Paulus sjálvur eitt fyridømi (Filip.2:17-18): Um eg tá verði ofraður undir ofringini av trúgv tykkara og tænastuni fyri hana, so gleðist eg, og gleðist saman við tykkum øllum. Á sama hátt skulu eisini tit gleðast, og gleðast saman við mær.

  • Hvat vers ella hvørji orð stóðu út í tekstinum? Eg havi eitt video um bíbliulesna og granskan her.

2:17-18

So seinastu partarnar hava vit snakka um, hvussu tað er eitt stríð í Filippi og vaksinan er at hava eitt sinnalag sum Jesus. Eisini hava vit snakka um, hvussu vit eiga at bera okkum at sum kristin, so vit kunnu vera eitt endurskin (lýsa á Jesus) soleiðis onnur eisini kunnu finna Hann. Tá vit síggja alt Jesus hevur gjørt fyri okkum og skilja frelsuverkið, verður hetta okkara ynski: at onnur eisini skulu koma til trúgv á Hann.

Paulus málar her eina vakra mynd av týdningin av tænastuni hjá teimum í Filippi og hansara egnu tænastu. Hann brúkar myndina frá offurtænastuni hjá jødum, har teir oystu eitt drykkjuoffur yvir oftið, sum varð borið fram til ofringar. Hann hugsar um tey trúgvandi í Filippi, sum tey, ið ofra, og trúgv ell álit teirra á Gud, teirra er ofrið. Paulus sjálvur er drykkjuofrið. Paulus sigur, at tað hevði verið honum ein gleði at verið ofraður sum eitt blóðvitni yvir ofringina og tænastuna av trúgv teirra. “Táið Paulus samanver offurhuga og ágrýtni (íðinskap) teirra í Filippi við seg sjálvan, veskur hann um teirra og minkar um sín. Paulus vísir á, at bæði tey og hann geva lív síitt í tænastu fyri Harran, fyri at fremja evangeliið, men teirra verk metir hann at vera tað stóra ofrið, meðan hansara verk, einans er drykkuorið, sum verður oyst oman yvir tað. Tá ið hann nýtir hesa vøkru myndatalu, hugsar hann um, at hann møguliga skjótt fer at doyggja sum blóðvitni.

Fór hetta at henda, so ynskti hann at tey í Filippi skuldu gleðast og frøðast við honum. Hví? Paulus ynski ikki, at tey skuldu halda at møguligi blóðvitnisdeyði hansara var ein sorgarleikur, men nakað at gleðast um, tí hann doyði standandi í trúnni sum eitt greitt vitni og eftir deyðan var hann heima hjá Harranum. Paulus sá deyðan sum ein vinning, og ynski at tey í Filippi skuldu hugsa tað sama. (Filip.1:21)

 

Spurningar

  • Hvussu livi eg mítt lív sum kristin? Ynski eg at liva sum Paulus og tey í filippi, har eg gevi lív mítt fyri at fremja evangeliið? Tørvar mær at broyta lívsstíl?
  • Hvussu hugsi eg um deyðan er tað ein missur ella vinningur? Tørvar mær at broyta hugburð?

 

Hann er eingin dári

Skriva viðmerking