Filippibrævið er eitt tað mest eyma og kærleiksfulla tvær Paulusar. Men hví skrivaði hann brævið og til hvønn var hetta ætlað?
Inngangur til Filippibrævið og hvussu lesa vit tað?
Komandi mánaðirnar fara vit hvønn týsdag og mánadag at fáa eina dagliga dosis (daily dose) frá Filippibrævinum. Bræv Paulusar til samkomuna í Filippi hevur nøkur av teimum størstu hittunum av versum í Nýggja Testamenti. T.d.
- “Og eg eri fullvísur í, at Hann, sum byrjaði gott verk í tykkum, skal eisini fullføra tað til dag Jesu Krists.” (Filip.1:6)
- Tí at liva er mær Kristus, og deyðin er vinningur. (Filip.1:21)
- Alt eri eg mentur í Honum, sum ger meg sterkan. (Filip.4:13)
Tað er lætt fyri okkum lesarar av Filippibrævinum at blíva so hugtikin av tí eina versinum, at vit gloyma, hvør gav Paulusi íblástur, nemliga Harrin Jesus. Og at hjarta Paulsar fyri samkomuni er eisini hjarta Jesusar fyri samkomuni,s um virkar í Paulusi. So kanska tit hava eitt yndis vers í Filippibrævinum, og tað er deiligt, men vit mugu ikki vera so hugtikin av tí eina versinum, at vit gloyma samanhangin, og tulka versini at hava ein annan týdning. Sum Bíblian sigur sjálv:
Alt orð Títt samanlagt er sannleiki, og til ævigar tíðir stendur øll rættvísilóg Tín føst. (Sálm.119:160)
So vit mugu hyggja at Bíbliuni í samanhangi, ikki bara velja tað vit tíma, sum í blanda bomm. Høvundurin Paulus, og høvundurin, ið ultimativt er Gud, ynski at leggja eina ríka meining í alt brævið.
– Hetta setur so okkum spurningin: Hvussu kann ein vanligur lesari, sum eg og tú, skilja dýbdina í hesum brævinum? – Tað er ein góð nýggjheit, tað er nógv lættari enn tú heldur. Í hesum intro partinum, ella byrjanar partinum, fari eg at geva tær trý stig í endanum á videoinum, hvussu tú kanst lesa brøvini. So sum vit fara at hyggja at hesum so ert tú vælkomin at taka Bíbluna fram.
Inngangur: Bakgrundin
Hvønn skrivar Paulus til og hvør er bakgrundin hjá samkomuni í Filippi?
Emmaus Bíbliuskeið um Filippibrævið skrivar:
Hetta var ein stórur dagur í Kristniboðsøguni. Paulus ápostul var komin lika til Troas á aðru missiónsferð sini. Troas lá við útnyrðings strondina í Lítla Asia, og hinumegin Egearahavið lá Grikkaland. Í sjón eina náttina vísti makedoniskur maður seg fyri ápostlinum og segði:
“Kom yvir til Makedonia og hjálp okkum!” (Ápost. 16:9).
Beinan vegin fyrireikaði Paulus ferðina til Makedonia saman við Timoteusi, Lukasi og Silasi. Teir komu til Neapolis, sum var fyrsti blettur, teir settu fótin á í Europa, og haðani fóru teir til FIlippi. Tann seinni býurin var um tað mundið eitt rómverskt niðursetuøki, stýrt av romverskum embætismonnum. Og tey høvdu tey rættingi og fyrimunir, sum rómverskur borgarskapur gav íbúgvum sínum.
Sabbatsdagin fóru hesir boðberar evangeliums ut um byarportrið, gingu fram við eini á og komu fram á nakrar kvinnur, sum vóru komnar saman at viðja (Ápost.16:13). Ein av hesum var Lýdia, sum handlaði við purpuri, og hon var frá Týatira í Lítla Asia. Hon fagnaði evangelium, og var hin fyrsti á tí europeiska meginlandinum, sum vendi við til Kristus.
Paulus vitjan í Filippi endaði ikki heilt friðarliga. Ein ung kvinna, sum hevði spádómsanda (dugdi at spáa um framtíðina) møtir tænarum Harrans og gekk aftaná teimum og rópti:
” Hesir menn eru tænarar hins hægsta Guds, og teir kunngera tykkum frelsuvegin.” (Ápost. 16:17)
Paulus ápostul vildi ikki goðtaka vitnisburðin hjá einum, ið var settur av illum anda, og hann beyð tí andanum at fara út út henni. Táið harrar hennara, sum høvdu havt stóra inntøku av henni, sóu tað sum hent hevði, tóku teir Paulus og Silas og fóru dragandi við teimum á torgið fyri rómversku yvirvøldina. Hesir embætismenn góvu so boð um, at teir skuldu verða huflongdir og settir í fangahús.
Tað, sum fór fram í fongslinum í Filippi, er so væl kent. Um midnatt bóðu Paulus og Silas og sungu Gudi lovsongir. Knappliga kom ein stórur jarðskjálvti. Allar dyr í fongslinum sprungu upp og leinkjurnar loystust av øllum. Fangavaktarin, ið helt, at allir fangarnir vóru flýddir, ætlaði at drepa seg sjálvan, men Paulus vissaði hann um, at eingin var flýddur. Tað var tá, at hann rópti í salarneyð:
“Harrar! Hvat skal eg gera, fyri at eg kann vera frelstur?”
Og hann fekk hetta minnisverda aftursvar:
“Trúgv á Harran Jesus Kristus, so skalt tu verða frelstur.” (Ápost. 16:31).
