Gestabloggur eftir Sigrið Nicodemussen.
HEY AFTUR!
Bullet Journal – Juli 2018 Hey aftur! Mong hava sæð fríggjadagsvideoið “Bullet Journal – Juli 2018” ”, og ætlanin var at gera eitt video afturat um juli. Vegna tekniskt brek riggaði tað ikki. So í hesum blogginum fari eg at vísa tykkum myndir av úrslitunum. Eg fari eisini at forklára, hvat eg havi brúkt, og hví eg havi broytt ymiskt.
INNSENDAR MYNDIR
Eg vil eisini takka fyri myndirnar, eg fekk sendandi av juni mánaðinum! Eg vóni at fáa fleiri myndir frá tykkum (sendið til vakurleiki.fo á FB/IG/SC ella til mín, Sigrið, á FB/IG).Tað er so stuttligt at síggja og hoyra frá tykkum, sum eru byrjað uppá eina Bullet Journal! Her eru nakrar innsendar myndir:
JULI MÁNAÐURIN
- TILFAR
Hetta er tað, eg havi brúkt til juli mánaðin:
FORSÍÐAN – KALENDARI
Á forsíðuni havi eg eina mynd av Efesus 5:1-2a (frá GirlDefined). Síðani havi eg eisini gjørt ein kalendara. Hesin gevur betur yvirblik – í mun til tann, ið eg gjørdi til juni. Hetta er sjálvandi bara eitt uppskot. Tit skulu gera tað, sum passar tykkum best! Niðast eru tvey klistrimerki, sum eg havi litað.
FYRSTA OPNA – YNDIS VERS
Á næstu opnuni havi eg eitt klistrimerki, og “yndirvers fyri henda mánaðin”. Til høgru er eitt “Hvussu góðan dag hevði eg”, har fimm stjørnur er tað hægsta. Niðri undir havi eg skrivað “Bøkur”, tí at í juli hava vit summarferiu, og tá er ein ordiliga góður møguleiki at lesa spennandi, kristnar bøkur! Mær dámar sera væl at lesa, og tí hugsaði eg at hava hetta við til juli mánaðin. “Hugskot” er til bøkur, ið eg kundi hugsað mær at lisið.
ONNUR OPNA – LESIÆTLAN
Í mun til juni, so havi eg nú sett bíbliulesiætlanina fremri, ístaðinfyri aftast. Her fari eg at skriva, hvat eg ætli mær at lesa í juli. Í juni las eg t.d. Rutt 1-2 fyrsta dagin, og Rutt 3-4 næsta dagin.
TRIÐJA OPNA – BØNAREVNI
Á triðju opnu eru bønarevni. Her havi eg býtt tað meira upp soleiðis, at alt ikki bara er ein hvít síða. Eg havi skrivað ymisk evni, sum eg kann biðja fyri (og skrivað meira nágreiniligari).
Niðast havi eg skrivað: “bønarevni frá øðrum”. Tá fólk spyrja, um vit kunnu biðja fyri onkrum, siga vit ofta “eg skal nokk biðja fyri tí”, og gloyma tað burtur seinni. Men her kann ein skriva tað niður skjótt og minnast til at biðja fyri tí!
Til høgru havi eg skrivað “ACTS” sum kann vera ein áminning um, hvussu vit t.d. kunnu biðja:
- “Adoration” er at hámeta Gud, og tosa við Hann um hvør Hann er!
- “Confession” merkir at viðganga, viðurkenna og játta. Her kann man t.d. játta fyri Gudi, hvat man stríðist við.
- “Thanksgiving” er takkargerð: at siga takk fyri ymiskt.
- “Supplication” er at biðja um okkurt. Tað er vanligt, at vit leggja meira dent á hetta, tá ið vit biðja til Gud. Men vit mugu ikki bara biðja Gud um ymiskt. Vit mugu eisini minnast til at takka Honum fyri tað, ið vit longu hava, og prísa Honum fyri, hvør Hann er!
FJÓÐRA OPNA – TAKKARGERÐ
Hetta leiðir okkum síðani víðari til til takkargerð. Hetta havi eg skrivað beint eftir bønarevni. Her er eitt klistrimerki av einum fugli, sum syngur. Og eg helt, at tað riggaði væl til síðuna. Til høgru er “mál fyri juli”, hvat eg vil náa. So kann eg eisini svara “ja” ella “nei” til, um eg havi nátt tey í endanum mánaðinum. Niðast havi eg lagt afturat “Hvat kann eg gera betri?” fyri at náa hesi mál.
FIMTA OPNA – HVAT LÆRIR…
Síðani havi eg sett tvær síður av til evnið “Hvat lærir Gud meg hendan mánaðin?”. Eg gjørdi bara eina síðu til tað í juni, men tað var ov lítið.
SÆTTA OPNA – INSPIRATIÓN
Til endans havi sett tvær síður av til “inspiratión”. Her kann eg skriva sangvers, orðatøk o.a., sum gevur mær íblástur. Í juni-mánaðinum gjørdi eg bara eina síðu til hetta, og eg síggi nú, tað var ov lítið.
MAI MÁNAÐURIN
Hetta var so juli mánaðurin, meeeen eg fari líka at vísa tykkum, hvussu eg gjørdi mai mánaðin hjá mær. Hetta var fyrsti mánaðurin, eg gjørdi bullet journal. Alt er á enskum, men kanska tit fáa nøkur hugskot afturat!
Góðan tekni- og skrivihug!
Link til Bullet Journal – Juni 2018, um tú ikki hevur sæð videoið: