AT BIÐJA…

 

Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech.

“Ahh ja, bøøøhhhn” suffar tú aftur. Tað kennist næstan, sum at fara á innkeyp fyri mammu sína við einum innkeypslista. Smør “kjekk”, mjólk “kjekk”… Eeenduliga yvirstaðið. Mamman fær vørurnar og listan aftur, og eftir tað gloymir tú alt um listan og vørurnar.

 Bøn kennist sum ein ramsa, ein skylda, sum bara skal verða gjørd, áðrenn tú leggur eyguni saman eftir ein strævnan dag.

Fyri eitt sindur meira enn einum ári síðani var mítt bønarlív fátækt, veikt, og eg trúði lítið og einki uppá, at tað hevði nakra ávirkan yvirhøvur.

Bøn, jah tað var mær sum ein keðiligur innkeypslisti, men eg visti, at hettar var ikki sannleikin.

.

Eg visti um menn og kvinnur í Bíbliuni, sum Dániel, Ester, sum í samfelag við Gud í bøn broyttu umstøður og menniskju. Eg visti um menn og kvinnur lítið fyri mína tíð, sum George Mueller, sum bygdu alla sína tilveru uppá bøn.

.

George Mueller stovnaði og røkti eitt heilt barnaheim í 60 ár grundað á bøn eina. Hetta undraði meg og eg visti, at mín mynd av bøn var skeiv.

Ein dagin bað eg uppgivin og suffandi: “Harri broyt mína mynd av bøn, vís mær veruliga týdningin av bøn og vís mær, at bøn hevur ávirkan.”

.

Harrin er trúfastur og hoyrir okkum ALTÍРtá vit rópa til Hansara (Sálm. 77:2), eisini tá tað ikki kennist so. Eg hugsi, at Gud man hava hugsað: “Yes, nú sleppi eg enduliga framat!”, tí Gud fór beint til verka at broyta mína mynd av bøn. 

.

Nógv ting spældu inn. M.a. Ein bók “Answers to Prayer – George Mueller og filmurin Warrom. Men fyrstu, mestu og bestu ávirkanina hevði dagligi lesnaðurin í Bíbliuni, har eg byrjaði at leggja merki til skriftstøð við versum um bøn og um at biðja í samsvar við vilja Guds.

Fyrsta bønarsvarið kom, tá eg í eini samtalu við ein vin lærdi, at tó eg ikki hevði fingið eitt ávíst bønarsvar enn, so hevði Gud ikki gloymt bønina og arbeiddi enn fyrieinum bønarsvari.

Trúfasti Gud mín arbeiddi enn fyri at svara eini bøn, sum eg sjálv hevði koyrt í gloymskuna. Ein av mínum stórstu spurningum viðvíkjandi bøn var, hví Gud ikki svaraði. Og eg lærdi, at tó Gud ikki gevur okkum eitt bønarsvar, so merkir tað ikki, at Hann ikki tekur okkara bøn at hjarta og ikki arbeiðir fyri einum bønarsvari.

Harrin elskar okkum og ynskir okkum tað besta. Hann hoyrir, Hann veit, Hann suffar við tær. Gud ynskir eisini at verða tín verja, styrki og troyst (Róm.8,26Sálm. 144:2).

Eg lærdi, hvussu lætt eg gloymi, so eg byrjaði at skriva nøkur bønarevni uppá eina skápshurð og skriva nakrar tankar og bønir í eina bók, sum eg tíðum las og bað fyri aftur. Fleiri bønarevni komu so hvørt uppá skápshurðina.

.

Nakrir mánaðir gingu og eg byrjaði at SÍGGJA, at bøn hevði ávirkan! Eg , hvussu bønir mínar til Gud vóru svaraðar. Eg , at Gud tók mínar bønir at hjarta. Eg kom at kenna, hvussu persónligur Gud er. Ja, at Hann hoyrir, sær og veit.

.

Bøn bleiv ikki longur ein innkeypslisti og ein skylda, men kraft, samfelag og kríggj (havi eg hug at kalla tað).

Mín mynd av Gudi var ikki longur ein blá “ynski-fe”, sum hevði ov nógv um at vera, nei Hann bleiv Gud í styrki og veldi. Ein Gud í kærleika og umhugsi. Og ikki longur ein Gud, men mín Gud.

.Fyri einari viku síðan las eg eitt vers, sum hevur sitið í minninum líka síðan: (Kol. 4:12

Epafras letur heilsa tykkum, hann, sum er úr býi tykkara – tænari Krists Jesu, sum altíð STRÍÐIR fyri tykkum í bønum sínum, at tit skulu standa fullkomin og fullvís í øllum vilja Guds.”

.

Orðið eg festi meg við var “stríðir”. Hvussu stríddist Epafras fyri samkomuni í Kolosse? Ikki í orðum, gerðningum, peningaliga o.a. Nei, í BØN! Waauw, Epafras stríddist í bønini! (Jákup 5:16-17) sigur:

“Játtið tí syndirnar hvør fyri øðrum, og biðið hvør fyri øðrum, fyri at tit kunnu verða grødd! Bøn, biðin av rættvísum manni, avrikar nógv, táið hon verður biðin við kraft. Elias var menniskja undir somu korum sum vit. Hann bað, at ikki skuldi regna, og ikki regnaði á jørðini trý ár og seks mánaðir.”

.

Vit kunnu biðja, og bøn okkara hevur ávirkan. Bøn okkara hevur týdning! At fara í bøn er at stríðast, at fara í bøn er at fara í kríggj fyri onnur.

.

Hví heldur tú so mong av okkum hava tað fatanina av, at bøn er ein keðiligur innkeypslisti? Jú, tí fíggindi Guds, veit, hvussu nógva ávirkan bøn hevur og hvussu týdningarmikil bønin er. Eitt ensk orðatak sigur: 

“Satan tries to limit your praying, because your praying WILL limit him!”

.

Gud hevur brúk fyri sínum hermonnum, okkum, at verða áhaldandi í bardaganum, áhaldandi í bønini!

-“Verið glað í vónini, tolin í trongdini, áhaldandi í bønini!” (Róm.12,12)📖

-“Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk! So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.” (Filip. 4:7)📖

-“biðjandi í Andanum eina og hvørja tíð við allari ákallan og bøn, árvakin í tí og altíð áhaldandi og biðjandi fyri øllum hinum heiløgu -” (Efes. 6:18)📖

.

Mín niðurstøða er hetta: “Eitt fátækt Bíbliulestrar lív, verður eitt fátækt bønarlív. Og eitt fátækt bønarlív, verður eitt fátækt andaligt lív.”

.

Bøn
Skriva viðmerking

Author: Dina Bech

Dina Jensdóttir Bech fødd í 1996 (23 ár). Hon er 3 árs læraralesandi á Setrinum. Sum 9 ára gomul tók Dina ímóti Harranum við trúgv av náði. Sum 10 ára gomul lat Dina seg doypa, tí hon ynskti at vera Harranum lýðin.
Í dag virkar Dina millum gentur og ungar kvinnur í Føroyum, og so umsitur hon heimasíðuna Vakurleiki.fo. Til dagligt dámar Dinu at njóta drekkamunnar, ljósareytt, at skriva, flenna, roksa, koyra biltúrar við systur síni, 1.Jóh.4,9-10 og at drekka cappocino (kaffi). <3