Áminningar um atferðina í gerandislívinum (Filip.2:12): Eins og tit tí, elskaðu míni, altíð hava verið lýðin, so arbeiðið, ikki bert sum táið eg var hjá tykkum, men uppaftur nógv meiri, nú eg ikki eri hjá tykkum, við ótta og bivan uppá frelsu tykkara!

  • Hvat vers ella hvørji orð stóðu út í tekstinum? Eg havi eitt video um bíbliulesna og granskan her.

 

2:12

Eftir at Paulus ápostul hevur víst okkum framúrskarandi fyridømi Jeusar í undan farnu versunum, so kemur hann nú við sterkum áheitanum, sum eru grundaðar á hetta. Tey í Filippi høvdu altíð verið Paulusi lýðin, táið hann var saman við teimum. Tey áttu tí nógv meiri nú, hann ikki var ella ikki kundi vera hjá teimum, at arbeiða við ótta og bivan uppá frelsu teirra.

Hetta er eitt vers, sum hevur verið nógv misskilt í gjøgnum ár og dag, orsøkin er at fólk ikki lesa alt orð Guds samanlagt (Sálm.119:160). Vit eiga ikki at ivast eina løtu í, at Paulus lærdi ikki at frelsa kann vinnast við verkum. Í øllum tí Paulus skrivaði, legði hann ferð eftir ferð dent á, at frelsan ikki var av verkum, men einans við trúgv á Harran Jesus Kristus (m.a. Ef.2:8-19). Men hvat man ørindi so her merkja? Her hjálpir kunnleikin til tær tríggjar frelsurnar nógv, sum vit umrøddu í pt.6. Bókamerkið er her.

Tað sum Paulus tí snakkar um her, er frelsan, ið er bjarging ella loysnin av trupulleikum teirra í Filippi, sum var klandur og stríð teirra millum. Tey høvdu verið plágað av kegli og klandri. Paulus hevði givið teimum heiligvágin (medisini), og nú skulu tey nýta heilivágin, sum er sinnalag Jesusar. (Hetta snakkaðu vit um seinast).

Soleiðis kunnu tey við hesum arbeiða uppá frelsuna. Ynski og áheitan Paulusar  er í stuttum at tey skulu vaksa í heilaggeringini (frelsa 2), at Jesus skal gerast meira sjónskur í teimum.

Nógvar snerrur kunnu koma á okkara veg, ið royna at forða okkkum frúgvandi at gera vilja Gud. At verja bjargaður undan hesum rópar Bíblian eisini frelsu, men hetta er tann dagliga frelsan. Bíblian hevur nemliga ymiskar týdningar í NT. Meira um hetta í pt.6, tá vit snakkaðu um kapitul 1 og vers 19, har frelsa merkti útfrían frá fangahúsið. Í kapitul 1 og vers 28 verður sipa til endaligu frelsu likams okkara út nærveru syndanna. Týdningurin av orðinum frelsa síggja vit út frá samanhanginum

  • Hvussu kann eg sleppa undan at misskilja orð og vers í Bíbliuni? Hvat kann hjálpa mær?
  • Hvussu kann eg verja meg, um onkur lærir eitt vers skeivt?
  • Hvat er heilivágurin móti klandri og stríðið?
  • Hvussu gerst Jesus meira sjónskur í mær dagliga?

 

Hvørt eitt lyfti í Guds bók er satt, hvørt kapitul, hvørt eitt vers er rætt

Skriva viðmerking