“Hesin setningur snýr seg um Harran Jesus Kristus – høvuðsevnið í hini heilagu skrift (Bíbliuni). Vit skulu vísa á guddómleika Hansara, menniskja tilveru Hansara, verk og tænastu Hansara.”  – (Hvat lærir Bíblian – Emmaus Bíbliuskeið)

 

1. Guddómleiki Hansara: 

Guddómleiki Jesusar merkir, at Jesus er Gud. Hesi týdningarmikli veruleikin verður vístur á í Skriftini her:

 

I. Jesus verður í Bíbliuni sagdur at hava somu eginleikar sum Gud.

  • a) Hann hevur altíð verið til. Hann hevur onga byrjan (Jóh.17,5).
  • b) Hann kann vera allastaðni samstundis. Hann er við tænarum Sínum á einum og hvørjum staði (Matt.28,20).
  • c) Hann er almáttigur. Megi Hansara er óavmarkað (Op.1,8).
  • d) Hann veit alt. Tað finst einki mark fyri vísdómi Hansara (Jóh.21,17).
  • e) Hann broytist ikki (Hebr.13,8).

 

II. Verk Guds vórðu gjørd við Jesusi.

  • a) Hann skapti allar lutir (Jóh.1,3).
  • b) Alheimurin (universið) er hildin uppi av Honum (Kol.1,16).
  • c) Hann reisti seg sjálvan upp frá hinum deyðu (Jóh.2,19).

 

III. Jesus verður nevndur við nøvnum Guds.

  • a) Gud, Faðirin, talar til Sonin sum Gud (Hebr.1,8).
  • b) Menniskju tala til Hann sum Gud, og Hann tók ímóti teirra tilbiðjan (Jóh.20,28).
  • c) Allir Andar viðurkendu Hann sum Gud (Mark.1,24).
  • d) Hann segði Seg Sjálvan vera Gud (Jóh.10,30).

.

2. Menniskjaliga tilvera Hansara:

Tá talan er um likamgering (inkarnatión) Jesusar, meina vit við, at Hann er komin inn í heimin sum eitt menniskja.

 

I. Kristi koma inn í heimin varð boðað frammanundan í Gamla Testamenti (Esaias 7:14)

 

II. Søgan vitnar um og sigur frá føðing Hansara. Føðing Hansara var øðrvísi enn allar aðrar.

  • a) Hann var gitin av Heilaga Andanum (Luk.1,35)
  • b) Hann var føddur av eini moyggj (Matt.1,23)
  • c) Hóast hetta var Hann satt menniskja við likami (Hebr.10,5) við sál (Matt.26,38) og við anda (Luk.23,46).

III. Jesus kom í mannalíki fyri at…:

  • a) Opinbera (boða frá um) Faðirin (Jóh.14,9)
  • b) Taka syndina burtur við ofring av sær sjálvum (Hebr.9,26)
  • c) Gera verk Djevulsins til einkis (1.Jóh.3,8)

Ansa væl eftir hesum: Ein av høvuðssannleikanum í kristnu trúnni er, at Jesus Kristus er av sonnum Gud, og at Hann kom inn í heimin sum eitt menniskja gjøgnum tað undur, sum moyarføðing er. Sum menniskja var Hann fullkomiliga syndafríur.

.

3. Verk Hansara:

Hansara deyði, uppreisn og himmalferð, var alt verk Jesusar.

 

I. Deyði Hansara:

  • a) Deyði Jesusar var neyðugur (Jóh.3,14). Tað var eitt lið í æviga ráði Guds (Hebr.10,7). Deyði Hansara var neyðugur, fyri at profetiini í Gamla Testamenti skuldu ganga út (Es.53,5). Deyði Hansara var neyðugur fyri at útvega frelsu fyri menniskjuni (Ef.1,7).
  • b) Deyði Jesusar var fyri onnur. Hann doyði sum ein staðgongumaður. Tað merkir ein maður, ið tekur straffina fyri ein annan (1.Kor.15,3).
  • c) Deyði Jesusar rakk til í allar mátar. Hann uppfylti til fulnar øll krøv Guds.

Tí Jesus tók allan dómin og tømdi vreiði Guds yvir syndina. Deyði Hansara uppfyllir alt tað, sum menniskjum tørvar. Av tí at Hann er ein óforgeingiligur persónur, er deyði Hansara av endaleysum virði.

 

II. Uppreisn Hansara:

  • a) Uppreisn Jesusar var neyðug fyri at uppfylla profetiini og fullfíggja verk krossins (Rómbr.4,25) og fyri at kunna útinna verk Sítt í Himli í dag.
  • b) Jesusar uppreisnarlikam var eitt veruligt likam. Tað var ikki ein Andi (Luk.24,39). Tað var sama likam, sum Hann varð krossfestur í, tí tað hevði naglamerkini og spjótsárið (Jóh.20,27). Og tó var tað eitt broytt likam ført fyri at vinna á materiellum forðingum.
  • c)  Eftir uppreisnina opinberaðist Jesus fyri summum av lærisveinum sínum í minsta lagi 10 ferðir. Meir enn fimmhundrað álítandi vitni sóu Hann ísenn aftan á uppreisnini (1.Kor.15,6).
  • d) Sannleikin um Jesu uppreisn er alt umráðandi. Var Hann ikki risin upp aftur, var hin kristna trúgvin ikki til í dag.

 

III. Himmalferð Jesusar

  • a) Við endan av tænastu Síni her á fold varð Kristus tikin upp til Himmals (Mark.16,19; Áp.1,9).
  • b) Hann fór til Himmals fyri at taka móti lønini fyri verk Sítt (Jóh.17,5) og fyri at halda fram við tænastu Síni fyri fólki Sínum.

 

4. Tænasta Hansara í dag:

Jesus Kristus er í Bíbliuni settur fram sum Profetur, Prestur og Kongur.

  • a) Sum Profetur kunnger Hann menniskjum, hvat Gud hevur at siga teimum, og á tann hátt opinberar Hann Gud fyri teimum (Jóh.1,18)
  • b) Sum Prestur umboðar Hann hin trúgvandi fyri Gudi (Hebr.4,14-16)
  • c) Sum Kongur ræður Hann í dag í hjørtum teirra, sum hava tikið ímóti Honum og eru Honum undirgivin. Í komandi tíð skal Hann ráða á jørðini í 1000 ár (Op.20,6). Í Sálmi 72 er talað um ræði Hansara á fold.
Skriva viðmerking