Fyri einans 5 árum síðan sat eg við einum kaffikoppi heima hjá mammun og hugdi út gjøgnum vindeyga. Eg hevði júst fingið summarferiu og søkt inn til lærara. Eg visti ikki, um hetta var mítt lívstarv ella hetta var rætta leiðin, ið eg skuldi fara. Eg var so stúrin og bað áhaldandi til Gud, at Hann mátti vegleiða meg. Eg kendi meg sindur mista í mínu egnu tonkum, sum um hetta var avgerðin, ið ávrikaði reystina av mínum lívi. Eg kendi tað sum eg bíðaði eftir einum stórum tekni, sum skuldi geva mær eina vissu fyri, hvussu eg kundi virka fyri Gud.

Eg slapp inn til lærara og stóra teknið kom ongantíð, so sum eg vildi. Men heldur ein still friðarlig vissa, um at Harrin var við og leiddi meg stig fyri stig.

Og hetta var tað, sum eg lærdi í hesum tíðarskeiði; fylgja Gudi stig fyri stig – ein dag í senn. At tæna Honum har, eg var við teimum evnum, ið eg hevði. Eg lærdi at lýsa fyri Gud har eg var, at blóma har eg var plantað.

Ein sangur sigur:
“Menniskjan er sum ein blóma,
vøkur á summari at sjá,
skapt til Guds dýrd og tann sóma,
summarið ævigt at fá;
treyt er, at hon
trýr á Guds Son,
sum henni sæluna veitir.

Tá vit trúgva á Gud, fáa vit eitt nýtt lív, og vit kunnu gera tað, sum vit eru skapt til; – at geva Gudi dýrd og æru. Vitna og blóma fyri Hann, hvar vit so eru, í øllum tíðarskeiðum í lívinum, soleiðis onnur eisini kunnu koma til trúgv á Jesus.

Hvat er vakrari enn blómur, sum kempa á vetrartíð. Og spírar, sum kroysta seg upp úr kavakløddu jørðini á várið. Lat okkum blóma fyri Jesus, har vit eru, eisini tá umstøður eru truplar ella vit ikki heilt vita, hvussu vit skulu virka. Kanska er tað júst tá, í okkara veikleika, at vit vísa best á Hansara stórleika.

—————

2. Kor. 12:9-10
Men Hann segði við meg: “Náði Mín er tær nóg mikið; tí kraft Mín verður fullkomin í veikleika.” – Tí rósi eg mær helst av veikleika mínum, fyri at kraft Kristusar kann hvíla á mær. Og tí havi eg gott mót í veikleika, í ringari viðferð, í neyð, í atsóknum, í angist fyri Kristusar skuld; tí táið eg eri veikur, eri eg sterkur.

Blóma fyri Gud

Skriva viðmerking