HVAT ER TAÐ TÝDNINGARMESTA TÚ KANST GERA Í ÁR?

 

“Hvat er tað týdningarmesta, tú hevur gjørt í ár?” – “Yvirliva!”

(Overleve: kom frá tí við lívinum)

Vit hoyra so nógv í dag, um at lívið skal njótast og lívsdygd skal merkjast. Alt málast so bjart við lýsingum um heitari londum. Og til tíðir gloyma vit beiska veruleikan. Til tíðir snýr lívið seg ikki um: at skæra framúr, vera nakað serligt og gera nakað ávíst. Við hvørt er tað allar besta vit kunnu gera: er at yvirliva. Yvirliva fyri okkara familju, børn, vinir og makar. Yvirliva sum vitnisburð um at hóast svárar tíðir, so er Gud trúfastur. 

Eg minnist síðsta ár, hvussu útbrenda eg kendi meg á allan hátt, serliga andaliga. Eg minnist, hvussu brotinleikin tyngdi meg niður á knæ í bøn. Sum brotin ásannaði eg, at Gud kravdi einki av mær. Mítt brotna hjarta var alt Hann ynskti:

 

 

offur til Gud er sundurbrotin andi; sundurbrotið, sundursorað hjarta vanvirðir Tú ikki, Gud! (Sálm. 51:19)

 

Alt tað eg helt, at eg mátti, skuldi… var ikki Guds rødd, men mín egna rødd. Eg kann ímynda mær, hvussu Gud á ein faðirligan hátt hevur borið sorgina við mær og sagt: “Einans yvirliv! Vit koma ígjøgnum hetta saman.”

So vinur, tá tú ikki megnar tað, sum tú ynskti og heldur tú burdi. Steðga á og yvirliv! Steðga á, yvirliv og minst til at Gud er Gud, Skapari heimsins, Faðir tín. 

 

– “Haldið uppat, og sannið, at Eg eri Gud!… ( Sálm. 46:11)

 

Hesin, Faðir tín, sum ber allan heimin í lógva Sínum, Hann elskar teg meira enn alt. ❤️

 

Úr fjarløgu hevur HARRIN opinberað Seg fyri mær: “Ja, við ævigum kærleika havi Eg elskað teg; tí havi Eg drigið teg við náði. (Jer. 31:3)

 

yvirliva

Skriva viðmerking

Author: Dina Bech

Dina Jensdóttir Bech fødd í 1996 (23 ár). Hon er 3 árs læraralesandi á Setrinum. Sum 9 ára gomul tók Dina ímóti Harranum við trúgv av náði. Sum 10 ára gomul lat Dina seg doypa, tí hon ynskti at vera Harranum lýðin.
Í dag virkar Dina millum gentur og ungar kvinnur í Føroyum, og so umsitur hon heimasíðuna Vakurleiki.fo. Til dagligt dámar Dinu at njóta drekkamunnar, ljósareytt, at skriva, flenna, roksa, koyra biltúrar við systur síni, 1.Jóh.4,9-10 og at drekka cappocino (kaffi). <3