Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech.

Vælkomin inn í mítt klædnaskáp, nú blívur tað næstan ikki meira persónligt ha? Áðrenn vit fara til dagins outfit, so fari eg at deila 5 ting, sum Bíblian sigur um outfits. 

.

..

1) Sámiligi búnin

Í 1.Tim.2,9 stendur m.a. at kvinnur eiga at skrýða seg við sámiligum búna. Sámiligt merkir hóskandi, rímiligt, ella nakað sum sømir seg. Filip.4,8 er ein góður standard og eitt go-to-vers hjá mær í samband við at eg seti klæðir saman: 

…Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður – hugsið um hetta!

Elskuligt og væl verður tala um (Fil.4,8)

Má taka undir við Paulusi. Hvør kvinna vil ikki vera “bedårende” ella elskulig? – TIPS: Um kjólin er niðurringaður sum hesin, so fær í ein topp innanfyri. So elegant!

..

.

2) Ímynd Guds

Í 1.Mós.1,26-27 og 1.Mós.5,1 lesa vit, at Gud skapti menniskjuna, TEG, í Síni mynd. Sum ímynd Hansara, so avspegla vit Hann í veru, orði og atburði. Og veitst tú hvat meira? Hesin Jesus er deyður fyri teg. Hann er “crazy about you.” (Jóh.3,16)

“You are loved more than you will ever know by a person who died to get to know you!” 

Tú ert skapt í mynd Guds (1.mós.1,27)

Tú ert skapt í mynd Guds (1.mós.1,27). Hvussu undurfult er tað ikki at hvíla og vita, at virði títt liggur trygt og fast í hond Guds, og ikki í Facebook likes.

..

.

.3) Tempul Guds 

Í 1.kor.6,19-20 stendur, at vit, ið hava tikið móti Jesusi sum Harra, eru dýrt keypt og eru tempul Heilaga Andans:

“Vita tit ikki, at likam tykkara er tempul Heilaga Andans, sum í tykkum er, og sum tit hava frá Gudi, og at tit eru ikki tykkara egnu? Tit eru dýrt keypt! Ærið tí Gud í likami tykkara!”

Sum tempul, eiga vit at hugsa okkum um, hvussu vit bera okkum at. Hvussu lata okkum í. Og ikki minst hvat vit fylla okkum við. Hvat vit síggja og lurta eftir. Jesus sigur í Luk.6,45: “… tí muður tess talar tað, sum hjartað er ov fult av.” 

Hvat er hjarta títt fult av? Hvat fyllir tú teg við?

Tempul Heilaga Andans

Tað vit fylla okkum mest við flýtir yvir. Tað sæst á atburðinum, orðavalinum og eisini á klæðunum, hvussu vit lata okkum í. Um vit lata okkum í ósámiliga sum tey kendu, ella nakað sámuligt, satt, rætt, elskuligt, ið er Gudi til æru. (Filip.4,8)

.

.

4) Hvat tit so gera

1.Kor.10,31 og Kol.3,23 stendur, at hvat vit so gera, so skulu vit gera tað sum fyri Harran. So spurningurin er, um vit kunnu lata okkum í so, at vit æra Gud í likami okkara?

– Svarið er JA, og á hesi síðuni eru nakrir tankar og hugskot.

Hvat tit so gera

Tú kanst æra Gud í likami tínum í, hvat tú fyllir teg við, hvat tú letur teg í…

Hvat tit so gera 2

Tú kanst æra Gud í tínum atburði, gerðum og orðum….

.

.

5) Minst til at sanna prýðið er hjartað

Í 1.pæt.3,3-4, sigur Paulus, at hann ynskir ikki at prýðið kvinnurnar skal verða tað útvortis. Nei, hann sigur at prýðið skal vera: “dulda menniskja hjartans við hinum spakføra og stilla anda – óforgeingiligum prýði, sum er Gudi ógvuliga dýrabart.

Make-up og klæðir eru eitt stuttligt hobby til ein ávísan mun. Men Gud ynskir ikki, at vit skulu vera yvirfladiskar dullur. Gud ynskir, at vit skulu verða kvinnur við vøkrum hjarta, klæddar í heiður og dýrd. Kvinnur, ið seta vón okkara til Gud (1.Pæt.3,5). Kvinnur, ið hava sett sítt álit á Gud, eru kvinnur klæddar í styrki. Tær kunnu smílast, sum kvinnan í Orðtøkunum 31,25, tí tær vita Gud heldur alt í Síni hond.

Hvat hevur make-up, klæðir og “bling” at siga, afturímóti eini kvinnu, ið kann smílast og lyfta høvdið høgt, tí Gud er æra hennara (Sálm.3,4)

Sanna prýðið

Signað at vita, at um hálsikedur slitna, um vit fáa pirrur, boyla ella vit einki makeup-ið eiga, so býr sanna prýðið innan í. Í hjartanum. Og fyri at prýða hjartað enn meira er týdningarmikið at hava samfelag við Gud, Les meira her.

.

..

Outfit: Heyst-all-naturel-outfit

Myndir: Ester Jensdóttir Bech

Her er mítt nátúrliga vetrar-look, har einasta smyrslið eg valdi at nýta her var maskara.

nátúrligt vetrar-look

Øll klæðini frá ‘høvd til tá’ eru keypt frá H&M í DK á ymsum summar-útsølum gjøgnum ár og dag.

outfitmynd2

  • Blusan: Brúna blusan er frá H&M, og man verða eini 2-3 ára gomul. Brúni, nátúrligi liturin ger, at hon ikki fer eins skjótt av móta. Liturin ger eisini, at hon hóskar til heystlitirnar hvørt ár.

Outfitmynd3

  • Niðurdeilurin: Niðurdeilurin er ein svartur klassikari frá H&M, ið passar til næstan alt. Hann er mær hentur. Samtíðis sær hann eitt sindur formellur út.
  • Nilon-gamasjurnar: Fínar og smartar, men hettar eru sovoriar, sum skrædna bara man hyggur at teimum. Tí er altíð gott at eiga nakrar eyka.
  • TIPS: Tá eg eri í slíkum tunnum nilonsokkum, eri eg altíð í einum svørtum shorti innanfyri niðurdeilin.

Outfitmynd4

  • Hálskedan: Hon er ein av teimum stuttu, ið eru soo inn nú. Tá eg keypti hana var hon ein miðal lang, men eg stytti hana við nøkrum fáum smykku amboðum frá Tiger. Og v-o-l-l-a, so var hon smart!
  • Hár og makeup: All-naturel + maskara. Eg finni stórt frælsi í, at kunna fara í skúla við ongum make-up og aðrar dagar við make-up. Eg kann tað, tí eg veit, at mítt prýði ikki er í make-u’pinum, men hjartanum, ið Gud altíð sær. Harafturat, at mítt virði liggur ikki í, hvussu gott/ringt eg síggi út, men í, at Harrin Jesus doyði fyri meg.

Outfitmynd5

OutfitMynd6

Okay tit, eg kláraði ikki halda mær at tvætla, tá vit tóku myndir, so eg helt tit skuldu eisini síggja tann partin.

Eg siti her og skrivi í fluffy-sokkum og te, og uhh.. nú mundi eg sagt gott vikuskifti… men vit eru næstan har!  <3

Tað hevði verið stuttligt at hoyrt viðmerkingar frá tær niðri undir her.

Hvat fert tú at gera í vikuskiftinum?

Hvat gert tú tá veðrið er illfýsið sum í dag?

Skriva viðmerking