Heilsan: Filip.1:1-2 Paulus og Timoteus, tænarar Krists Jesu – til øll hini heiløgu í Kristi Jesusi, sum í Filippi eru, við umsjónarmonnum og samkomutænarum. Náði veri við tykkum og friður frá Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi!

 

1:1

Brævið byrjar við eini heilsan frá Paulusi og Timoteusi. Hetta merkir ikki endiliga, at Timoteus hjálpti Paulusi at skriva brævið. Men hann hevði verið við Paulusi á hansara fyrstu vitjan í Filippi, og var tí kendur av teimum trúgvandi har. So Timoteus heilsar teimum, júst sum vit biðja onkran heilsa einum øðrum yvir telefon. Nú tá Paulus skrivar brævið, so er Timoteus hjá honum.

Sambært Filemon vers 9, so er Paulus nú vorðin ein gamal maður, men Timoteus er enn ungur. Her síggja vit hvussu verða aldurdómur og ungdómur bundin saman í tænastu hjá Jesusi, júst sum tað eigur at vera.

“Hetta er sameining millum vár og heyst, eldhuga og roynd, innskot og vísdóm, blíða vón og stilla og sterka vissu” – Jowett

Teir hava ymiskar royndir, gávur og ískot, men fyri Kristusi eru báðir eins: tænarar Jesu Krists. Báðir elskaðu Harra sín. Tað, ið bant hesar saman var krossurin – evangeliið -. Báðir brendu fyri at kunngera evangellið.

  • Havi eg nakran eldri, ið eg síggi upp til, sum hevur royndir, vísdóm og eina sterka vissu og kann læra meg upp ella stuðla mær á míni ferð við Jesusi?
  • Havi eg nakran ungan, sum hevur eldhuga, innskot, eina fríska vón, sum kann styrkja meg og sum eg kann læra og stuðla á teirra ferð sum trúgvandi?
  • Hvat vísir Jóhannes á, at munurin er á teimum gomlu og ungu í 1.Jóh.2:13-14? Hvussu kunnu vit vera ein styrki og stuðul fyri hvønn annan?

Brævið er skriva til øll hini heiløgu í Kristi Jesusi, sum í Filippi eru. Hetta merkir tey kristnu. Víðari stendur: “við umsjónarmonnum og samkomutænarum.” Orðið “øll” verður ofta nýtt í brævinum og hetta vísir til tað umsorgan og kærleikan Paulus hevði fyri teimum øllum, ikki bara teimum leiðandi.

“Hini heiløgu í Kristi Jesusi, sum í Filippi eru…” Hetta sigur frá tvístøðu teirra trúgvandi. Andaliga so vóru tey sett í Krisus Jesus, teirr borgaraskapur var í Himlinum, men likamliga, so búðu tey í Filippi og høvdu teirra heims borgaraskap har. Sum trúgvandi so er tað so týdningarmikið at minnast, at hóast vit hava ein borgaraskap her í Føroyum, so hava vit eisini ein í Himli. Líka sum tað sæst og hoyrist at vit eru Føroyingar, so eigur tað at síggjat og eyðkenna okkum, at vit eru Kristin, Himmalborgarar. Tað er sum at hava tvey pass.

Síðan nevnir ápostulin umsjónarmenninar og samkomutænararnar. Umsjónarmennirnir vóru elstar, sum høvdu umsjón í samkomuni – høvdu hirðahjarta og umsorgan fyri fylgi Guds og gingu undan fylginum við einum góðum fyridømi. Uppgávan hjá samkomutænarunum var serliga knýtt at tí handliga virkinum í samkomuni, sum t.d. at fáa hjálp til tey treingjandi (Ápost.6:1-6).

Bert hesir tríggir bólkar vóru í samkomuni – tey heiløgu (kristnu), umsjónarmenn og samkomutænarar. Og øll stóðu saman í at kunngera evangeliið og stuðla Paulusi í gávu, bøn og áhuga fyri hansara verkið.

