Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech.

2. Mós. 19:23
Men Móses segði við HARRAN: “Fólkið kann ikki koma niðan á Sinaifjall; Tú hevur jú sjálvur ávarað okkum og sagt, at vit skuldu gera mark rundan um fjallið og halga tað!”

HARRIN, so heilagur og reinur, men tráar eftir samfelag við menniskjað. Sum rósan við tornum, sum ávarar menniskjað:

“Nem Meg ei, men tosa við Meg. Undrast á Mína dýrd og vakurleika. Men ah, nem Meg ei, tí tá er deyðastingurin vísur. Ikki tí Eg vil, men tí Mítt likam er hart, og títt er veikt.”

So HARRIN lat Seg í veikt likam og kom í heimin at vinna Sær ævigt samfelag við tað menniskjað, ið vil gjøgnum trúgv. 

 

Kvinna

Photografur: Heidi W. Ljósheim, www.instagram.com/heidiwol/

Skriva viðmerking