• Fyridømi í talu er, hvussu vit dagliga tosa, meðan vit eru millum okkara vinir og starvsfelagar.
  • Í atburði merkir, hvussu vit bera okkum at, har vit eru.
  • Vit kunnu vera fyridømi í kærleika, tí vit hava upplivað Guds æviga kærleika. Vit kunnu elska onnur, eisini okkara fíggindar, á ein tænandi hátt, tí Jesus vísti okkum hendan kærleikan, meðan vit enn vóru syndarar.
  • Vit kunnu vera fyridømi í trúgv, við at vera trúføst og álítandi (loyal). Eisini við at vísa álit og ikki vera skeptiskt í mun til onnur, men vísa álit og sjálvi vera álítandi fyrst og fremst.
  • Í reinleika merkir, at vit seksuelt velja at halda okkum rein. Hetta er nakað, sum er eyka trupult í dag við øllum miðlunum. Men tá Harrin kemur inn í okkara lív, so kann Gud reinsa út og geva okkum kraft at vinna á freisting.

Les 1.Tim.4:8-16
www.vakurleiki.fo

———

Meira tilfar

👉 Meira um kærleika: https://www.vakurleiki.fo/hvat-er-kaerleiki-kyn-pt-3-og-pt-4/

👉 Meira um freisting: https://www.vakurleiki.fo/freistingar/

👉 Meira um seksualitet og freisting á netinum: https://www.vakurleiki.fo/einleiki-pornea-sex/

 

Skriva viðmerking