Beskrivelse
Hetta er ein sniðgjørdur hond kalendari við prýddur við vatnmálningum av føroysku náttúruni og versum. Stødd A5 við hágóðsku pappíri.
Í álmanakkanum eru tvær tímatalvur, eitt ársyvirlit og ein heil 12 mánaðarætlan (mánað fyri mánað) fyri árið 2026. Eisini eru vikuætlanir, dagsætlanir, matætlan, dagbók, vers, takksemiskrukka og ymisk annað.
Bókin hevur 90 síður, har prentað er báðumegin. Hon er prýdd við litum, blómum, linjum, kassum, puntum, o.ø.
Hond kalendarin og veggja kalendarin 2026 rigga sera væl at brúka saman. Ein kann hanga uppi og hin kanst tú hava við tær út.
Eisini kann keypast ein pennur til.
Um tað er ov trupult at bíleggja á heimasíðuni, so kanst tú senda mær eini boð á Facebook, mail á spyr@vakurleiki.fo ella við at ringja.













