Bloggur eftir Dinu Jensdóttir Bech.
Í dag er tann so nevndi “kærleiks”dagurin. Og sum fólk siga, so havi eg “bara meg sjálva at hugsa um” – tí eg eri single.
Men hví ikki bara njóta hetta tíðarskeiðið og fáa sum mest burturúr? Ístaðin fyri at sita og kúra og stúra, so fór eg ein túr út at keypa mær tað, sum eg ynskti mær allar mest í dag. Eg mundi skrædna at mær sjálvari, sum eg spákaði so væl nøgd og glað út úr handlinum við sjokuláta og eini rósu í hondini. – Ein góð gáva (Ják.1,17) 🍫🌹
.
Gott at kunna minnast Hin sanna kærleikan:
“…Gud er kærleiki. Í tí er kærleiki Guds opinberaður millum okkara, at Gud hevur sent Son Sín, hin einborna, í heimin, fyri at vit skulu liva við Honum. Í hesum er kærleikin: Ikki at vit hava elskað Gud, men at Hann hevur elskað okkum og sent Son Sín til bót fyri syndir okkara.” (1. Jóh. 4:8-10)