Dagsins Tellonym spurningur

  • Kann eg vera Kristin og stadivekk ganga í býnum?
  • Kann eg vera kristin og njóta sex uttanfyri hjúnaband?
    •  (Hvar stendur í Bíbliuni at man ikki kann vera LGBT og ikki hava sex áðrenn man er giftur? Kanst tú siga onkur ver og sovorðið?
    • Hvat hendir vissi man er í song saman áðrenn man er giftur?
    • Hebr.13:4 Hjúnabandið veri hildið í æru hjá øllu, og hjúnasongin veri ódálka! Tí siðloysingar og horkallar skal Gud døma. – Um man hevur dálka songina einaferð uttanfyri hjúnalag, og nú er komin í eitt parlag har mann royni rikki at fara í tað aftur, er mann staduvekk ein horkallur og syndari?
  • Kann eg vera Kristin og tó fáa mær ein av sama kyni? (Er tað skeivt, um eg dámi tvey kyn, sjálvt um eg eri Kristin?)
  • Kann man hava hol í oyrunum og verða Kristin?
  • Eg stríðist nógv við porn. Hvat skal eg gera fyri at steðga við hesum?

 

Mál hins trúgvandi (Filip.3:10-16): Soleiðis skal eg koma at kenna Hann og kraft uppreisnar Hansara og samfelag líðinga Hansara, við tað at eg verði gjørdur Honum líkur í deyða Hansara – um eg tó kundi nátt til uppreisnina frá hinum deyðu. Ikki, at eg havi vunnið tað longu ella eri fullkomin longu; men eg stevni eftir tí, um eg tó kundi vunnið tað, við tað at eg sjálvur eri vunnin av Kristi Jesusi. Brøður! Eg haldi ikki um meg sjálvan, at eg havi vunnið tað; men eitt geri eg: Eg gloymi tað, sum aftanfyri er, rætti meg eftir tí, sum frammanfyri er, og stevni móti málinum, til sigurslønina, sum Gud av hæddini hevur kallað okkum til í Kristi Jesusi. Latið okkum tá, so mong sum fullkomin eru, hava hetta sinnalag! Og er okkurt, sum tit hugsa øðrvísi um, skal Gud opinbera tykkum tað við – bert at vit, so langt sum vit eru komin, ganga somu leið.

  • Hvat vers ella hvørji orð stóðu út í tekstinum? Eg havi eitt video um bíbliulesna og granskan her.

Í undanfarnu pørtum hava vit tosa um fyridømi, og hvar hins gleði trúgvandi er grundað, um lygilærarar og munin millum lygilærarar (navnkristin) og hvussu sonn kristin eru. Seinast tosaðu vit um hvussu ein kristin ber seg at. Í dag fara vit at tosa um, hví Gud frelsti okkum og um vit kunnu taka okkum av løttum sum kristin og liva sum vit vilja.

 

3:10

Filip.3:10: Soleiðis skal eg koma at kenna Hann og kraft uppreisnar Hansara og samfelag líðinga Hansara, við tað at eg verði gjørdur Honum líkur í deyða Hansara –

Paulu sigur her, at hann ynskir at liva lív sítt soleiðis, sum Kristus livdi. Leið og doyði Harrin Jesus, so ynskir hann at líða og doyggja. Paulus hevði skilt, at tænarin (hann sjálvur) er ikki yvir Harra sínum-

“At eg skal koma at kenna Hann.” merkir her, at Paulus inniliga longdist eftir at koma at líkjast Jesusi meira og meira, dag fyri dag.

“kraft uppreisnar” Krafin, ið reisti Jesus upp frá deyåum, er størsta krarftargerðin, ið alheimurin hevur upplivað (Ef.1:19-20). Hesa somu kraft eiga vit kristin og kunnu nýta hana í trúgv. Paulus ynskir at royna hesa kraft í líðing hansara. Tí fyri at kunna líða fyri Kristus er neyðugt við guddómligari kraft.

Paulus visti at leið, hann so var tað eingin frelsandi effekt í tí. Als ikki, tað Kristus gjørdi á Golgata fyri hann og okkum var fullkomið. Men Paulus helt tað ver mótsigandi at hann sum tænari livdi í hugna og gleði, men Frelsari hansara livdi í óhugna, líðing og sorg.  Hann ynskti at gerast honum líkur í deyðanum og koma at smakka Getsemane angist, skjálvta og einsemi.

