Eg fekk ein spurning frá nøkrum so fittum gentum á Snapchat. Tær fortaldu mær, at tær høvdu júst byrjað ein bíbliubólk, og spurdu, hvussu tær skuldu gera, og hvar tær skuldu byrja. Tí havi eg gjørt hendan eyka vloggin hesa myrku, køldu desember vikuna.

 

Hvat er ein Bíbliubólkur?

Ein bíbliubólkur er einfalt ein bólkur av nøkrum heilt vanligum menniskjum, ið hava eitt ynski um at koma kenna Gud og Hansara orð, Bíbliuna betur.

Endamálið við einum bíbliubólki er, at koma at kenna Gud betur, við at granska Orð Hansara, Bíbliuna.

Bíbliubólkur kann vera millum ung, gomul, gentur og dreingir ella heilt blandað. Ein Bíbliubólkur kann vera stýrdur av einum eldri leiðara. Ein Bíbliubólkur kann eisini vera at vinfólk ella vinkonur samlast. Fyrimunirnir við at hava ein eldri leiðara er, at teir kunnu hava fleiri royndir og vísdóm. Fyrimunurin við at samlast sum vinfólk/vinkonur er, at vit styrkja vinarbandið og byggja tað á tað bestu grundina, eitt vinarband kann vera bygt á: Gud og Bíbliuna.

Orð Guds sigur nemliga: “Betri er at vera sjálvurannar enn einsamallur, tí teir báðir fáa góða løn fyri strev sítt; og um annar fellur, kann hin reisa felaga sín upp aftur. Men vanlukkuliga er hin einsligi staddur; tí fellur hann, er eingin at reisa hann upp aftur! Somuleiðis, táið tveir sova saman, verða teir heitir; men hvussu kann hin einsligi verða heitur! Og um so onkur kann vinna hann, ið einsamallur er, kunnu tveir standa seg ímóti honum; og trífaldur tráður er ikki so góður at slíta.” (Præd.4,9-12)

Her fortelur Solomo um, hvussu gott og týdningarmikið tað er at hava ein ella fleiri trúgvandi vinir. Sum kunnu stríðast saman við tær í bøn og hjálpa tær á leið við at lesa Bíbluna saman. Legg serliga merki til ørindi 12: “trífaldur tráður er ikki so góður at slíta.” her tosar Solomo um, at eitt vinaband, ið er bygt á Guds orð er ikki bara tvey menniskju, nei Gud er eisini við. Tí er tað ikki tvífaldur tráður, men trífaldur. Hettar er nemliga tað, ein bíbliubólkur m.a. er.

 

Hví ein Bíbliubólk?

Hví ein Bíbliubólk? Jú m.a. sum vit lósu í versinum, so er tað lættari at verða heitur tá man er tvey. Soleiðis er eisini við andaliga lívinum. Saman kunnu vit biðja fyri hvørjum øðrum, áminna hvønn annan og troysta hvønn annan. Við at møtast kunnu vit “hita hvønn annan”, hetta verður kallað í Bíbliuni, at fáa hvønn annan at brenna: 

Latið okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so vit fáa hvør annan at brenna í kærleika og góðum verkum og ikki geva uppat at koma saman hvør við annan – soleiðis sum siður er hjá summum – men áminna hvør annan, og tað so mikið meiri, sum tit síggja, at dagurin nærkast!” Hebr. 10,24-25

Gjøgnum tíðina havi eg fylgst við mongum ymiskum trúgvandi vinkonum. Saman við nøkrum av teimum havi eg eisini havt Bíbliubólkar ella møtst til Bíbliuprát. Hetta eru av sonnum tey ríkastu og sterkastu vinabondini. Gud hevur lært meg ómetaliga nógv saman við teimum, og eg havi lært ómetaliga nógv av teimum.

 

Hvør kann hava/gera ein Bíbliubólk?

Veitst tú hvat? Tú kanst! Um tú hevur tikið ímóti Jesusi sum tínum frelsara og hevur eitt ynski at koma at kenna Hann betur, so kanst tú, ja tú byrja ein Bíbliubólk saman við tínum vinfólkum ella vinkonum.

 

Hvussu geri eg? Hvat tilfar brúki eg?

Fyrst mást tú sjálvandi finna trúgvandi vinir/vinkonur at møtast miðvíst við. Men hvussu byrjar tú? Hvussu gert tú? Ein góð og trygg loysn er at finna gott bíbliubólka tilfar. Her eru nøkur uppskot.

 

1. Emmaus Bíbliuskeiðini (heftir)

Eitt eg sjálv havi nýtt nógv og vil viðmæla er Emmaus Bíbliuskeiðini, trýst her og fyri at síggja faldaran her. Bíbliutosið ella innsløgini týsdagar eru grundað á hettar tilfarið. Júst nú nýti eg bíbliuskeiðið “Hvat lærir Bíblian.” Skeiðini eru ómetaliga góð og kunnu fáast í øllum torleikastigum. Her eru nøkur mær dámar væl.

  1. Hann ber av øllum (Um Jesus, hvør Hann var og hvat Hann gjørdi)
  2. Hvat lærir Bíblian  (Um Gud, menniskja, synd, frelsu, ævinleikan)
  3. Lív og atferð hins trúgvandi (freistingar, atburð, dóp, samkomu, bøn, vitna, lesa og liva fyri Harran).
  4. Andaligi vøkstur hins trúgvandi (Um at vaksa andaliga og víðari evnið at vaksa innan djýpti evnir, sum fíggjarlig viðurskifti, forlovilsi og hjúnarlag o.a.)
  5. Tænari Guds (Hvussu kunnu vit tæna og liva fyri Harran)
  6. Filippibrævið (Gjøgnum gjøngd av Filippibrævinum, um at Jesus skal vaksa, vit minka)
  7.  Rómbrævið (Gjøgnum gongd av Rómbrævinum)
  8. Virki Heilaga Andans (Tosar um hvør Heilagi Andin er og virki Hansara í GT og NT)
  9. Kvinnan, ið toknast Gudi (Um, hvat Bíblian sigur um kvinnuna, hennara eginleikar og uppgávur).

