Er nøkur troyst?

Hevur tú nakrantíð følt teg hataðan av heiminum? Menniskjum? Hevur tú kent teg einsaman?

Tað kanska kennist sum tú berir eina tunga byrðu akslunum. Tú hoknar undan byrðuni ístaðin fyri at rætta teg upp. Tú kanska hugsar, hvat tú hevur gjørt, ið ger at tey hata teg so. Tað kennist sum at verða soðin niður í eitt mótleysisdíki við óndum tankum. Sum um myrkrið køvir. Tú kanska spyrt, er nøkur vón? Er  nøkur troyst?

Troystin - Bíbliuvers

Veitst tú, hvat er mín størsta troyst í hesum løtum? Jú, bíbliuvers.

Eg veit, at tá eg kenni meg hataða av heiminum ella menniskjum, so eri eg ikki einsamøll. Tey hataðu Jesus, áðrenn tey hataðu meg. Jesus sigur, at heimurin hatar okkum, tí Hann hatar Jesus. (Jóh.15:18; Jóh.15:19; 1.Jóh.3:13)

Tá eg kenni meg einsama, so veit, at eg eri ongantíð einsamøll. Men at Harrin heldur um meg tvífalt – aftanfrá og frammanfrá – og leggur hond sína á meg. Eg kann vera vís í at Harrin er altíð mær nær. (Sálm.139:5-9). Um so øll sleppa mær, hevur Gud lovað aldri at sleppa okkum ella fara frá okkum. (5.Mós.31:6; Hebr.13:5)

Tá byrðan gerst ov tung at bera, so kunnu vit kasta okkara byrðar við Jesu føtur. Jesus biður okkum sum strevast at koma til Hansara at fáa hvílu. (Matt.11:28) Vit kunnu kasta alla sorg okkara yvir á Hann, tí Hann hevur umsorgan fyri okkum. (1.Pæt.5:7) Okkum nýtir ikki at stúra fyri, hvat vit skulu siga ella gera, men vit kunnu rætta okkum upp, lyfta alt upp til Gud og leggja alt í Guds hendur. (Fil.4:6-7) Kanska tað kemur við einum suffum ella nøkrum fáum orðum, men tá stendur tað, at andin kemur okkum til hjálpar. (Róm.8:26)

Tá vit eru komin í hitt botnleysa díki við óndum tankum, kunnu vit rópa til Gud. Við tað sama tekur hann hond okkara eins og Hann tók í hond Pæturs og dregur okkum upp úr díkinum og setur føtur okkara á klettin. (Sálm.40:3)

Eru vit umringa av myrkrið, so kunnu vit vita, at Gud er ljós okkara og Hann ger myrkur okkara ljóst. Og um vit eru fallin ella hava verið mótfallin, so reisir Harrin okkum uppaftur. (2.Sám.22:29; Mika 7:8)

minst til

Prent - Góð vers at minnast

Versini, sum eg vísti til í hesum blogginum eru góð at lesa og minnast í truplum tíðum. Tí havi eg gjørt hesar plakatirnar, sum kunnu printast út og hangast upp.

Tak eisini PDF fílin niður her: Vers at minnast – einfalt

Tak eisini PDF fílin niður her: Vers at minnast, svart

Tak eisini PDF fílin niður her: Vers at minnast, ljósareytt

 

Tað nýggjasta á blogginum

Javnan koma video, bloggar og poddar (ljóðfílur) út. Her er nakað av tí, ið seinast er komið út á síðuna.
Góðir vanar fyri hin trúgvandi

Góðir vanar fyri hin trúgvandi

Nakrir góðir vanar fyri hin trúgvandi eru: Lesa Bíbliuna Biðja Møtast við øðrum trúgvandi Tilbiðja Tæna Lat hetta vera ein partur av tínum gerandisdegi, eisini um tað er bara nakrir fáir minuttir hvønn dag. Góðir vanar byrja í tí smáa vit gera í...

Vænti eg Harran Jesus líka, sum ein barnakona væntar sítt barn?

Vænti eg Harran Jesus líka, sum ein barnakona væntar sítt barn?

Eg brúkti hesa Bíbliu-notesbókina á morgunmøtinum í morgun, og tað hjálpti mær so væl at hugsavna meg, og fáa skrivað nøkur ting niður. Tá eg noteri, so krutli eg ofta og skundi mær. Við avmarkaðum kassum, so kundi eg hugsa meg sindur betur um, hvat eg vildi skriva og...

At vera eitt fyridømi – 1.Tim.4:12

At vera eitt fyridømi – 1.Tim.4:12

Fyridømi í talu er, hvussu vit dagliga tosa, meðan vit eru millum okkara vinir og starvsfelagar. Í atburði merkir, hvussu vit bera okkum at, har vit eru. Vit kunnu vera fyridømi í kærleika, tí vit hava upplivað Guds æviga kærleika. Vit kunnu elska onnur, eisini okkara...

Fylg við

týsdagar

Prátið podcast kl.8:00

Fríggjadagar

Kreativ video og vlogar kl.8:00

Samband

Teldupostur

pp@vakurleiki.fo

Skriva viðmerking