Hey eg eiti Dina Bech, og hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo

Eg havi hoyrt nógv um hetta orðatakið “Vit eru systkin ella ein stór samkoma ella familja.” Eg hugsaði tí at venda hesum og spyrja, eru vit veruliga tað? Og um so er, hvat ger okkum systkin ella eina stóra familju? Og hvat mekir tað so, hvat eiga vit at gera við tað? Hvat sigur Bíblian?

.

 

Hvat merkir orðið samkoma ella kirkja og hvat er tað?

Vit hoyra ofta orðið samkoma og kirkja í dagligari talu, og vit seta tað ofta í samband við ein bygning. Kirkja kemur frá enska orðinum church og so hava føroyska orðið samkoma, sum kemur frá orðunum at koma saman. Uppruna orðið, sum er griskt er ekklesia, sum merkir fundur, samankoma og samkoma. So orðið eitur ikki eftir bygningum, men eftir fólkunum, ið koma saman. Vit lesa at Paulus skrivar í Bíbliuni eina heilsan til nøkur fólk sum hava samkomu heima í einum húsið. Tvs., at tað er ikki húsið, sum hevur týdning, men fólkini og hvat tey koma saman um:

Heilsið eisini samkomuni í húsi teirra! (Róm.16,5)

Tá Bíblian tosar um eina samkomu ella kirkju, so tosar hon um eina forsmaling ella samankomu av fólki, sum hava sett sítt álit á Jesus til frelsu. 

Tey trúgvandi, samankoman, eru likam Jesusar, meðan Jesus Sjálvur er høvdið. Tað merkir, at Hann stýrir og samkoman eigur at verða Jesusi undirgivin í øllum og fylgja Honum eftir. Tvs. Akta Hann. Óttast Hann og Hansara orð og boð í Bíbliuni

Alt legði Hann undir føtur Hansara og gav samkomuni Hann sum høvd yvir øllum, henni, sum er likam Hansara, fylt av Honum, ið fyllir alt í øllum. (Ef.1,22-23)

Likam Jesusar, samkoman/kirkjan í Bíbliuni fevnir um tvey sjónarhorn.

1) Fyrst hava vit eina stóra alheimssamkomu, sum strekkir seg yvir tíð, lond, mentan, ættarlið, húðarlit osv. 

Tí við einum Anda vórðu vit jú øll doypt at vera eitt likam, annaðhvørt vit nú eru Jødar ella Grikkar, trælir ella fræls; og vit hava øll fingið ein Anda at drekka. Likamið er jú heldur ikki ein limur, men nógvir. (1.Kor.12,13-14)

Hetta versið sigur, at hvør tann, sum trýr er ein partur av likami Jesusar, og hevur fingið Heilaga Anda Jesusar, at búgva í sær. Hetta likamið er øll tey, sum eru frelst við trúgv á Jesus. Vit kunnu eisini kalla likam Jesusar, familju Guds.

Tit eru jú øll børn Guds við trúnni á Kristus Jesus. (Gal.3,26)

Tveir dreingir í eini familju verða kallaðir beiggjar, tí teir hava sama pápa. Øll frelst eru í familju Guds. Tey hava øll sama himmalska Pápa. Um tú ert frelstur, so ert tú ein partur av likami Guds og familju Guds. Og tú hevur systkin runt allan heimin. Hesi, kvinnur og menn, við ymiskum húðarliti og tungumáli, eru tíni systkin í Gudi, um tey trúgva, at Jesus doyði sum loysigjald fyri persónligu syndir teirra.

Familja Guds, alheimssamkoman, fer ongantíð at verða øll samla, fyrr enn í Himli, har vit saman skulu gleðast og prísa Gudi.

.

2) Síðan hava vit samankomur av trúgvandi á einhvørjum staðið, runt um í heiminum beint nú, har trúgvandi kunnu koma saman at troysta, uppbyggja, áminna hvønn annan og tæna hvørjum øðrum, sum brøður og systrar í Harranum. Vit lesa:

Paulus, ápostul… og allir brøðurnir, ið hjá mær eru – til samkomurnar í Galatia. (Gal.1,1-2)

Vit síggja, at har eru fleiri samkomur í Galatia, sokallaðar lokalar samkomur. Lokalar samkomur eru samankomur av frelsum menniskjum, sum eru limir av stóru samkomuni, familju Guds. Menniskju, sum eru partur av familju Guds, eiga at samlast í lokalum samkomum runt um kring fyri eggja, læra og uppbyggja hvønn annan í vísdómi, orðið Guds.

 

 

Hvat er grundarlagið fyri likam Jesusar, samkomuna? Hvør er boss?

Orðið samkoma ella kirkja, (sum er tað enska orðið) verður fyrstu ferð nevnt í Matt.16:

Símun Pætur svaraði: “Tú ert Kristus, Sonur hins livandi Guds!” Tá svaraði Jesus honum: “Sælur ert tú, Símun, sonur Jónas! Tí hold og blóð hevur ikki opinberað tær hetta, men Faðir Mín, sum er í Himli. (Gud hevði víst Paulusi, at Jesus var sonur Guds). So sigi Eg eisini tær: Tú ert Pætur; og á hesum kletti skal Eg byggja samkomu Mína, og portur deyðaríkisins skulu ikki fáa vald á henni.(Matt.16,16-18)

Legg merki til her, at griska orðið fyri Pætur er petros, sum merkir leysur steinur. Griska orðið fyri klettur er Petra, sum merkir klettur ella fastur steinur. Jesus sigur her, at Hann byggir samkomuna á klettin (petra) ikki á Pætur (petros).

Men hvør er so hesin klettur, sum Gud byggir samkomu Sína á? Tann besti at svara Bíbilskum spurningum, er Bíblian sjálv.

So vit blaða upp á Ef.2, har lesa vit, at samkoman er bygd á Jesus, hornasteinin. Hornasteinurin í einum bygningi hjá jødunum var ein stórur steinur, ið fyrst var lagdur og helt øllum hinum steininum og bygninginum sjálvum saman. Hann var grundarlagið, uttan hann fall bygningurin saman. 

…hornsteinurin er Kristus Jesus sjálvur. (Ef.2,20)

…kletturin var Kristus. (1.Kor.10,4)

Aðra grund kann nú eingin leggja enn hana, ið løgd er, tað er Jesus Kristus. (1.Kor.3,11)

Hann er steinurin, ið vrakaður varð av tykkum, sum bygdu, men sum er vorðin hornsteinur. Og frelsa er ikki í nøkrum øðrum; heldur ikki er nakað annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við.” (Áp.4,11-12)

Í skriftini stendur jú: “Eg leggi í Zion hornstein, útvaldan, dýrabaran; tann, ið trýr á Hann, skal als ikki verða til skammar.” Tykkum, ið trúgva, er Hann tá dýrabarur…(1.Pæt.2,6-7)

So samkoman byggir á Jesus. Jesus er kletturin, grundarlagið og høvdið. Hann bestemmar, Hann stýrir, HANN ER BOSS. Og eingin maður kann krevja hesa støðu. Har Jesus er aksepteraður sum høvdið, har aktar samkoman orð og boð Hansara, sum vit lesa um í Bíbliuni. (Kol.1,18-19; Ef.1,22-23)

Tað er ikki ein prestur, biskupur, pávi ella pastorur, sum er høvdið ella hægri í metum enn hinir samkomulimirnir. Bíblian lærir, at Jesus er høvdið og, at øll trúgvandi eru prestar og kunnu øll koma inn í nærveru Guds í bøn og við at lesa Hansara orð. Øll eiga at tæna Harranum, øll eiga at lesa og granska orðið, Bíbliuna. Og øll eiga at verða sálarvinnarar fyri Gud, sum Jesus gav boð um áðrenn Hann fór til Himmals. Øll eru við til at byggja bygningin, sum er samkoma Guds. (1.Pæt.2,5-9)

.

 

Hvørja uppgávu hevur samkoman?

Í 1.Timteus stendur:

“… í húsi Guds, sum er samkoma hins livandi Guds, stuðul og grundvøllur sannleikans.” (1.Tim.3,15🙂

Sannleiki Guds er orð Guds, Bíblian

Alt orð Títt samanlagt er sannleiki…(Sálm.119,160)

Samkoman hevur til uppgávu at vera stuðul og grundvøllur fyri Orði Guds, Bíbliuni. Samkoman eigur at verja og læra Orð Guds rætt. Samkoman eigur at verða orðið Guds, Bíbliuni undirgivin í læru og virki:

Tey hildu trúliga fast við læru ápostlanna og við samfelagið, við breyðbrótingina og við bønirnar. (Áp.2,42)

.

 

Hvat skal eg leita eftir í eini samkomu?

Nú vit vita, hvat ein samkoma sambært Bíbliuni er og eigur vera, so eiga vit at hugsa væl um, tá vit skulu velja okkum eina lokala samkomu at ganga og tæna í. Er hon grundvøllur og stuðul sannleikans? Ella er hon tað ikki? Lærir hon Bíbliuna rætt og erliga við ærufrykt fyri Gudi? Ella ger hon tað ikki?

Tað kann blíva sera torført hjá einum nýumvendum í dag at vita hvørjum hann eigur at koma saman við. Tað eru so mangir ymiskir flokkar av trúgvandi, og í summum lærum standa teir langt frá hvørjum øðrum. Orsøkin til hesa flokkaskifting er einføld. Hon er tann, at menniskja kenslur, tankar og meiningar verða blandaðar saman við orð Guds. Í mongum førum verður menniskja orð eisini tikið fram um Guds. Hetta er ikki rætt.

Flokkaskifting má jú vera tykkara millum – so koma kann fyri ein dag, hvørji ið fullroynd eru tykkara millum. (1.Kor.11,19)

Vit eiga at taka orð Guds fyri tað tað er eina. Og okkara fatan av hvør tann rætta lokala samankoman er, eigur at vera grundað á Bíbliuna eina.

