Hey! Hjartaliga vælkomin til Vakurleiki.fo, í dag so fara vit at tosa um meira um einleikan í hjúnabandinum og sex, ella at fara í song saman. Og hví Gud sigur ja og gevur boð um sex í hjúnabandinum, og sigur nei til og gevur forboð fyri sex uttan fyri hjúnaband.
Hetta videoið er beinleiðis eitt framhald av videoinum um hjúnabandið og sex, so eg vil eggja tykkum at hyggja eftir parti 5 og 6, áðrenn ella beint aftaná hetta videoið.
Vit tosaðu um síðst, at Gud er fyri njóting, Gud er fyri sex í røttum rammum, tvs. í hjúnabandinum. Vit lærdu at einleikin í hjúnabandinum er ein persónligur inniligleiki, sum merkir nógv meira og fer nógv djúpari enn holdslig sameining. Sameiningin í hjúnabandinum er ein mynd av Jesusar sameining við samkomu Sína (Ef.5:23-24,32).
.
Sex í hjúnabandinum:
Fyrsta boðið Gud gevur í Bíbliuni er til hjún. Har ímillum sigur Hann “nørist”, havi kynsligt samband saman, sex. Ikki øll boð í Bíbliuni eru keðilig ella ring at fylgja. Ja, Gud gevur boð um sex í hjúnabandinum, tí sex í hjúnabandið er gott. Vit lesa: (1.Kor.7:1-6, 9). Sex í hjúnabandið fyribyrgir siðloysi og girndarbruna. Siðloysi er sex og ólevnaður uttan fyri hjúnaband millum mann og kvinnu. Sex er eisini ætla til, soleiðis at børn kunnu verða borin heim og vit kunnu skapa familjur og trygg heim. Børn eru nevniliga gáva frá Gudi (Sálm.127,3-5a). So sex er ein fantatiskt gáva frá Gudi, innan fyri tær røttu rammurnar, hjúnabandið.
..
Pornea:
Vit lesa 1.Kor.6,15-20; Gud tosar um at sex hoyrir hjúnabandinum til. Uttanfyri hjúnabandið verður sex kallað “pornea” á griskum. Pornea er eitt breitt orð fyri ómoral, siðloysi og ólevna. Pornea, siðloysi, er øll kynslig samvera, sum fellur uttanfyri sex í hjúnabandinum millum ein mann og eina kvinnu.
Gud skapti hjúnabandið millum ein mann og eina kvinnu og Hann signaði tað hjúnabandið. Gud signaði sex í hjúnabandinum millum ein mann og eina kvinnu. Vit lesa ongastaðni í Bíbliuni, at Gud broytti meining aftaná Hann hevði signað tey. Mong hjúnabond líða misnøgd og neyð í dag, tí tey njóta ikki signing Guds. Gud hevur víst okkum á eina leið, fylta við signing, men vit gera sjálvi av, um vit vilja ganga hesa leiðinga ella fara eina aðra leið og samstundis missa signing Hansara.
Pornea er ein av ávøksum holdsins og tað er synd (Róm.1,21-32; Gal.5,19-21). Óðansæð um talan er um tvey, sum bara hava sex einki ætla við tí, og tvey, sum hava ætlan um at liva saman altíð. So er trupulleikin í báðum førum ein væntan av at duga at hava tamarhald á sær sjálvum, “self-control”. Eitt tað besta vit kunnu gera frammanundan hjúnabandi er, at venja okkum at hava tamarhald á okkum sjálvum. Um vit ikki eru trúgv móti Gudi, áðrenn hjúnaband, so sáða vit sáð av ótrúskapi í okkara framtíðar hjúnabandi. Um tú sáðar sáð av ótrúskapi í hjúnabandið, so heldur tú kanska, at tá tú ert giftur, so verður tú ikki freistaður longur, tí nú kunnu tit nøkta hvønn annan. Fakta er, at eygu menniskjans eru ongantíð nøgd. Um tú tí hevur verið ótrúgvur móti Gudi, áðrenn hjúnaband, so fert tú lættliga at verða freistaður og verða ótrúgvur í hjúnabandinum.