Náði Guds hevði aftur vunnið ein sigur í Filippi. Morgunin eftir bóðu myndugleikarnir Paulus og felagar hansara fara úr býnum so skjótt sum møguligt. Hetta noktaði Paulus at gera, og minti dómarnar a, at teir vóru húðflongdir og settir í fangahús uttan at vera sømdir, hóast teir vóru rómverskir borgarar. Nu vóru dómarnir ræddir og bønaðu teir at fara úr býnum. Men fyrst vitjaðu Paulus og felagir hansara heimið hjá Lýdiu og fóru síðani avstað. (Ápost. 16:40).
Paulus skrivaði hetta brævið til samkomuna í Filippi umleið tíggju ár seinni. Hann situr aftur í fangahúsi, og hóast tað ikki verður sagt beinleiðis í brævinum, so verður vanliga hildið, at brævið er skrivað í Róm. Samkoman í Filippi hevði frætt, at Paulus var í fongsli, og tey sendu honum eina pengagávu við Epafroditusi. Táið hann hevði givið Paulusi gávuna, gjørdi hann av at steðga í Róm eina tíð fyri at vera ápostlinum til hjálpar í trongdum hansara. Epafroditus gjørdist sjúkur, meðan hann gjørdi hesa tænastu, ja, hann varð deyðasjúkur, men Gud miskunnaði honum og reisti hann upp aftur av sjúkraleguni. Hann er nú til reiðar at fara heim aftur til Filippi, og Paulus ápostul sendir hetta kærleiksbrævið við honum til samkomuna.
Brævið er meira persónligt og hjartaligt enn nakað annað av Paulusar brøvum. Tað opinberar greitt, at henda samkoma er honum dýrabar á ein serligan hátt. Táið vit lesa tað, verða vit var við, at eini sera eym og hjartalig bond knýta stóra ápostulin Paulus at hesi samkomu, sum hann hevði grundað.
Stig 1: Finn bygnaðin
Brævini í Bíbliuni eru ikki ein suppa av tilfeldugum tonkum. Tað eru varliga sett upp og samanhangur er frá byrjan til enda. Elstu brøvini í Bíbliuni hava nevniliga ein fýra-býttan bygnað:
- Byrjan/inngangur.
- Byrjanar bøn.
- bulurin og endin.
Men eisini við hesum breiða bygnaðinum, so skapa Paulus og høvundarnir í hansara tíð eisini partar í brævinum, ið vóru sundurbýttir, men høvdu samband við hvønn annan.
Hvussu kanst tú so finna bygnaðin. Her eru nøkur tips:
- Byrja við at hyggja at einum video: Besti hátturin at fáa eina heildar mynd av brævinum, haldi eg við m.a. at hyggja at einum video, frá t.d. BibleProject, tey hava gjørt eitt video fyri hvørt bræv í NT, og hava video til flestu bøkurnar. Videoini hjá teimum hyggja at bygnaðinum, og seta fokus á yvirornaðu hugskotini og lykla partarnar í brøvunum – og alt er visuelt! Genialt! Eisini hetta video og tílíkt video, eru eitt gott amboð og stuðul.
- Lesa brævið í gjøgnum nakrar ferðir: Næsta stigið er einfalt. Les brævið meira enn einaferð um tú kanst. Um tú hevur tíð, so kanst tú prøva at lesa brævið í einum ella helvtina, ístaðin fyri at lesa smáa partar. Í hesum fert tú at síggja størru meingingina sum eina stóra mynd, sum verður mála fyri tínum eygum.
- Finn bókmentarligu breyðmolarnar: Fyri at áhaldandi finna bygnaðin, so legg merki til, tá Paulus skiftir evni, og strika undir hesi brotini, og spyr teg sjálvan, hvussu hvør tanki hevur samband við tað, ið kom áðrenn. Hygg at sambindingarorðum sum “Síðan, við tað at, tí, tess, at enda, men, tó osv.) Hetta nýttu høvundarnir at flyta seg frá einum tanka tl næsta, ístaðin fyri stórar yvirskriftir, sum vit síggja í bløðunum. Við hesum og øðrum háttum, góðu Paulus og hinir samhøvundarnir smá “bókmentarligar breyðbolar”, ið hjálptu lesarnunum at skilja høvuðstankarnar og boðskapin í brævinum.
Um tú hevur tí, so kanst tú hugsa um hesi økini til næstu ferð, og geva tær eina eyka avbjóðing, soleiðis tú fært meira burturúr hesi gjøgnumgongd av Filippibrævinum. Næstu ferð fari eg at vísa tykkum bygnaðin í brævinum og so fara vit at hyggja at teimum fyrstu versunum, ið er Filip.1:1-2. Tey vera eisini løgd út mánadagin á FAcebook og Instagram hjá Vakurleiki.fo, soleiðis tú hevur høvið at lesa tey áðrenn og leggja tær tey í geyma og goyma tey í hjartanum.
Minst til, at Bíblian er Guds kærleiksbræv til tín. Ein heilsan, sum eitt sms ella snap, tú fært frá einum vini, ið hevur nakað serstakt at fortelja tær. Hevur tú annars sæð mítt video, ið eitur: “SMS frá Gudi?” Tað snýr seg um júst hetta.
Hevur tú annars ein Bíbliubólk ella nøkur vinfólk, kanska systkin, ið tú vilt byrja eitt Bíbliustudio við. Tit kunnu gjøgnumganga Filippibrævið saman og nýta hesi videoini. Meira um Bíbliubólkar, sært tú um í hesum videoinum.
Næsta hálva árið
Filippibrævið er tað vit gjøgnum ganga komandi hálvár á Vakurleiki.fo, um Gud vil og eg havi heilsu. Hvønn mánadag er ætlanin at versini verða løgd út á Facebook til tykkum at lesa. Týsdagar gjøgnumganga vit versini við Emmaus Bíbliuskeiðinum: Filippibrævið eftir William Macdonald.