1000 takk fyri tær hjartavermandi heilsanirnar á mínum føðingardegi og tit, ið komu inn á gólvið 1.januar. Tá man er 24 ár, er man tá kvart-gamal ella hálv-gamal? Nær er man annars gamal í dag?
Gomul ella ung, ja, so vóru árini fagnað stórliga í brúdleypi hjá Jakoba & Jonleif.
Annars er nýtt at siga!
Vit fingu at vita fyrst í desember, at skurðviðgerðin, ið eg skuldi undir nú í januar er fyribils útsett. Hetta vóru sonn gleðiboð, tí eg kann nú gera skúlan lidnan, og ætlanir kunnu leggjast út í kortið fyri hetta hálvárið.
Hóast hetta ikki júst var tað, ið vit høvdu væntað fyrst í desember, so var hetta ein góð broyting, ið Harrin hevði fyrisæð og ætlað. (Jer. 29:11)
Við hesi broyttu kós í huga, tóku vit avgerðina, ið hevur verið okkara mál frá byrjan av, nevniliga: at ganga í hjúnalag. Og stutt eftir hetta, 31. desember uml. kl.22.30 fór Evald á knæ og spurdi um eg vildi giftast við honum. Svarið var sjálvandi ja!
So páskaferian 2020, fer í ár at byrja við, at vit gerast eitt. Vit giftast nevniliga 4.apríl, og tað gleða vit okkum so ómetaliga nógv til.
Vígslan verður í Nerija á Skála kl.13.30.
Eftir vígsluna verður reseptión/vælkomst/drekkamunnur. – Øll eru hjartaliga vælkomin!
Jer. 29:11
Tí Eg veit, hvat Eg ætli og havi í huga viðvíkjandi tykkum – sigur HARRIN – friðarætlanir og ikki vanlukkuætlanir, at geva tykkum framtíð og vón.
Facebook tiltak: http://bit.ly/36nHGYC
– – –
Kanska Vakurleiki.fo ikki fer at hava eins nógv uppsløg komandi hálvárið. Ikki tí eg eri horvin, men einans tí vit bæði stákast at gera klárt til brúdleyp. 1000 takk fyri forbøn fyri verkinum og okkum.