Hetta fostrið er 8 vikur og 2 dagar. Tá hevur barnið longu hjartasláttur, armar, bein, hendur og føtur. Longu í viku 3 byrja nýruni at mennast, og ca í viku 13, kunnu tey framleiða land (urin).
Áðrenn nakar skannari var uppfunnin, so sá Gud okkum í móðurlívið, og í sálmunum síggja vit hesa undurfullu fyrivitan Guds. Wauw! Vit eiga ein fantastiskan Gud – ja, hjá Honum er vísdómur og vit! Lat okkum halda okkum til Hansara! 


Sálm. 139:13Tí Tú hevur skapt nýru míni, Tú virkaði meg í móðurlívi.Sálm. 139:14Eg takki Tær, at eg eri virkaður so ómetaliga undurfult; undurfull eru verk Tíni, tað veit sál mín til fulnar.Sálm. 139:15Bein míni vóru ikki Tær duld, táið eg varð skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum.Sálm. 139:16Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin.

Skriva viðmerking