Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech. Photography: Ester Bech.

Brrr… tað er kalt. So kalt, sjálvt um tað er hálvur februar. Ein dagin kavin var fallin niður, hevði systir mín tað hugskot at taka myndir í kavanum. Ætlanin var at taka myndir í troyggjuni fyri tað mesta, men brrr… sum tað var kalt, so kalt. So fleiri myndir vóru tiknar í mínum Only-jakka.

Lookið er natúrligt í føroyskt bundnari troyggju frá Mariu Bech (mammu) og Cowboybuksum. Sum prýði so valdi eg ein myrkan reyðan lit á neglirnar (Depend) og varrarnar (MAC, Diva), ið popp’a. Hárið er savnað í eina fiskaflættu. Annars kjekka skógvarnar út, eg skal siga tær, at teir eru næstan eina øld (10 ára) gamlir! Shhh… okkara “hemmiligheit”. 😉

Brr... tað er kalt! 6

Brr... tað er kalt! 4

Brr... tað er kalt! 3

Brr... tað er kalt! 7

Brr... tað er kalt! 9

Brr... tað er kalt! 12

Brr... tað er kalt! 13

Brr... tað er kalt! 15

Brr... tað er kalt! 16

Tip: Hevur tú onkutíð ringt við at seta klæðir saman, tá tú skalt onkustaðni? Eitt mær dámar væl at gera er at taka eina mynd við telefonini ella ipadinum, tá eg eri í einum “outfittið”, sum eftir mínum tykki, riggar. Soleiðis, at tá eg havi tørv á at seta klæðir saman skjótt, so kann eg gera tað út frá mínum egnu myndum og egnum klæðum. 🙂

Skriva viðmerking