Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech.

“Let God be your first thing and your last thing on your to-do-list”

Hvussu byrjar tú tín morgun? Fert tú tíðliga upp og gevur tær góða tíð? Ella gert tú sum eg: skundar tær upp í síðstu løtu?

Hoppar í einar buksir og smoggir blusuna um høvdið, í meðan tú koyrir nøkur løg av maskaru á. Kanska tú ikki brúkar maskaru, tað sparir tær í hvussu er 1-2 minuttir. Harvið sparir tú eisini eyguni fyri nøkrum kol-kemikalum. Sum eg renni upp gjøgnum trappurnar undan sekund-pinninum, so gevur mamma mær eitt breyð og ein cappocino í hondina. Eg kroysti eitt smíli til hennara, bestu mammu í verðini, og leypi stressa út í bilin. Fjú… Bara 3 minuttir for sein. Nú má drønast

.

Soleiðis hava fleiri morgnar hjá mær verið í fleiri ár. Upp í síðstu løtu, skund, hurr, fusk, stress, sum um onkur hvønn morgun traðkar meg á halan.

.
Gjøgnum dagin so fylgi eg mínum dagliga vegleiðara. Eg hevði viljað sagt, at tað var Bíblian, men tað er tað tíverri ikki. Í hesum førinum er tað mín langi to-do-listi fyri dagin, vikuna og mánaðin. Hann minnir meg á, hvat eg kann, má og skal gera hendan dagin. Gjøgnum dagin poppar ymiskt upp: “Skúlating, arbeiði, innkeypslistin, vinkonur, bíbliutímar, fundir o.a.” Legði tú til merkis, at einki punkt á to-do-listanum eitur ‘Gud-og-Dinu-Tíð’ ella shhh-Løta-við-Gudi? Púra rætt”. Er tað ikki ræðandi? Í mong ár havi eg havt mína kvøld løtu saman við Gudi, har eg havi lisið í Bíbliuni og biðið eina stutta bøn.

to-do-list

.

Men í síðstu viku hoyrdi eg talaran Pætur Hansen nevna hettar:

“Lat Gud verða tað fyrsta og síðsta á tínum to-do-lista. Lat hann verða títt sólarris og sólarsetur hvønn dag.”

Hettar slóð meg. Eg havi í mong ár sett eina løtu um kvøldið av til Gud, men hví ikki um morgunin? Bara 5-10min. Eg eri eitt totalt B-menniskja. “Ein verulig náttarugla”, plagar omma at siga. Tá klokkan slær 00:00 vaknar arbeiðshugurin og kreativa sinni. So sjálvt tveir minuttirnir av eyka svøvni um morgunin síggi eg sum reyðagull.



Men eg gjørdi av at royna hettar í eina viku. At seta 2-7 minuttir av
um morgunin til Gud, ið skuldi verða tað fyrsta á mínum to-do-lista um morgunin. Tað var ikki lætt, men heldur ikki so ringt sum eg hevði væntað. Tað var einfalt eitt val.

.

orð guds

Veitst tú hvat eg legði til merkis? Eg broyttist. So eg gjørdi ein lista av teimum tingunum, ið broyttust:

  • Eg var yvirraskað av, hvussu langt hendan tíðin ofta bara 3 minuttir rukku um morgunin
  • Eg var meira tolin
  • Meira motivera og meira villig at tæna øðrum
  • Mín hugburðurin bleiv betri og sunnari
  • Meir inspirera og meira eldhuga fyri Gudi
  • Eg hevði betur tamarhald á mær sjálvari

.

Dagarnir vóru vanligir: nakrir ok, summir góðir, nakrir vánaligur og aðrir vóru vónleysir. Men av tí at, Harrin varð mítt akker morgun og kvøld, varð eg meira støðugføst, enn eg áður hevði verið. Ein stór broyting var, at tá eg stríddist og stúrdi frá morgunstundini fyri degnum, so vendi eg mær beinanvegin til Hann, ið hevur kontrol á øllum. Uttan mun til, hvussu dagurin fór ella hevði lagað seg, so var Hann tann Klettur, sum aldrin vikast úr stað. Í Hansara ørmum kundi eg finna frið, innihald, hvílu, meining og nøgdsemi. Eg visti og veit enn, at tá Gud sær meg, so sær hann ein persón sum Hann elskar uttan mun til feilir, succes, likes og dislikes. Hann av sonnum elskar meg. Um eg var alt ella einki, ella bara eitt lítið, einsamalt bankandi hjarta, so hevði Hann elskað meg akkurát líka nógv. Hansara kærleiki til mín er fullkomin. (1.Jóh. 4,9-10). Tað er hettar eg hvílið í. Tað er hettar, ið ger, at eg kann smílast og lyfta høvdið høgt hvønn dag (Sálm.3,4).

.

Eg spurdi spent mammu eina viku aftaná: “So hvat broyttist?” Hon mátti erligt viðganga, at hon hevði ikki sæð nógva broytingina. Men tveir mánaðir aftaná, segði hon mær, at nú hevði hon sæð eina veruliga broyting. Og tað var nevniliga tá, eg ikki sjálv hugsaði um tað.

So… “Lat Gud verða tað fyrsta og síðsta á tínum to-do-lista. Lat hann verða títt sólarris og sólarsetur hvønn dag.” 

Tað stendur í Hebr.4,12 at orð Guds, ikki er bert orð, men livandi og Kraft.

Skriva viðmerking