Her stendur einki um at tað var ein leiðari ella ein prestur sum hevði alla ábyrgdina ella evstu ábyrgd. Um so var so hevði Paulsu sagt tað. Nei, samkoman var skipa av umsjónarmonnum (í fleirtal) og samkomutænarum (í fleirtal). Her hava vit fyrimyndina av samkomuni og hvussu einfalt samkomu lívið ver í byrjanini av samkomusøguni. Fyrst verða tey heiløgu nevnd, tey kristnu, síðani teir umsjónarmenn (teir leiðandi) og samkomutænarar, ið allir ultimativt vóru tænarar, og høvdu sum uppgávu at tæna samkomuni.

  • Hvussu var samkomulívið skipa tá í mun til í dag? Er tín samkoma/kirkja skipa á ein hátt, sum ikki er bíbilskur?
  • Hvør er mín leiklutur í samkomuni? Hvør eri eg av hesum trimum pørtunum: heiløg/heilagur, umsjónarmaður ella samkomutænari?
  • Hvussu eri eg ella kann eg vera við til at stuðla, biðja ella vísa áhuga fyri tí verkið samkoman ger ella aðrir trúboðarar gera?
  • Hvussu kann eg vera virkin í bøn? Hvørjum kann eg biðja fyri?
  • Hvussu kann eg vera við og vísa áhuga fyri verkið, sum verður gjørt í at kunngera evangeliið?
  • Hvussu kann eg vera aktiv í at stuðla? Hvussu nógvar pengar kann eg geva?

 

1:2

Paulus heilsar teimum kristnu (heiløgu) á ein klassiskan hátt við at ynskja teimum náði og frið. Tá hann nevndir náði og frið so meinar hann ikki frelsandi náðina og friðin sum eitt menniskja fær tað løtu tað tekur í móti Kristusi og verður ein kristin. Her verður meint við ta náði og tann frið, vit fáa tá vit søkja Gud í bøn, sum Hebr.4:16 og Fil.4,6-7 vísa til. Hetta er nakað undurfult at vera ámintur á í dagsins resi og stressi, at vit kunnu venda okkum til Gud í øllum umstøðum og hann gevur okkum sín frið, og náði og styrki til hvønn dag, sum sangurin “Bert ein dag” refererar til og sangurin “Bert ein dag í senn mín Jesus.”

  • Sangirnir standa omanfyri. Hvør er troystin í hesum sangunum? 
  • Hvat merkir tað, út frá vers 2 og sangunum at Gud gevur okkum náði og frið til hvønn dag?

 

Bert ein dag

 

 

Bert ein dag í senn mín Jesus

Einki eg megni í sjálvum mær,
Kraft mín tú ert,
hjálp tú mær bert
at hvíla í tær.
Kósina vís mær – og leið mína kenn.
Gev mær tín frið,
leið meg hvørt stig
bert ein dag í senn.

Bert ein dag í senn, mín Jesus,
Tað er alt mær tørvar júst nú.
At liva meg lær
við styrki frá tær.
mítt álit ert tú.
Gjárdagurin fór, mín Jesus,
Í morgin ei komin er enn,
Eg biði teg:
vís mær tín veg,
bert ein dag í senn.

Sært tú tann ófrið í heiminum er?
Myrk hendan tíð,
Bardagi, stríð
meg ótryggan ger.
Men tú ert hin sami,
ert virkandi enn.
Eg líti á teg,
Vís mær tín veg
bert ein dag í senn.

 

 

Filip.1.2

 

 

Komandi hálva árið

Filippibrævið er tað vit gjøgnum ganga hetta hálvár á Vakurleiki.fo, um Gud vil og eg havi heilsu. Hvønn mánadag er ætlanin at versini verða løgd út á Facebook til tykkum at lesa. Týsdagar gjøgnumganga vit versini við Emmaus Bíbliuskeiðinum: Filippibrævið eftir William Macdonald. Næsta týsdag fara vit at gjøgnum ganga Filip.1:3-8, Paulusar takksemi og lovprísan fyri tey kristnu (kalla heiløg).

Skriva viðmerking