Sálm. 42:1
Til songmeistaran. Songur. Eftir synir Kora.
Sálm. 42:2
Sum hjørturin tráar eftir rennandi vatni, so tráar sál mín eftir Tær, Gud!
Sálm. 42:3
Sál mín tystir eftir Gudi, hinum livandi Gudi; nær skal eg sleppa at stíga inn fyri ásjón Guds?
Sálm. 42:4
Tár míni eru matur mín dag og nátt, av tí at í heilum verður sagt við meg: “Hvar er Gud tín!”
Sálm. 42:5
Hetta má eg minnast, og úthella sál mína í mær: Hvussu eg í skaranum fór til hús Guds við gleðirópum og lovsongi – í hátíðarskaranum.
Sálm. 42:6
Hví ert tú niðurboygd, sál mín, hví ert tú so órólig í mær? Bíða eftir Gudi! Tí eg skal aftur kunna takka Honum fyri frelsu frá ásjón Hansara!
Sálm. 42:7
Gud mín! Sál mín er niðurboygd í mær, tí minnist eg Teg, úr Jordanslandi og av Hermonshæddum, av Lítla Fjalli.
Sálm. 42:8
Djúp rópar á djúp, táið fossar Tínir duna; alt brim Títt og allar bylgjur Tínar leggja yvir meg.
Sálm. 42:9
Um dagin sendir HARRIN náði Sína, og um náttina er songur Hansara hjá mær, bøn til Gud lívs míns.
Sálm. 42:10
– Eg má siga við Gud, klett mín: Hví hevur Tú gloymt meg? Hví skal eg ganga sorgarbundin, kúgaður av fíggindum?
Sálm. 42:11
Tað er, sum hvørt bein í mær varð sundursorað, táið fíggindarnir háða meg, táið teir samt og javnt siga við meg: “Hvar er Gud tín!”
Sálm. 42:12
– Hví ert tú niðurboygd, sál mín, hví ert tú so órólig í mær? Bíða eftir Gudi! Tí eg skal aftur kunna takka Honum, frelsu andlits míns og Gudi mínum!
Skriva viðmerking