Dina syngur “Á, hvør er hasin maður” við síni familju í Nerija á Skála tann 18/04/19.
Á, HVØR ER HASIN MAÐUR
Á, hvør er hasin maður, ið krossin bera má,
so vanvirdur og tyngdur, má líða spott og háð?
Jú, hatta er Guds Sonur, við tornum krýndur fer
við sigri inn í deyðan og mínar syndir ber.
Ja, fyri mínar misgerðir soraður tú varð
og fyri míni lógbrot ta hvøssu krúnu bar.
Tín máttur upp nú tornar, tín tunga loðar føst,
sum vaks títt hjarta bráðnar – tú pínur mínar tókst.
Tú, Leyvan, rótskot Dávids, tú hevði allan mátt,
sum lamb tú bart tað stillur og toldi háð og spott.
Tú kærleiksfulli maður til krossin negldur varð,
ja, mína straff tú toldi og mínar sjúkur bar.
____________________