Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech.

Hava tit nakrantíð lisið blaðgreinar, sum geva tær orsøkir fyri at smíla? Eg eri ein av teimum, ið lesi tær alt ov ofta. Tær fáa meg at flenna og smílast í takksemi eina stund, men so følnar smílið aftur. Hví? Jú, tí orsøkirnar eru ikki festar á eitt sterkari grundarlag enn heimsins gleði. Eg havi tørv á orsøkum, ið ikki einans fáa mínar varrar at smíla, men fáa mítt hjarta og anda at smíla. Orsøkirnar á netinum eru mangan at, at smíla fær teg í betri lag og er av-stressandi. Eg keypi mangan hesi uppskot, tí tey tykjast so løtt at taka til sín, handfara og liva eftir.

.

Ein dagin las eg í Orðtøkunum 31 um ta dugnaligu kvinnuna. Eitt eg legði til merkis var, at hon smíltist. Júst henda dagin undraði hetta meg og eg steðgaði við orðið “smíli”. Eg hugdi út gjøgnum vindeyga, har regni oysti niður. “Hví mundi hon smílast?” undraðist eg. Eg hevði júst lisið um, hvussu hon stríddist dagin langan. Arbeiddi nátt og dag fyri at halda hús. Mundi hon ikki verða troytt, útlúgvað og stressað? Eg hugdi aftur at versinum, og tað brakaði í høvdinum, sum tankarnir sveimaðu kring meg. Smílið á varrunum hennara tyktist at vera yvirflóðin frá einum smílandi hjarta og anda.

Mundi tað vera, tí hon hevði uppdagað eitt loyndarmál? Eitt loyndarmál, sum fekk hana at smíla, sjálvt teir dagarnar, ið vóru daprir við oysandi regni? Eg settist við einum tómum pappíri at skriva 5 loyndarmál niður fyri hví, henda kvinnan mundi smílast so. 5 loyndarmál, sum gjørdust 5 orsøkir hjá mær at smílast.

“Klædd í styrki og heiður gongur hon við smíli hini komandi tíð ímóti.” (Orð.31,25)

…eg steðgaði við orðið “smíli”. – Mynd: Ester Bech

.

1. Hon smílist, tí hon kennir sítt virði: Tað verður sagt, um dugnaligu kvinnuna í vers 10, at hon er mangan meiri verd enn perlur. Hon veit, at fyrst, so er hon skapt í Guds mynd. Hetta gevur henni eitt óendaligt virði (1.Mós.1,27). Hon hevur sett sítt álit á Gud og er tí dýrt keypt við dýrabara blóðið Jesusar. Hetta gevur henni eitt ómált virði (1.Kor.6,20). Í Jesusi er hon elskað treytaleyst, endurfødd, Guds barn, fylt við Heilaga Andanum, innsiglað við Heilaga Andanum, heilaggjørd, fyrigivin, deyð frá synd, reinsað, rættvísgjørd, sett í frælsi, signað, ein nýggjur skapningur, ein ævigur skapningur, tempul Guds, dóttir Konganna Kong, prinsessa, eygnasteinur Guds, ljós heimsins, salt jarðarinnar.  Hon smílist, tí kennir sítt virði. Hon veit, hvør Gud Faðirin sigur hana verða. Líkamikið, hvat onnur siga, so veit hon, hvør Pápi hennara í Himli sigur hana verða, tí hon kennir Guds orð, Bíbliuna. Tí smílist hon.

Vakurleiki.fo slider 5

Líkamikið, hvat onnur siga, so veit hon, hvør Pápi hennara í Himli sigur hana verða, tí hon kennir Guds orð, Bíbliuna. – Mynd: Petra Mørkøre

.

2. Hon smílist, tí henni manglar/fattast einki:  Vit lesa í øllum kaptilinum, hvussu hon syrgir fyri at fáa alt til vega. Hon skaffar mat á borðið og klæðir. Hon smílist, tí hon sær, hvussu Gud er trúfastur og syrgir fyri henni. Hon smílist um, at Gud gevur henni vísdóm, ávøkst á markini, mat á borðið, olju á lampuna, ull og lín til klæðir, skarlakk til bjálving av húsunum, djarvar synir og ein lukkuligan man. Við hesum, gevur Gud henni yvirskot at geva til hini fátæku. Hon gevur teimum mat, klæði, umsorgan og kærleika. Aftaná alt hetta, so hevur hon enn yvirskot at selja til keypmannin. Tí smílist hon. Tá hon letur upp eyguni, sær hon hvussu Gud hevur signað hana so ríkliga. Hon manglar einki. Nei, aftaná at hon hevur virkað og givið, so hevur hon yvirflóð. Hon smílist, tí henni manglar einki.

Outfit við photografi Petru Mørkøre 4

Hon smílist um, at Gud gevur henni… mat á borðið – Mynd: Petra Mørkøre

.

3. Hon smílist, tí hon er ein lýðin tænastukvinna: Í vers 11 síggja vit, at maður hennara lítur á hana, og tað gevur góðan ávøkst. Hann kann lýta á hana, tí hon lýtir á Gud og er Gudi lýðin. Hon er ikki bara manninum undirgivin, og virðir hann, men hon er Gudi yvirgivin. Ein Gudi yvirgivin kvinna verður automatiskt manninum undirgivin. Ein yvirgivin kvinna, gleðist, tá húshald hennara gongur væl og maður hennara er kendur í býportrunum. Hendan kvinnan tænir við kærleika fyri at geva og væntar einki afturfyri. Hon er ein tænastukvinna Harrans, sum Maria (Luk.1). Sál hennara setur Harran høgt og hon gleðist í Gudi. Verk hennara eru til signing fyri mann hennara, familju hennara, húsarhald hennara og bygd hennara. Tað stendur at “verk hennara skulu prísa henni”. Verkið og tænastan, ið hon ger tala fyri seg sjálvi. Synir hennara prísa henni, og maður hennara rósar henni og sigur “Eingin kvinna er sum tú.”  Hon smílist, tí hon hevur góða samvitsku fyri Gudi. Hon smílist, tí hon er Gudi lýðin, við at tæna manni sínum, familju síni og húsarhaldið sínum. Hon smílist, tí hon sær, at Gud signar einfalda lýdni hennara. Hon kann smílast við góðari samvitsku, tí hon er ein lýðin tænastukvinna.

verk hennara

Verkið og tænastan, ið hon ger tala fyri seg sjálvi. – Mynd: Maria Ey. Bech

.

4. Hon smílist, tí hon óttast ikki: Tað stendur í versið 21: “at hon er ikki rædd…” Vit lesa í øllum kaptilinum, hvussu hon heldur hús. Hetta ger hon ikki í ótta, men í áliti á Gud. Hon heldur hús, tí hon hevur álit á ultimativa Húshaldaran, Gud.  Tað stendur í vers 25, at “hon klædd í styrki og heiður gongur við smíli hini komandi tíð ímóti.” Hon er klædd í styrki, tí hon kennir lyfti Guds í Bíbliuni. Hon veit, at Gud, sigur at hon skal ikki óttast, tí Gud hevur eina ætlan, tí Hann er við henni, tí Hann styrkir hana og hjálpir henni, tí Gud hevur givið henni anda kraftar, tí í treytaleysa kærleika Hansara er eingin ótti. Hon óttast ikki tí, hon er trygg, tí hon er Hansara, tí Gud sigur 365 ferðir “óttast ikki”. Tí Gud hevur givið henni lyfti um at varðveita hana, verja hana, at gera henni útgongdina og seta hana í frælsi.

Outfit við photografi Petru Mørkøre

Hon veit, at Gud, sigur at hon skal ikki óttast… hon er trygg… – Mynd: Petra Mørkøre

.

5. Hon smílist, tí hon hevur funnið endamálið við lívinum: Tað stendur, “hon hevur fyri eyga” í versið 27. Hennara endamál, “tað hon hevur fyri eyga”, í lívinum er at verða tænastukvinna Harrans, sum Maria. Hon tænir ikki Harranum á einum stórum palli við ljósum. Hon leitar heldur ikki eftir viðurkenning frá menniskjum. Hon tænir Gudi, við einum undirgivnum og yvirgivnum hjarta og anda. Hon smílist, tí hon veit, at hon fær løn fyri alt sítt stríð, tá skeiðið er runnið at enda. Hon smílist, tí hon veit hon fær løn í Himli, tá hon doyr. Hon tænir ikki við væntu um at verða sædd og fáa lovprísan av menniskjum. Hennara kærleiki til Gud er størri enn allur menniskja tokki. Hon tænir Gudi einfalt heima við at tæna sínum manni, familju og húsarhaldið. Hon tænir heima, ið ger mannin kendan í býarportinum. Hon tænir, ið alir upp djarvar, lukkuligar synir. Hon tænir, ið førir til at húsarhald hennara ber ávøkst og góðan vitnisburð um Gud. Aftanfyri sterka mannin, djørvu synirnar og trygga húsahaldið, tænir ein hugagóð, djørv kvinna. Ein kvinna, sum er djørv nokk til at tæna uttan at verða sædd og lovprísað. Ein kvinna, ið hevur álit á Gud. Hon smílist, tí hon veit, at hetta, at tæna, er hennara endamál við lívinum. Hon smílist, tí hon veit, at Gud løna tænastukvinnu síni. Men fyri nú, er ávøksturin og lønin, at líta á lyfti Guds og síggja tað gangast væl í húsarhaldi hennara.

familjan

Aftanfyri sterka mannin, djørvu synirnar og trygga húsahaldið, tænir ein hugagóð, djørv kvinna. – Mynd: Maria Ey. Bech

.

Eg ivist ikki í, at hendan kvinnan, má smílast av mangan fleiri orsøkum enn bara hesum 5. Men eitt eg ivist ikki í er, at allar orsøkirnar fyri, at hon smílist eru grundaðar á Orð Guds, Bíbliuna. Smílið á varrum hennara kemur frá einum álítandi, yvirgivnum, tænandi hjarta og anda.

Hvussu kunnu vit so smíla? Jú, tað er við at lesa Guds orð, og koma at kenna Hansara undurfullu lyfti. Síðan er avbjóðingin at líta á hesi lyfti, og síggja hvussu nógv vit eru verd og elskað. Vit mugu eisini síggja hvørjum versum, vit eiga at verða lýðin. Vit mugu læra, at vit ikki noyðast at óttast nakað, men kunnu hava álit á Gud og leggja alt í Hansara hond. Fylgja vit Gudi, so koma vit at síggja, hvussu vit í einfaldni í gerandisdegnum kunnu tæna Honum sum tænastukvinnur og tænastumenn.

Hví smílist tú?

 

Skriva viðmerking