Gud sigur, at tá maður og kvinna koma saman, giftast og eru saman kynsliga, so verða tey eitt hold. Tað er sum við hesum kortinum. Vit lærdu í síðsta parti, at sex er límið sum er við til at halda hjúnabandinum saman. Tá vit slíta hetta, so skræðir hvørt annað sundur. Tá eitt menniskja ferðast frá einum forholdið hevur sex og til annað, so hendir ein sundurskraðing av menniskjanum andaliga, sálarliga og likamliga. Hetta ynskir Gud at spara okkum fyri. Hann vil at vit skulu njóta sex í hjúnabandinum við einum hjúnafelaga.
..
Hvat siga haggtølini?
Haggtølini eru púra samd við Bíbliuni. Alt tíðir uppá, at tað er nógv betri fyri eitt menniskja, eitt forhold og eitt hjúnaband, tá vit bíða at hava sex inntil vit eru gift. Tey, sum bíða at hava sex til tey eru gift hava eitt betur sexlív í hjúnabandinum, teirra forhold er stabilari og tey eru meira nøgd og meira glað, enn tey sum hava sex áðrenn hjúnaband.
- Tey, sum bíða vit at hava sex inntil hjúnaband hava 15% betur sexlív.
- Teirra forhold er 22% stabilari.
- Tey eru 20% meira nøgd við teirra forhold
- 50% av teimum, sum hava sex, áðrenn hjúnaband skiljast.
- Tey 80% av teimum, sum hava sex í forholdinum, giftast ongantíð, men gera tað liðugt.
- Sama gransking vísti á, at: “Tá pør gerast sexuelt aktiv ov tíðliga í forholdinum… so mennast onnur øki ikki eins væl… Pør, sum bíða brúka meira tíð at tosa saman og uppliva ting saman. Tey koma at kennast uppá aðrar mátar, ið styrkir teirra samband og skapar størri nøgdsemi í forholdinum millum teirra.”
Vit skulu minnast, at hesar kanningar eru ikki knýttar, at trúgvandi fólkum og heldur ikki Guds orði. Men hetta vísir bara á, at tað, sum Gud sigur er sannleiki. Hann sigur hetta, tí Hann ynskir okkum tað allar besta.
.
Aðrir fyrimunir
Afturat hesum fyrimununum við at bíða, sum vit lærdu um uppiyvir. So vísir Bíblian fleiri aðrar fyrimunir við at bíða at hava sex inntil hjúnaband. Her eru 6 orsøkir:
- Sex er ein sjáldsom gáva til hjúnafelagin. Vit kunnu geva nógvar dýrar gávur til okkara hjúnafelaga, men einki er vakrari og meira vert enn okkara reinleiki. Við at goyma sex til hjúnafelagin, so vísa vit okkara hjúnafelaga, at tey vóru verd at bíða eftir.
- Seinna orsøkin at bíða er, tí sex ikki snýr seg um teg, hvat tú vilt hava, men um at tvey gerast eitt. Tað snýr seg um teg OG HJÚNAFELAGIN. (1.Mós.2,24). Sex er nakað tvey geva ikki taka.
- Triðja orsøkin er, at tú sleppur undan at byrðuni, at tú hevur givið teg til onkran áður. Tað er nógv lættari at ganga oman til altari og geva teg til hjúnafelagin, tá tú ikki skalt dragsa bagasju aftaná tær. Tað ger strekki nógv lættari at ganga. Hevur tú givið teg áður, kanst tú fáa fyrigeving frá Gudi. Men øll synd hevur ávirkan og avleiðing á okkara lív. Bíðar tú at hava sex inntil hjúnaband, so sleppur tú undan at dragsa uppá nógv ting. T.d. skomm, skuldarkenlsu, smittandi kynssjúkum, óynsktar myndir í høvdinum, tú sleppur undan at stríðinum at læra aftur at hava álit á menn osv. Tú kanst geva teg fult og heilt.
