Her sæst videoið: “At tæna Gudi við flaki og kipsi”, niðri undir er ein bloggur “Gleðin at gera eina máltíð um vikuna.”
Gleðin í at gera eina máltíð um vikuna
At tæna. Hvussu kann eg, sum trúgvandi genta ella kvinna tæna Jesusi. Veitst tú hvat? Tú kanst tæna Gudi hvar sum helst og nær sum helst. Sangurin “Niður í dalin Jesus“, sigur í niðurlagnum:
“Fylgi, fylgi, Jesus, tær eg fylgi,
hvar sum helst, nær sum helst eg vil fylgja tær!
Fylgi, fylgi, Jesus, tær eg fylgi,
hvar sum helst tú leiðir, vil eg fylgja tær!”
.
Nær sum helst fylgja Jesusi.
Úti og heima. Heima? Jup, heima eisini. Og veitst tú hvat? Heimið eigur at vera fyrsta plássið, har vit tæna, hóast hettar eisini kann kennast sum truplasta staðið at tæna, síðani vit búgva saman við fólki, ið kenna okkum so mikið væl. Men heimið er eisini har, tú beinleiðis kann merkja ávirkanina, ið tín tænasta hevur.
.
Eitt nýtt eg havi roynt, síðan summarferiuna er miðvíst at gera døgurða ein ásettan dag í vikuni. Veitst tú hvat? Tað er so læruríkt, hugnaligt, alíkavæl lætt og góð tænasta, sum hevur veitt mær og familju míni so nógvar signingar. Tað er mær ein gleði at kunna gera eina máltíð um vikuna, og eg hugsaði kanska tú kundi roynt tað sama. Ella rætt mammu tíni ella pápa tínum eina hjálpandi hond fast ein dag um vikuna við døgurðanum; fyrireiking og avrudding, ella eitt av teimum. Men mína vegna dámar mær best at stákast sjálv, men til tess at læra nýggjar rættir er gott, at mamma er hjá at læra meg. Annars eru eisini nógvar góðar uppskriftir og vegleiðingar á Youtube og á netinum annars. Her fari eg at vísa tær tveir einfaldar.
.
1. Raspa flak og kips (Fish&Chips)
Hetta er mín yndisrættur í løtuni og eisini ein rættur, ið er lættari at gera hvørja ferðir tú gert hann.
Tilfar: Fiskur (flak), rasp, egg og kips
Um tú ikki hevur flak, so kanst tú eisini raspa laks, krepinettir o.a.
Framferðarháttur: Sker flakini í stykkir, ansa eftir at eingin bein eru í. Síðani brót 1-2 egg í eina skál og vend flakinum eitt og eitt í egginum. Síðani vendir tú fiskin í raspinum. Raspið kanst tú krydda við kryddaríum, salti og pipari. Síðani stoykir tú flaki á pannuni. Ansa eftir at venda flakinum fleiri ferðir á pannuni og ikki stoykja við alt ov høgum hita, soleiðis at flaki verður heilt gjøgnumstokt. Bakarovnin setir tú á 200 C. Spreiðir kipsini einfalt út á eina bakiplátu og stroyðir salt á og setir tað á bakarovnin in til kipsini eru vorðin brúnlit á kantunum.
2. Lasanja
Lasanja? Ja, tað er lætt og skjótt at gera, serliga tá man hevur skund, lítla tíð ella fyrireikar tað í síðstu løtu.
Tilfar: Kjøtfars, mjólk, vatn og lasanju-pakka.
Framferðarháttur: Fylg vegleiðingini á lasanju-pakkanum.