Her eru nøkur ráð fyri at hjálpa einum ungum trúgvandi at finna røttu leiðina, og sígga hvørjum hann eigur at koma saman við:

  1. Ver vísur í, at tey, tú savnast við og gert teg til eitt við, akseptera Bíbliuna sum orð Guds og tann endaliga, hægsta og einasta myndugleika í trúgv og í verki. (2.Tim.3,16-17)
  2. Ver vísur í, at tey, sum tú savnast við, hava eina avgjørda greiða meining um persónin Kristus Jesus. At tey trúgva, at Jesus er Gud. At Hann livdi eitt syndaleyst lív og doyði fyri syndir okkara á Golgata, var jarðaður og reis upp aftur og fór til Himmals (1.Kor.15,1-4).
  3. Ver vísur í, at tey trúgva og læra, at frelsa bert fæst bert við trúgv á Jesus og als ikki av verkum ella mannadygd (Ef.2,8-9Gal.1,6-9). Ansa eftir, at tað er einki menniskja verk, sum kann frelsa menniskjað.  Og einki menniskja verk, sum kann vika frelsuna ella gera, at menniskja fellir úr frelsuni. Tað er bara Jesus, sum frelsir og heldur frelsuni uppi (Jóh.10,28)
  4. Ansa eisini eftir at læra teirra um dópi, er eins við Bíbilska dópin.

Ansa annars eftir øllum, ið tú fært at vita og verður lært. Kanna eftir, um tað er rætt og trúvert sambært orði Guds. Hetta er nakað, ið vit øll trúgvandi eiga at gera. Ger sum hesir menn:

Hesir vóru meiri rætthugsandi enn hinir í Tessalonika; teir tóku ímóti orðinum við allari vælvild og rannsakaðu dagliga skriftirnar fyri at síggja, um hetta var so. (Áp.17,11)

Fyri at læra meira um Kristus og samkomuna, so kunnu vil lesa Bíbliuna. Fleiri bøkur í Nýggja Testamenti vóru skrivaðar til staðbundnar samkomur. Vit kalla tey vanliga brøv. Galatiabrævið, Efesusbrævið, Filippibrævið, Kolossebrævið og Fyrra og seinna bræv Paulus til Tessalonika hesi eru nøkur av teimum stytru brøvunum. Tey innihalda hjálpsama læru, um hvussu kristin skulu uppføra seg móti hvørjum øðrum og liva fyri Jesusi

.

Niðurstøða:

Hvat so um tú nú situr við tí kenslu, at tín lokala samankoma, samkoma ella kirkja ikki lærir rætt og ikki er trúverd móti orði Gud, Bíbliuni?

Um hetta er tín veruleiki, so vil eg vil ráða tær til at venda tær til Bíbliuna, lesa í henni og biðja fyri hesum. Bið fyri tíni lokalu samankomu, at tey skulu koma at kenna sannleikan í Bíbliuni. Og so vil eg eisini viðmæla tær at fortelja teimum har sannleikan og áminna tey, at tey gera ikki rætt. Eg ivist ikki eina løtu í, at Gud fer at løna tær fyri tað. Um tey ikki broyta hesa skeivu læru, so vil viðmæla tær at finna nýggja samankomu, har lært verður rætt, soleiðis at tú kanst verða uppbygdur og lærdur rætt og tæna sannleikanum. Sannleikin er tann, at tey tú samlast við, gert tú teg eitt við.

.

Endi:

Hetta er eitt alvorliga spennandi evnið, og eg vil útfordra tykkum at tosa saman og hart um hetta evnið. Tí tað tykist mær fyri tíðina, sum vit siga bara “okey, øll eru kristin, alt í lagið, vit eru ein stór familja.” Men sambært Bíbliuni so er hetta ikki okey. Bíblian sigur, at tey frelstu eru likam Jesusar, og familja og samkoma Hansara og vit eiga at verða grundvøllur og stuðul sannleikans. Eru vit tað? Verja og læra vit sannleikan rætt?  Tað er mín spurningur til tykkum.

Næstuferð so fara vit, um Gud vil, so fara vit at tosa um evnið náðigávurnar og um tína rollu í hesi familju, samkomuni, sum ein av tykkum hyggjarum hevur ynskt, at vit skulu viðgera út frá Bíbliuni.

Men eg vil eisini gjarna hoyra frá tykkum, hvat tit hava at siga. So dislike’a um dislike’ar og like’a um tú like’ar hetta. Og eru tínar kenlsur og meiningar meira komplicerar enn hetta, so komiteri niðri undir hesum videonum.

.

Fun fact of the day:

Síðst so fortali eg tykkum, at Bíblian er mest selda bók í øllum heiminum. Men veitst tú hvat, at hon er eisini mest stolna bók í heiminum, sjálvt um hon í nógvum førum verður givin gratis.

Skriva viðmerking