- Bíða, tí tú kennir títt virði. Tú hevur meiri virði enn bara at geva teg einaferð til onkran, sum vil tað. Gud vil hava onnur menniskju at virða teg, men fyrst mást tú læra at viðra teg sjálva, og hetta byrjar við at virða Guds standard fyri sex. Við at bíða virðir tú Gud, seg sjálva og hin persónin.
- Bíða, tí sannur kærleiki bíðar. Lesur tú 1.Kor.13, so sært at kærleikin er tolin, er ósjálvsøkin og tænir. Ein, sum veruliga elskar teg, elskar Gud og teg nokk til at vilja at bíða og gera alt fyri at bíða at hava sex inntil hjúnaband. Er viðkomandi átrokandi, ótolin, so er hetta ikki sannur kærleiki tú kennir frá viðkomandi. Og viðkomandi virðir heldur ikki Gud.
- Tú sleppur at njóta Guds absulutt besta! Gud skapti sex og veit alt um sex. Hvør er besti ráðgevi okkara tá tað kemur til kærleika, forlovilsi, hjúnaband og sex? Jú, Gud, Skaparin, sum skapti alt hetta! Bíðar tú so sleppur tú at njóta Guds besta og Guds signing. Sex í einum yvirgivnum hjúnabandið, sum er seglað við einum sáttmála millum teg og tín eina hjúnafelaga.
http://www.girldefined.com/7-major-benefits-saving-sex-for-marriage-part-1
.
Endi
Bíblian er ógvuliga greið um sexuella synd, hvussu oyðileggjandi tað er. Bíblian er eisini so greið um signingina, og hvussu fantastiskt tað er at bíða.
Pornea er nakað sum 50-99% av monnum stríðast við og 30-86% av kvinnum stríðast við. Eg skal minna á, at hava tit dálka tykkum við pornea, so kann Gud hjálpa tykkum burturúr hesum og loysa tykkum frá hesum. Og tað er nakað Gud ynskir at gera, tí Gud ynskir ikki at vit skulu verða bundin og liva í skomm, Gud ynskir at seta okkum í frælsi. So leita til Gud, bið, set tær fyri, flýggja tá tú verður freistaður. Eisini kann tað hjálpa at tosa við elstar og ungdómsleiðarar, fyri at fáa ráð og hjálp í hesum.
So um tit sum gift so invistera seksuellu orkuna í hjúnafelagan, ella tey sum eru single invistera orkuna í reinleika og at bíða til hjúnaband. Tráa eftir at gerast ein rættur hjúnafelagi. Ven tamarhald, so skulu tit koma at sanna, hvussu sterk tit verða longu sum ung.
At flýggja frá pornea merkir at flýggja frá pornegrafiskum myndum, filmum, serium, bókum, sangum o.ø. tilfarið. At flýggja merkir, renna túr, klamsa telduna saman, sløkkja skermin, sløkkja netið um neyðugt. Hetta kann hjálpa okkum at halda okkum rein.
Fylla vit okkum við pornea gjøgnum eyguni, so fara vit at fella. Eftir fallið stríðast vit við pínu, ringa samvitsku. Tað er nógv betur at halda frástøðu frá ymsum, sum kann vekja seksuella tráan. OG í staðin eiga vit at brúka okkara orku, har vit kunnu fáa nógv burturúr. Tæn Gudi, tæn vinfólki, ver virkin, les Bíbliuna, lurta eftir talum. Tað er tá vit eru dovin og keða okkum, at freistingarnar gerast harðast. Tað veit eg alt um. Bíða við sex til tú ert giftur. Og veitst tú hvat? Tá fert tú at hava eitt fanatiskt hjúnaband, tí tú hevur ært Gud, óttast Gud, sum tú ert farin inn í eitt forhold.
Eg havi gjørt eitt video um freistingar, sum kann síggjast her (peika)…
Minnist til at like’a videoið, subscribe’a og deila videoið. Eg vil eisini eggja ungum, foreldrum og leiðarum at bróta tøgnina og hjálpa hvørjum øðrum, við at snakka um hetta evnið út frá Bíbliuni.
Næstu ferð fara vit at tosa um dating ella forlovilsi.
Bei.