Standið fastir & Haldið uppat at klandrast! (Filip.4:1-3): Brøður mínir, sum eg elski, og sum mær leingist eftir, gleði mín og kransur mín, standið tí soleiðis fastir í Harranum, tit elskaðu! Evodiu áminni eg, og Syntýke áminni eg, at vera samsintar í Harranum; ja, eg biði teg við, tú, sum av røttum bert navnið Synzygus: Kom teimum til hjálpar! Tí tær hava strítt saman við mær í evangeliinum, og somuleiðis Klemens og hini, ið hava arbeitt saman við mær, tey, hvørja nøvn standa í bók lívsins.
- Hvat vers ella hvørji orð stóðu út í tekstinum? Eg havi eitt video um bíbliulesna og granskan her.
Í undanfarnu pørtum hava vit tosa um fyridømi, og hvar hins gleði trúgvandi er grundað, munurin millum navnkristin og sonn kristin. Hvussu ein kristin ber seg at, hví Gud frelsir okkum? Og seinast vón og borgaraskap hins trúgvandi. Í dag fara vit at tosa um hvussu vit kunnu standa fast og semjast við onnur kristin – geva uppat at klandrast.
4:1
Standið fastir! Filip.4:1: Brøður mínir, sum eg elski, og sum mær leingist eftir, gleði mín og kransur mín, standið tí soleiðis fastir í Harranum, tit elskaðu!
Í hesum versinum nevnir Paulus tey kristnu við nógvum vøkrum heitum. M.a. brøður sínar, hansara gleði og krans. Teir eru gleði hansara nú og løn hansara við dómstól kristusar. Øll Kristin fara nevnililiga at fáa løn fyri, at hava leitt onnur menniksju til trúgv og alla tað tænastu tey hava gjørt fyri Jesus. Enntá fyri at bera einum eitt glas av vatni.
4:2-3
Haldið uppat at klandrast! Filip.4:2: Evodiu áminni eg, og Syntýke áminni eg, at vera samsintar í Harranum;
ja, eg biði teg við, tú, sum av røttum bert navnið Synzygus: Kom teimum til hjálpar! Tí tær hava strítt saman við mær í evangeliinum, og somuleiðis Klemens og hini, ið hava arbeitt saman við mær, tey, hvørja nøvn standa í bók lívsins.
Tvær systrar í samkomuni nevndar Evodia og Syntyke høvdu samstarvstrupulleikar, men vit vita ikki hví. Paulus eggjar báar um at vera samsintar í Harranum.Vit kunnu ongantíð verða samd í øllum lutum og viðurskiftum, men í andaligum høpi kunnu vit sleppa týdningarleysum, persónligum ósemjum, fyri at Harrin kann vera ærdur.
Arbeiðsfelagin, sum nevndur er í vers trý, kann vera Timoteus, lukas, Epafroditus ella onkur annar. Men Paulus heitir á hendan um at koma og hjálpa við ósemjuni. Ofta er tað soleiðis, at tá tvey fólk klandrast, so er besti mátin at fáa skil á ósemjuni við, at ein triði óheftur persónur, sum er skilagóður og andaliga búgvin, kemur teimum til hjálpar. Ikki koma við egnum ráðum og sannførðingum, men at hann við leiðslu Guds og Bíbliuni kann vísa teimum stríðandi eina hjálp.
Hesar kvinnurnar høvdu strítt saman við Paulus. Tær ferðast ikki runt og talaðu og lærdu á sama hátt sum Paulus. Men tær kunngjørdu evangeliið við gestablídni, við at vitja heim, læra ungar kvinnur og vørn og tæntu Paulusi á annan hátt.
Klemens er eisini ein sum er nevndur her og onnur við honum, hóast vit ikki vita nakað um hann. Men vit vita hesi eru Paulusi kær. Bók lívsins er himmalska bókina, har øll nøvn verða skrivað í, sum taka ímóti Jesusi, sum teirra frelsara.