Emmaus Bíbliukskeið sigur:

“Verða gjørdur Honum líkur í deyða Hansara… merkir, at Paulus ynksti at liva lív hins krossfesta, doyggja í roynd og veru frá syndini, sjálvlívinum og heiminum… Mong trúgvandi eru nøg, um útreiðslurnar iki krevja úthellan av blóði. Tey geva tað, ið tey ikki hava brúk fyri. Gávur teirra eru leysir lutir, og at sleppa teimum krevur einki blóð. Tey binda seg til at ofra, treytað av at tað ikki fevnir um lívið. Táið tað, sum er teimum lívsneyðugt verður kraft, sum av sonnum er lívsneyðugt, so er eingin áhugi…”

Og siterar Hudson Taylor í hesum:

“Tað kann gerast neyðugt fyri okkum at geva okkum sjálv fyri lív heimsins… Skalt tú bera ávøkst, mást tú bera krossin. Fellur ikki hveitikornið í jørðina og doyr, verður tað einsamalt. Vit vita, hvussu Harrin Jesus gjørdist fruktagóður – ikki einans við at bera kross Sín, men við at doyggja á honum. Kenna vit nógv til felagsskap við Hann í hesum? Tað eru ikki tveir Kristusar – ein lættur Kristus fyri trúgvandi, ið vilja sleppa undan royndum, og ein líðandi, stríðandi Kristus fyri serlig trúgvandi. Tað er bert ein Kristus. Eru vit villig at verða verandi í Honum og soleiðis bera ávøkst?”

  • Viðmerking: Eftir at hava lisið hetta, so fái eg meg ikki til at spyrja Harran Jesus. Ella kann eg vera Kristin og stadivekk ganga í býnum? Kann eg vera kristin og njóta sex uttanfyri hjúnaband? Kann eg vera Kristin og tó fáa mær ein av sama kyni? – Eg kenni til hesar tankar, sum líkast tí Satan spurdi Evu í urtagarðinum, men eg trúgvi, og ja tað er so lætt at lata seg dára. Eg trúgvi, at hesi ivamál koma frá, at vit kenna ikki Orð Guds nógv væl. At vit hava ikk samfelag við hann og njóta tað kraft sum hann bíður okkum. Og av tí, vit skilja ikki hvat Harrin leið, og trúgva lygnini at okkara leið er ein løtt leið sum Kristin.

 

3:11

Filip.3:11: – um eg tó kundi nátt til uppreisnina frá hinum deyðu.

Hetta skasl standa: “uppreisn frá ímillum tey deyðu.” HEtta sigur frá eini uppreisn, har tey Kristnu verða reist upp frá teimum deyðu, hetta verður tá Jesus kemur aftur. (1.Tess.4:13-18; 1.Kor.15:51-57). Hini deyðu rísa upp eftir Kristi 1000 ára ríki á jørðini og tá rísa tey upp til dóm. Op.20:5)

Paulus tosar her um likamligu uppreisinina, og ber ikki fram nakran iva, men eina sterka tráan ella væntan, um sína luttøku í uppreisnini. Paulus var til reiðar at fara ígjøgnum ógvusligar royndir og atsøknir við uppreisnini fyri eyga, tá hann skal vera saman við Jesusi í allar ævir.

 

3:12-13

Filip.3:12: Ikki, at eg havi vunnið tað longu ella eri fullkomin longu; men eg stevni eftir tí, um eg tó kundi vunnið tað, við tað at eg sjálvur eri vunnin av Kristi Jesusi. Brøður! Eg haldi ikki um meg sjálvan, at eg havi vunnið tað;

Paulus vísir her á, at hann er ikki vorðin fullkomin. Og tá hann snakkar um fullkomin so er tað í samband við at gerast Kristusi líkur. Hann visti væl, at hann ikki kundi gerast fullkomin her niðri á jørðini, men hann ynskti at endamálið, sum hann var frelstur til skuldi verða útint í honum. Paulus var frelstur fyri, at á vegnum til Damaskus og Gud gjørdi eitt verk í honum, soleiðis Paulus skundi vera ein mynsturtrúgvandi. At Gud gjøgnum hann, ynskti at vísa, hvat bara Gud kann gera í einum mannalívið. Ein mynstur-trúgvandi.

Paulus viðgongur, at hann stríðist enn, og at hann enn ikki er komin at líkjast Jesusi fullkomiliga og hann fail’aði. Men menningin helt á og Paulus vónanði so inniliga at náðiverk Guds skuldi halda á og búnast.