Fleiri eru afturat hesum á føroyskum og nøkur eru í fer við at verða umsett. Fleiri eru eisini at fáa á enskum og bíleggjast heim, trýst her

Eitt ótrúliga gott við føroysku heftunum, er at Jens og Maria Bech taka sær av teimum. Tú fært útvegað heftini fyri bíligan penga til tín og/ella allan bíbliubólkin. Harafturat kunnu tit fáa ráðgeving og spyrja spurningar, um tað er okkurt tit ivast í við heftunum. Eftir, at heftið er lisið og spurningarnir eru svaraðir, kann heftið sendast inn til “rættingar”, og tit fáa vegleiðing og prógv sent aftur. (Ring á tlf. 287840).

 

2. Lesa kapitlar saman við/uttan bíbliukommintar

Ein máti er, eisini at lesa kapitlar saman í Bíbliuni, m.a. í NT, og snakka um teir. Ikki vera bangin um tit ikki skilja alt. Til ber at sprota orðini. Men um tit ikki skilja alt, so ger tað einki, tí nøkur ting kemur man at skilja seinni. Um tit ynskja at fara eitt sindur djypri og læra eitt sindur meira, kunnu tit brúka bíbliukomintarin eftir William Macdonnald, ið eitur “The believers Bible commentary“, ið kann keypast í bókabúðini Logos í Havn, trýst her.

 

3. Hyggja eftir Bíbliutímum á netinum saman:

Nógv tilfar liggur úti á netinum og Youtube. Týdningarmikið er eisini at kanna eftir at tilfarið er trúvert móti Orði Guds, Bíbliuni. Eitt hugskot er at lurta eftir Bíbliutímum saman, blaða versini upp og so taka eina løtu aftaná saman, har tit kunnu snakka um evni og skriva nakrar tankar niður.

Nøkur, ið hava video at lurta/hyggja at:

  • Vakurleiki.fo (Youtube kanal, trýst her). Videoini týsdag eru 8-10 minuttir. Nógv vers eru ofta skriva undir tekstinum. Til ber tí at lurta og trýsta pausu og blaða versini upp saman. Annars liggur alt tilfarið/manuskriptið frá videonum á heimasíðuni sum tekstur og ljóðfíla, her. Teksturin, fer mangan eitt sindur djypri enn videoið sjálvt. Eitt uppskot er eisini at tit kunnu  lesa/lurta eftir tekstinum saman.
  • Ordid.fo (Youtube kanal, trýst her. Heimasíða her.). Her eru nógvir ómetaliga góðir bíbliutímar, ið viðgera mong evnir sera grundiga. Videoini eru frá 1/2 tíma til 1 tíma á leið.
  • Girl Defined: (Youtube kanal, trýst her). Eg havi ikki lisið bókina hjá teimum, men tilfarið tær leggja út á Youtube er ómetaliga gott og viðkomandi fyri ungar, trúgvandi gentur.
  • Loveology: (Youtube partur 1 her). Ein bók um Gud, kærleika, hjúnarbandi og sex. 4 video eru um hesi evnini út frá bókini. Hesi brúktu vit eina tíð, í einum gentu Bíbliubólki eg var í, tí vit høvdu áhuga innan hesi evnini. Vit hugdu eftir videoinum saman, og síðani snakkaðu vit saman um tað aftaná ella trýstu á stopp inn í millum at práta. (Partur 1, Partur 2, Partur 3 og Partur 4)
  • Francis Chan: Er ein talari í Amerika, og er ótrúliga inspirerandi. Eitt mær dámar væl hesa seriuna hjá honum, ið kallast “A Christ Centered relationship”. Snýr seg um Gud, parlag og single-lívið. (Partur 1, Partur 2, Partur 3)
  • Chip Ingram: Talari, høvundur og venjari. Ein “down-to-earth-maður”, ið dugir væl at taka praktiskt dømir. Bíbliutíma seriurnar hjá honum kunnu takast niður gratis á appini og her.

 

Bíbliutímar runt um kring:

Bíbliubólkar eru kring oyggjarnar, og her eru nakrir av mongum, ið verða skipaðir av einum eldri leiðara:

Eysturoyggin

  • Gentu bíbliubólkurin í Eysturoynni við Dinu Bech fyri ungar gentur. Vit møtast í løtuni annað hvønn týsdag kl.20. Hvat og nær verður lýst á Facebook, trýst her.
  • Dreingja bíbliubólkurin í Berøa í Runavík við Petur á Roykheggi er týsdag kl.20, trýst her.
  • Bíbliutími fyri 18 ár+ í Berøa í Runavík við Petur á Roykheggi er mánadag kl.20, trýst her.
  • Bíbliutími fyri ung 13-17 ár í Elim í Søldafirði við Ronni Petursson Jacobsen er týsdag kl.20, trýst her.

Streymoyggin

  • Bíbliutími leygardagar í Ebenezer (ikki fast), verður lýst nær á ordid.fo og Facebook síðuni hjá ordid.fo.
  • Bíbliutími fyri dreingir/ungar menn í Havn við Johann, Martin og Beinir. Set teg í samband við Johann her, Martin her, og Beinir her.
  • Bíbliutími fyri ungar gentur í Havn við Tanju og Vanju, set teg í samband við Tanju her og Vanju her.

Hevur tú spurningar í samband við hettar evnið, endiliga senda mær eini boð. 

 

Skriva viðmerking