kunna velja knappar út, júst sum tá eg var lítil. Og veruliga, og lættliga, kunna umskapa teir til eitt vakurt prýði.

.

So í gjár fór eg ein túr forbíð hjá Dianu í Runavík. Sum har vóru nógir flottir knappar. Eg bleiv heilt burtur í teimum. Tú hugsar kanska knappar hava bara tvey hol og eru í træ. Men fert tú yvir og hyggur at knappaúrvalinum í tílíkum handlum, so verður tú stórliga yvirraskað. Úrvalið er størri enn Glimmur hevur úrval í oyralokkum. Og spenningurin í at sleppa at umskapa hettar til oyralokkar, veruliga gleðir meg.

.

Tips: Ofta lata tílíkir handlar % av knappum, tá ið bara 2-4 knappar eru eftir. Og 2 knappar er júst nøgdin til eitt par av oyralokkum. Annars liggja kanska teir dýrastu knapparnir um 11 kr. stk, ið ikki er nógv tá ein bara skal keypa 2. Annars ber eisini til at brúka flottar, eldri knappar úr blusum ella øðrum.

.

Tilfar:

  • Tveir yndis knappar
  • Hobby-lím, SuperLím ella annað lím, ið heldur væl.
  • Oyralokka lás (Kann keypast hjá Dianu í Runavík ella Tiger)

Kanska hettar eisini er eitt fínt jólagávu uppskot til summi av tykkum?

 

Skriva viðmerking