  • Viðmerking: Hetta rørdi meg so nógv at lesa. Spurningurin hví Gud frelsti Paulus og hví Gud frelsir teg og meg. Tað er fyri at gera okkum til nøkur mynstur-kristin. Tað merkir einki snobb her! Tað er at vit kunnu vera nøkur dálkað pløgg, sum vera vaskað av Jesusi Kristusi og menniskju kunnu síggja Guds verk í okkum. Tá vit sigrað, tá vit fella, tá vit bera um umbering – síggja Guds verk í okkum, soleiðis tey eisini fara at ynskja at fylgja honum eftir.

 

3:14

Filip.3:14: men eitt geri eg: Eg gloymi tað, sum aftanfyri er, rætti meg eftir tí, sum frammanfyri er, og stevni móti málinum, til sigurslønina, sum Gud av hæddini hevur kallað okkum til í Kristi Jesusi.

Paulus vendir sær á her og sigur, at hann gloymir tað sum aftanfyri er. Ikki bara syndir og  mistøk, men eisini framíhjárættindi, evni og viðgongd, sum hann áður hevur nevnt.

Paulus lýsir lív sítt sum rennara á skeiðsvøllinum, og leggur alla orku sína at stremba ímóti málinum. Málið er málstrikan á kappingarbreytini. Sigurslønin er virðislønin, ið vinnarin fær. Fyri okkum kristin er málið, táið vit koma til endan á lívsins skeiðsvølli, og kanska helst við dómstól Kristusar, har vit fáa løn okkara. Sigurslønin er rættvísiskransurin, sum Paulus nevnir aðra staðni í Bíbliuni. (2.Tim.4:8). Tað eru fleiri kransar ella lønir, sum ein kristin fær tá hann kemur til Himmals. Og tann eini er rættvísiskransurin og hann verður givin teimum sum eru trúføst til endan.

 

3:15

Filip.3:15: Latið okkum tá, so mong sum fullkomin eru, hava hetta sinnalag! Og er okkurt, sum tit hugsa øðrvísi um, skal Gud opinbera tykkum tað við –

Paulus sigur her, at onnur sum eru fullkomnin, fullvaksin ella búgvin kristin, eiga at hava somu ætlan sum Kristus at líða og doyggja fyri Kristus og stemba eftir at koma at líkjast honum meira. Soleiðis eigur ein vaksin trúgvandi at síggja uppá lívið, sum eitt høvið at koma at líkjast Krisusi og líða og doyggja fyri hann. Onkur heldur kanska hetta er ógvulsigt, men Paulus sigur, at tey sum eru búgvin duga at síggja og skilja hví hetta er einasta rætttvorðna, skilagóða og rímiliga aftursvarið til Harran, sum úthelti sítt hjartablóð fyri okkum á Golgata.

“Og er okkurt, sum tit hugsa øðrvísi um, skal Gud opinbera tykkum tað við.” Paulus skilit, at ikki øll vera smd við honum og góðtaka hesa viðgongdu áskoðan. Men Paulus er vísur í at Harrin er mentur at vísa teimum sannleikan og geva teimum vísdóm, ið søkja hann.

Emmaus Bíbliuskeið sigur:

“Grundin til, at vit liva tað kristna lívið í dag so makliga og við slíkari sjálvsnøgd er, at vit vilja ikki kenna sannleikan. Vit vilja ikki lýða krøvini, sum fyrimyndarligur kristindómur gevur. Gud er villigur at vísa teimum sannleikan, ið eru fús at fylgja honum.”

 

3:16

Filip.3:15: bert at vit, so langt sum vit eru komin, ganga somu leið.

Paulus leggur afturat, at vit eiga at fylgja tí ljósi, sum Harrin hevur givið okkum. Tað nyttar ikki at steðga á, til vit fáa betri skil á tí, sum er kravt av okkum trúgvandi. Meðan vit bíða eftir, at Harrin opinberar fyri okkum tær fylgir, ið krossurin ver við sær, so eiga vit at lýða í tann mun, vit hava fingið ljós.

  • Tað er gott at vita, at Gud hevur náði við okkum og tol, til at vit ganga leiðina og læra, hvat hann ynskir fyri okkara lív, og hvussu hann ynskir vit skulu liva. Mong av okkum hava liva í ymsum syndum við vilja ella tí vit vistu ikki betur, kanska vit gera tað enn. Men Harrin gevur okkum so við og við ljós og tað er í hesum ljósinum hann ynskir vit skulu liva, so langt sum vit eru komin, fylgja Jesusi eftir.

1. Pæt. 1,14: Sum lýðin børn skulu tit ikki skikka tykkum eins og áður, táið tit livdu eftir lystunum, tí tit vitstu ikki betur.

 

Filip.3.14

Skriva viðmerking