“Tann, ið lesur Bíbliuna, verður skjótt varur við, at hon sigur frá ávísum hendingum, ið skulu fara fram á komandi døgum. Tað er bert Bíblian, ið gevur okkum opinberingar um framtíðina.
Vit fara at umtala nakrar av hesum hendingum í tí raðfylgju, sum tær koma a fara fram.” – (Hvat lærir Bíblian – Emmaus Bíbliuskeið)
..
1. Koma Jesus Kristusar eftir Sínum børnum (1.Tess.4,13-18)
Hin fyrsta stór hending verður, at Jesus kemur at taka fólk Sítt heim til Himmals. Henda hending verður vanliga nevnd burturrykkingin. Jesus kemur Sjálvur niður av Himli í skýggini við veldisrópi við rødd yvireingils og lúðuri Guds. Og tá skulu likam teirra, ið deyð eru í trúnni á Jesus, rísa upp. Síðani verða tey, ið trúgva á Jesus og liva rykt upp. Saman verða tey øll tikin upp av jørðini fyri at møta Jesusi í luftini. Eftir á jørðini vera einans tey vantrúgvandi, ið ikki hava tikið ímóti Jesusi.
.
Ansa eftir hesum sannleikunum í sambandi við Jesu komu:
- Tað kann henda hvørja løtu (Op.22,7)
- Bert tey frelstu, sum hoyra Jesusi til, fáa lut í hesum (1.Kor.15,23).
- Tað verður knappliga ”í einum eygnabragdi” (1.Kor.15,52).
- Tey trúgvandi skulu ikki øll doyggja likamliga, men nøkur liva til Jesus kemur aftur. Øll skulu umbroytast og fáa nýtt dýrdarlikam, so tey vera Jesusi lík (1.Kor.15,51-53; Rómbr.8,16-25).
.
2. Trongdartíðin (Matt.24,5-31)
Eftir at samkoman (tey trúgvandi) er tikin heim til Himmals, verður eitt tíðarskeið her á jørðini við sárum líðingum, og henda neyðartíð verður nevnd stóra trongdin. Í hesum tíðarskeiði koma tey flestu av Ísraels fólki aftur til Ísrael í vantrúgv ella uttan at hava vent við til Gud. Ein av teirra egnu fer at gera seg stóran og hevja seg upp, og hesin gudleysi høvdingi verður nevndur Antikrist, sum merkir móti Kristusi ella at gera seg Honum líkur. Hann fer at krevja, at fólkið skal tilbiðja hann sum Gud. Líðingarnar verða so stórar, at verða hesir dagar ikki styttir, kemur eingin frá tí við lívinum.
.
3. Jesus Kristus kemur sum Kongur í ríki Sínum (Malakias 4,1-3)
Eftir trongdartíðina kemur Harrin Jesus niður á jørðina við mátti og miklari dýrd. Hann fer at oyða allar fíggindar sínar og Antrikrist. Hann fer eisini at døma tær tjóðir, sum hava ligið eftir Ísrael og teimum trúgvandi av hesum fólki. Satan verður bundin og kastaður í avgrundina í 1000 ár. (Op.20,2-3)
.
4. Túsundáraríkið (Es.32,1; Es.35,1-7; Es.65,17-25)
Táið dómsviðgerðir Jesusar eru lidnar, grundar Hann ríki sítt her á fold við Jerúsalem sum høvuðsstaði. Jesus kemur at stýra sum Kongur hesum ríki í 1000 ár. Hetta tíðarskeið verður kallað túsundáraríkið. Friður og sæla kemur at eyðkenna hetta tíðarskeið. Vit lesa, at tá verður sjálv náttúran broytt. Leyvan skal liggja á beiti saman við neytunum, og oyðimørkin skal blóma sum liljan. Menniskjuni skulu verða ógvuliga gomul, og tann, sum doyr sum 100 ár, roknast sum ungur. Tað verður valatíð og einki kríggj skal vera tá. Syndin verður ikki fyribeind tá, men hon valdar ikki og verður straffað beinan vegin, har hon stingur seg upp á sjónligan hátt.
.
5. Dómurin við hitt stóra hvíta hásætið (Op.20,11-15)
Við endan av túsundáraríki Jesusar kemur dómurin fyri hinum stóra hvíta hásætinum at fara fram, av teimum vantrúgvandi. Hesin dómur verður bert fyri teimum gudleysu deyðu. Eingin, sum frelstur er, kemur fyri henda dóm. Likam teirra ófrelstu skulu rísa upp úr gravum teirra og deyðaríkið gevur aftur sálir teirra ófrelstu. Tey skulu tá møta fram fyri Jesusi at verða dømd. Av tí, at nøvn teirra ikki finnast í bók lívins, verða tey dømd sek og dømd til eldsjógvin. Har koma tey at líða æviga straff og pínu við sínum fulla viti.
.
6. Ævinleikin (Op.21; Op.20,11-15)
Eftir dómin byrjar ein nýggj tíð, sum heldur á í ævir. Ævir, merkir at tað fær ongan enda. Jørðin, sum vit kenna hana í dag, er tá vorðin oyðiløgd av eldi, og tíðin, sum vit kenna hana í dag, er heldur ikki meir. Øll sonn trúgvandi koma at njóta æviga sælu í Himlinum. Men øll, sum hava vrakað frelsuna og Frelsaran, Jesus, koma at líða pínu, í niðu og nátt í aldur og allar ævir.
Nú vit enda hendan partin “Hvat lærir Bíblian“, hevur hvør einstakur okkara henda átrokandi spurning at svara:
”Hvar verði eg í ævinleikanum?”